Tíðindablaðið - 27.09.1974, Side 6
Síða 6
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 27. september 1974
Steðga hjálpini
til Turkalands
Amerikanska umboðs-
mannatingið hevur
samtykt at steðga váp-
nasøluni til Turka-
lands, til líkindi eru til,
at ein friðaravtala fæst
á Cypros. Henry Kiss-
inger uttanríkisráð-
harri segði fyri atkvøð-
una, at ein slik samtykt
fór at gera tað torførari
at fáa samráðingarnar
um Cypros í gongd.
Undir orðaskiftinum
vístu limir í umboðs-
mannatinginum á, at
Turkaland hevur brúkt
ta amerikansku vápna-
hjálpina til innrásina á
Cypros.
Uppskotið er nú sent
senatinum, sum í sein-
astu viku samtykti eitt
líknandi uppskot. Rok-
nað verður við, at for-
boðið fyri vápnasølu
kann koma í gildi um
mánaðarskif tið.
Klerides og
Makarios
Fyribils forsetin á Cy-
pros, Klerides, sigur
seg vænta, at Makarios
erkabiskuppur kemur
skjótt heimaftur. Hann
sigur, at Makarios hev-
ur framvegis trý ár eftir
av tí forsetaskeiði, sum
hann varð valdur fyri.
Hann roknar við, at
erkabiskuppurin kemur
heimaftur, tá orðaskifti
hevur verið um Cypros
á ST-aðalfundinum.
Klerides sigur, at
hann hevur gjørt greitt,
at hann fer ikki á
nakran hátt at seta seg
upp imóti, at Makarios
kemur heimaftur. Men
tað er Makarios sjálv-
ur, sum avger, nær
tann rætta løtan er at
koma heimaftur, sigur
Klerides.
Ongin hópgrøv
Ein turkisk-cypriotisk
útvafpsstøð hevur av-
sannað tíðindi um eina
hópgrøv sunnan fyri
Famagusta, sum segð-
ist goyma líkini av í
minsta lagi 10 griksk-
umcypriotum. Klerides
forseti hevur áður kravt
at tað skuldi kannast,
um tíðindini vóru sonn.
Devaluering
Australska stjómin
hevur lækkað virðið á
australska dollaranum
við 12 %. Australski
dollarin varð hækkaður
STUTT
UTTANEFTIR
í virði við 12 1/2% í
fjør. New Zealanđ hev-
ur devaluerað gjaldoyr-
að við 9%.
Orðadráttur
væntandi
í felagsmarknaðinum
rokna teir við hørðum
orðadrátti, tá landbún-
aðarráðharramir hitt-
ast aftur um nakrar
dagar, av tí at vestur-
týska stjómin ikki vil
góðtaka eina semju um,
at teir prísir, sum verða
goldnir bøndunum fyri
vøramar, skulu hækk-
ast við 5%.
Vesturtýskland var í-
móti hesum undir sam-
ráðingunum, av tí at
hetta fór at føra til
stórar príshækkingar í
handlunum, men tað
endaði við, at nevndin
fyribils góðtók semj-
una, treytað av at
stjómin í Bonn tók
undir við tí.
Nú hevur stjómin
avgjørt, at hon vil ikki
góðtaka hækkingamar.
Mark fyri
oljunýtslu
Franska stjómin, sum
áhaldandi hevur heitt á
fólk um at minka olju-
nýtsluna, hevur nú sett
mark fyri, hvussu
nógvur peningur kann
brúkast til oljuinnflutn-
ing næsta ár. Við teim-
um núverandi prísun-
um merkir avmarking-
in, at oljuinnflutningur-
in skal skerjast við
10%.
Hækkar oljuprísurin,
verður eisini hámarkið
fyri, hvussu nógv kann
brúkast til innflutning,
hækkað samsvarandi.
Altjóða
hjálp
Forsætisráðharrin í
Bangla Desh, Mujibur
Rahmann, hevur heitt á
ST-aðalfundin um al-
tjóða hjálp fyri at
bjarga landinum undan
einari vanlukku. Hann
segði, at náttúraskaðar
hava herjað landið, síð-
ani tað varð skipað sum
sjálvstøðugt ríki.
Mujibur Rahmann
segði, at um heimsins
tjóðir ikki hjálpa til at
loysa trapulleikamar,
kemur hetta at føra til
menniskjansligar sorg-
artilburðir, sum søgan
ikki veit um at siga.
Bretar ivasamir
uppundir valið
Parlamentsvalið í Bretlandi 10. oktober
fer yvir í søguna sum valið, ið ongin
ynskti, ella í hvussu so er valið, sum
ongin ynskti nú. Tað eru bert gingnir
seks mánar síðani seinasta val. Og kon-
servativi flokkurin, sum er í andstøðu,
sóknast ikki eftir nøkrum bardaga, men
er rættuliga bangin fyri valinum.
