Tíðindablaðið - 27.09.1974, Síða 5
V
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 27. september 1974
Síða 5
Tann nýggi skúlin við Ósánna í Klaksvík hevur innilokaðan skúlagarð í miðjuni, har
eiga ikki at vera meira enn 300 fólk inni í senn
Arbeiðspláss og
skúlar ov illa
vard móti eldi
farið ov eldfimt. í einum
samkomuhúsi eru gisting-
arrúm á loftinum, og tað
verður ikki hildið heppið.
Skal hetta kortini halda
fram, eiga bert 10 fólk at
kunna gista, og tey eiga at
vera yvir 15 ár.
Neyðútgongdirnar eiga
at vera soleiðis, at hurðin
fæst upp uttan lykil ella
amboð. 1 støðum verður
leyst hessian brúkt á vegg-
unum - tað eigur at takast
niður. Og gørn undir loft-
inum eiga at hava stálveir-
ar undir sær, so tey ikki
kunnu detta niður.
Arbeiðspláss
Tær atfinningar, sum eru
nevndar frammanfyri, ger-
a seg eisini galdandi á
mongum arbeiðsplássum.
Tað verður nevnt, at fleiri
virki eru bygd á ein slíkan
hátt og úr slíkum tilfari, at
tey eru óegnað. Skoytast
kann uppí, at í støðum er
goymsla av eldfimum vør-
um í kjallara og fýrrúmi,
og tað er ikki í lagi. Olju-
klæði eiga ikki at hongjast
upp at turka i fýrrúmum,
men í serligum turkirúm-
um.
Meira enn helvtin av eldsløkkjarunum
hevur skeivt innihald, siga serfrøðingar
Menn frá Statens Brand-
inspektion hava ferðast
kring í Føroyum og kann-
að skúlar, kirkjur, sam-
komuhús, gistingarhús og
arbeiðspláss fyri at fáa eitt
yvirlit yvir, hvussu tey eru
vard fyri eldi.
Yvirlitið vísir, at tað
stendur ikki væl til. Til-
samans vórðu 177 hús og
høli kannað, og bert í 26
førum høvdu teir serkønu
ongar viðmerkingar. í 10
av hesum 26 førunum var
talan um kirkjur.
Bleytar
plátur
1 yvirlitinum verða gjørdar
viðmerkingar til hvørt høl-
ið sær, sum er kannað.
Funnist verður í mongum
førum at nýtsluni av bleyt-
um plátum, t.v.s. øllum
klædningi, sum tað lætt-
liga festir í, eisini plátur
við harðari skorpu. Menn-
inir ráða frá, at hesar
plátur verða so nógv
brúktar, serliga í trappu-
uppgongdum, har veggir-
nir í staðin eiga at verða
t.d. pussaðir, klæddir við
asbest ella trýstimpregner-
aðum krússfiner.
Á so gott sum øllum
teimum plássum, teir hava
kannað, er ongin ella ov
lítil sløkkiútgerð. Eisini
vanta neyðtrappur uttan-
dura, vegleiðingar um,
hvat fólk skulu gera, um
eldur kemur í, og alarm-
klokkur.
Aðrastaðni er órudd í
fýrrúminum, og snikkara-
verkstøð eru ikki nóg
ruddilig.
Skúlarnir
Tað visir seg at standa
ringast til í skúlunum,
sum at kalla allir krevja
ymsar ábøtur. Tað verður
m.a. funnist at, at nógvir
skúlar - serliga teir nýggju
- hava hurðar við glasi í.
Hesar eiga at skiftast út
ella klæðast við krússfiner-
i. Hurðamar eiga eisini at
latast upp úteftir og ikki -
sum nógvastaðni - inneft-
ir. Ongir hurðahaldarar
eiga at vera, eldsløkkjarar
eiga at vera á hvørjari
hædd, hurðamar eiga í
støðum at koma heilt niður
ímóti gólvinum, og tilfar
eigur ikki at goymast á
centralhitaketlinum.
1 einum skúla kann ov-
ara helvt av vindeygunum
latast upp. Her verður
mælt til, at tann niðara
helvtin í staðin kann opn-
ast.
Polstrað innbúgv eigur
helst ikki at verða brúkt.
Sum eitt dømi um óansni
kann nevnast, at í einum
skúla er hol í skorstein-
inum á loftinum tætt við
einari bundnari troyggju.
Onkunstaðni er ventilati-
ónin í fýrrúminum ov ván-
alig. Sagt verður, at trapp-
ur eiga ikki at hava opið
samband við gongimar.
Trotið á skúlum førir við
sær, at høli verða leigað til
hetta endamál. í frágreið-
ingini verður í einum føri
mælt til, at forboð verður
sett móti at brúka eitt høli
til undirvísing, til ein
neyðtrappa er gjørd.
Samkomu-
húsini
Fleiri broytingar em eisini
átroðkandi í húsum, sum
verða brúkt til samkomur
av ymiskum slag. Tær
flestu kirkjumar eru í lagi,
tó verður í støðum mælt
til, at tvey vindeygu inni
við altari skulu kunna lat-
ast upp tU neyðbrúk.
í summum húsum eigur
bert eitt avmarkað tal av
fólki at vera inni í senn, og
mangastaðni er byggitil-
Nixon livir
verri
Richard Nixon hevur nú
fingið blóðpropp í høgra
lunga. Lækni hansara sig-
ur at góðir møguleikar eru
fyri, at hann kemur fyri
seg aftur, men at hetta
tekur tíð. Hann livir ikki
væl, men er heldur ikki í
lívsvanda.
Nixon, sum er 61 ára
gamal, varð lagdur á sjúk-
rahús mánadagin við blóð-
proppi í beininum.
Tann vánaligi livimátin
hjá Nixon var ein av
grundunum til, at Gerald
Ford forseti avgjørdi at
geva honum grið í Water-
gate—málinum. Tað verð-
ur tó framvegis kravt, at
hann skal vitna í sakar-
málinum móti fleiri av
næstu starvsmonnum
hansara. Teir koma fyri
rættin í næstu viku.
Kranar
Teir eldsløkkjarar, sum
finnast, eru ikki allir av
besta slag. Kanningar-
menninir siga, at meira
enn helvtin hevði skeivt
innihald til tað tilfar, teir
eru ætlaðir at sløkkja.
í fleiri bygdum varð
funnist at kommununum,
tí at tær ikki settu nóg
nógvar eldkranar upp.
Einastaðni liggja nógvir
kranar á goymslu, men
verða ikki settir upp. í
Danmark má ikki vera
longri enn 250 metrar mill-
um eldkranamar, har sum
hús eru.
Um sløkkiliðini verður
sagt, at tey hava ikki nóg
likar alarmeringsætlanir,
og at teimum tørvar út-
búgvingarætlanir.
Fríkendur
Ein amerikanskur rættur
hevur fríkent loytnantin
William Calley, sum varð
dømdur fyri at hava myrt
22 sivilfólk í suðurviet-
namesisku bygdini Mai
Lai i 1968. Dómarin kravd-
i, at Calley skuldi beinan
vegin latast leysur úr fang-
aleguni, har hann hevur
sitið, síðani hann varð
dømdur til 10 ára fongsuls-
revsing fyri morðini.
Tiðindamenn siga, at
herurin fer væntandi at
skjóta avgerðina um at
lata Calley leysan inn fyri
ein hægri rætt.
Skipasøla
Tingingar hava verið
millum Peru og Guyana
um, at Guyana skal
keypa trolarar og bátar
úr Peru fyri 300 milj. kr.
Nógv lendi til
grundstykki
Jarðarráðið upplýsir, at
í fleiri bygdum er latið
væl av lendi til byggi-
grundir. í mars mánað
fekk Klaksvíkar komm-
una 56.000 m2 av fest-
unum í Vági. Ein treyt
fyri hesum var, at bý-
ráðið skuldi gera upp-
dyrkingarveg, og hesin
vegur er í gerð. Hann
gongur niðan á Háls, og
út frá honum skulu
gerast siðuvegir til
dyrkilendi. Tá útskift-
ingin er liðug, fara
bøndurnir undir at dyr-
ka upp úr nýggjum.