Tann liberali Jeremy Thorpe - leypir upp um garðarnar
bæði hjá Wilson og Heath
Tær seinastu veljarakann-
ingamar vísa, at arbeið-
araflokkurin hevur kjans
til at vinna hundrað mans í
meiriluta, og hetta sigur
okkum, hvi valið verður
hildið nú. Arbeiðaraflokk-
urin fer til val við tí fyri
eyga at fáa ein tryggan
meiriluta til at halda fram
við arbeiðinum. Hevði
flokkurin bíðað til næsta
ár, kundi tað hent seg, at
flokkurin var staddur í
einum búskaparligum
harðveðri.
Húsagangur
Hesin vandin fyri búskap-
arligum trapulleikum er
ein av orsøkunum til, at
veljaramir kenna seg illa
við at fáa val nú. 011 kvíða
fyri avleiðingunum av in-
flatiónini, sum heldur
fram. Fleiri stórar fyritøk-
ur era farnar á húsagang.
Og búskaparfrøðingar
spáa, at talið á arbeiðs-
leysum fer at vaksa.
Men tað er ikki veljar-
unum greitt, hvat fer at
henda og hví. Tað, sum
veljaramir hava størstan
áhuga fyri, era príslagið og
tann hjálp, sum stjómin
vil veita ídnaðinum. Bret-
ski limaskapurin í felags-
marknaðinum er eitt mál,
sum hvørvur aftan fyri
aðrar spumingar. Arbeið-
araflokkurin ger heldur
onki fyri at draga henda
spuming fram. Fólk hava
yvirhøvur ta upjJfatan, at
limaskapurin fyri hvønn
mána sum fer, meira og
meira verður ein veraleiki,
sum onki gerst við.
Valstríðið
Arbeiðaraflokkurin vendir
sær til tey arbeiðsleysu,
pensjonistar og láglønt og
stundum eisini til ungdóm-
in.
Tann konservativi
flokkurin ger mest burtur
úr inflatiónini. Tann til-
tikni Enoch Powell, sum
hoyrir til tann mest kon-
servativa bólkin i bretsk-
um politikki, sigur, at
Bretland kann bert bjarg-
ast undan inflatiónini við
víttfevnandi spariætlan-
um.
Teir liberalu era meira
moderatir og royna at vera
øllum til vildar - og tá
serliga øllum kvinnum.
Hesin flokkurin hevur
gjørt meira enn hinir av at
tosa um møguleikamar
fyri at skipa eina sam-
gongustjórn. Tað kann
onki høpi vera í eini slíkari
hugsan, uttan so at Bret-
land skal hava eina stjórn,
ið noyðist at fremja nógv
strong tiltøk. Bretar plaga
ikki at skipa samgongu-
stjómir uttan t.d. í krígs-
tíð.
Skotland
og Wales
Liberali flokkurin kennir
seg óvissan í, hvat veljara-
fjøldin er sinnað at gera
við hann. Ein stórur part-
ur av fólkinum vil loysa
landsins trapulleikar við at
halda seg trúfastan til teir
gomlu flokkamar, teir
konservativu og arbeiðara-
flokkin. Men kortini er
tað ein rættuliga stórar
partur av veljarafjøldini -
við seinasta val vóra tað
seks miljónir veljarar -
sum heldur, at tað man
vera best at royna okkurt
nýtt. Hesin parturin fer at
atkvøða fyri teimum liber-
alu, sum ikki hava sitið í
stjóm síðani 1911. Flokk-
urin verður mettur sum
arvtakari hjá Asquith og
Lloyd George.
Aftrat hesum kemur so,
Harold, Wilson
at ein stórar partur av
veljarafjøldini í Skotlandi
og Wales fer at vaska sínar
hendur í spumingum, sum
tykjast at vera óloysiligir í
bretska kongaríkinum.
Hesir veljarar fara at at-
kvøða fyri nasjonalista-
flokkum, sum lova teimum
heiður og ríkidømi. Til
dømis hava nógvir skotar
hug til partvíst at loysa frá
Bretlandi; teir ganga og
reypa um alla Norðsjóar-
oljuna.
Leiðararnir
Tað er lítil stirðil í teimum
núverandi bretsku leiðar-
unum. Harold Wilson hev-
ur mist ta sjarmu og tann
reinleika, sum hann vísti,
tá hann var forsætisráð-
harri í trýssunum. Og
mong meta Edward Heath
framvegis sum tann ólaga-
liga leiðaran, ið við sínum
treiskni skapti tað verkfall
millum kolanámsmenninar
í vár, sum førdi til hansara
fall sum forsætisráðharri.
Og tað ger tað ikki betur,
at hesir báðir menn koma
væl út av tí persónliga.
Tann einasti politiski
leiðarin, sum altíð er til
dystin fús, er liberali leið-
arin Jeremy Thoipe, ið
roynir at vinna atkvøður
bæði frá teimum konserva-
tivu og arbeiðaraflokki-
num. Hann er lítið royndur
enn.
Tíðindamenn í Bretlandi
siga, at hetta valið er verri
at spáa um enn onnur val,
og at ongin kann siga
nakað við skili í, fyrr enn
valið er av.
Edward Heath (nr. 2 frá høgru) - kollsiglir hann kónservativa flokkin?
%