í Fuglafirði hevur
bygdarráðið fingið til-
samans 42.000 m2 til
grundstykki. Tann eini
bóndin, Fritleif Joen-
sen, ið misti dyrkað
lejjdi, er byrjaður at
velta upp úr nýggjum
av hagajørð, sum hann
hevur fingið í semju við
tríggjar Gøtubøndur.
Fritleif skal dyrka
100.000 m2 upp úr
nýggjum til sín sjálvs
og aðrar 100.000 m2 til
teir triggjar Gøtu-
bøndumar. Av hesum
hevur hann dyrkað
70.000 m2 til sín og
30.000 m2 til hinar.
Hann byggir sær eitt
stórt fjós við 40 básum,
og teir tríggir bøndur-
nir í Gøtu skulu byggja
eitt felagsfjós við 40 -
50 básum. Hetta ar-
beiði fer í gerð ein av
teimum fyrstu døgun-
um.
Lorvíkar kommuna
hevur fingið 40.000 m2
av jørð til grundstykki
og annað. Bygdarráðið
skal gera veg út á Vík,
har nógv gott dyrki-
lendi er. Vegurin er í
gerð, og ein av bøndun-
um hevur fingið sær ný-
mótans amboð og hevur
velt 50.000 m2.
I Havn hevur komm-
unan fingið tilsøgn um
stórt øki í Eysturbý-
num og møguleiki er
fyri stórari útstykking.
Talan er um eitt lendi
uppá tilsamans 150.000
m2.
Skopunar kommuna
hevur fingið 10.000 m2,
eisini til grundstykki.
Jarðarráðið sigur, at
hesi lendi eru øll latin
kommununum uppá
lán. Vóru hesi lendi ikki
sett av til grundstykki,
hevði tað helst verið ó-
møguligt mangastaðni
hjá fólki at fingið
grundstykki, tí prísurin
hevði verið so høgur.
Eisini hevur Jarðar-
ráðið arbeitt við út-
BUNAÐAR-
TÍÐINDI
stykking i Hoyvikshag-
anum, og lán og studn-
ingur eru latin, sum
ráðið hevur at ráða
yvir.
í tvey ár hevur Jarð-
arráðið søkt um at fáa
pening avsettan á fíggj-
arlógini til keyp av utt-
anbíggjajørð, m.a. í
Mykinesi, men pening-
ur er ikki játtaður.
★
Ognirnar hjá
30.000 fólkum
nú skrásettar
Arbeiðið við matrikul-
ering og útskifting
heldur fram. Við lóg frá
1962 varð álagt Matrik-
ulstovuni at skráseta
allan fastan eigindóm í
Føroyum.
Byrjað varð við teim-
um fólkaríkastu økjun-
um, og matrikulerings-
og tinglýsingarlógin er-
u nú galdandi fyri part-
ar av Føroyum, har til-
samans 26.000 fólk
búgva.
0 tskiftingararbeiðið
byrjaði annars longu í
30unum, og Sorinskriv-
arin hevur realregistar
fyri 4.000 fólk frá tíðini
undan 1962, sum ikki
eru við í teimum nevnd-
u 26.000. T.v.s. at tær
føstu ognirnar - jørð og
hús - hjá tilsamans
30.000 fólkum eru skrá-
settar higartil.
Nú verður arbeitt við
innangarðsútskifting á
Sandi og Skarvanesi.
10 bygdir hava á grann-
astevnu samtykt at bið-
ja um útskifting innan-
garðs, og eitt líknandii
tal hevur biðið um út-
skifting uttangarðs.
I løtuni verður ar-
beitt við matrikulering í
20 bygdum, har 5.000
fólk búgva.
Á Matrikulstovuni
arbeiða 23 fólk. Um-
framt matrikulerings-
og útskiftingararbeiði
hava tey eisini við frá-
býti av jørð til grund-
stykki o.a. at gera. Tað
hevur verið serliga
nógv arbeiði av hesum
tvey tey seinastu árini,
tá 6 - 700 mál av hesum
slag hava verið fyri.
Matrikulstovan hev-
ur eisini útvegað
kommununum kort við
hæddarkurvum, sum
kommunurnar brúka í
sínum plánleggingarar-
beiði.