Tíðindablaðið

Ataaseq assigiiaat ilaat

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Qupperneq 6

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Qupperneq 6
Síða 6 TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 27. september 1974 Steðga hjálpini til Turkalands Amerikanska umboðs- mannatingið hevur samtykt at steðga váp- nasøluni til Turka- lands, til líkindi eru til, at ein friðaravtala fæst á Cypros. Henry Kiss- inger uttanríkisráð- harri segði fyri atkvøð- una, at ein slik samtykt fór at gera tað torførari at fáa samráðingarnar um Cypros í gongd. Undir orðaskiftinum vístu limir í umboðs- mannatinginum á, at Turkaland hevur brúkt ta amerikansku vápna- hjálpina til innrásina á Cypros. Uppskotið er nú sent senatinum, sum í sein- astu viku samtykti eitt líknandi uppskot. Rok- nað verður við, at for- boðið fyri vápnasølu kann koma í gildi um mánaðarskif tið. Klerides og Makarios Fyribils forsetin á Cy- pros, Klerides, sigur seg vænta, at Makarios erkabiskuppur kemur skjótt heimaftur. Hann sigur, at Makarios hev- ur framvegis trý ár eftir av tí forsetaskeiði, sum hann varð valdur fyri. Hann roknar við, at erkabiskuppurin kemur heimaftur, tá orðaskifti hevur verið um Cypros á ST-aðalfundinum. Klerides sigur, at hann hevur gjørt greitt, at hann fer ikki á nakran hátt at seta seg upp imóti, at Makarios kemur heimaftur. Men tað er Makarios sjálv- ur, sum avger, nær tann rætta løtan er at koma heimaftur, sigur Klerides. Ongin hópgrøv Ein turkisk-cypriotisk útvafpsstøð hevur av- sannað tíðindi um eina hópgrøv sunnan fyri Famagusta, sum segð- ist goyma líkini av í minsta lagi 10 griksk- umcypriotum. Klerides forseti hevur áður kravt at tað skuldi kannast, um tíðindini vóru sonn. Devaluering Australska stjómin hevur lækkað virðið á australska dollaranum við 12 %. Australski dollarin varð hækkaður STUTT UTTANEFTIR í virði við 12 1/2% í fjør. New Zealanđ hev- ur devaluerað gjaldoyr- að við 9%. Orðadráttur væntandi í felagsmarknaðinum rokna teir við hørðum orðadrátti, tá landbún- aðarráðharramir hitt- ast aftur um nakrar dagar, av tí at vestur- týska stjómin ikki vil góðtaka eina semju um, at teir prísir, sum verða goldnir bøndunum fyri vøramar, skulu hækk- ast við 5%. Vesturtýskland var í- móti hesum undir sam- ráðingunum, av tí at hetta fór at føra til stórar príshækkingar í handlunum, men tað endaði við, at nevndin fyribils góðtók semj- una, treytað av at stjómin í Bonn tók undir við tí. Nú hevur stjómin avgjørt, at hon vil ikki góðtaka hækkingamar. Mark fyri oljunýtslu Franska stjómin, sum áhaldandi hevur heitt á fólk um at minka olju- nýtsluna, hevur nú sett mark fyri, hvussu nógvur peningur kann brúkast til oljuinnflutn- ing næsta ár. Við teim- um núverandi prísun- um merkir avmarking- in, at oljuinnflutningur- in skal skerjast við 10%. Hækkar oljuprísurin, verður eisini hámarkið fyri, hvussu nógv kann brúkast til innflutning, hækkað samsvarandi. Altjóða hjálp Forsætisráðharrin í Bangla Desh, Mujibur Rahmann, hevur heitt á ST-aðalfundin um al- tjóða hjálp fyri at bjarga landinum undan einari vanlukku. Hann segði, at náttúraskaðar hava herjað landið, síð- ani tað varð skipað sum sjálvstøðugt ríki. Mujibur Rahmann segði, at um heimsins tjóðir ikki hjálpa til at loysa trapulleikamar, kemur hetta at føra til menniskjansligar sorg- artilburðir, sum søgan ikki veit um at siga. Bretar ivasamir uppundir valið Parlamentsvalið í Bretlandi 10. oktober fer yvir í søguna sum valið, ið ongin ynskti, ella í hvussu so er valið, sum ongin ynskti nú. Tað eru bert gingnir seks mánar síðani seinasta val. Og kon- servativi flokkurin, sum er í andstøðu, sóknast ikki eftir nøkrum bardaga, men er rættuliga bangin fyri valinum. Tann liberali Jeremy Thorpe - leypir upp um garðarnar bæði hjá Wilson og Heath Tær seinastu veljarakann- ingamar vísa, at arbeið- araflokkurin hevur kjans til at vinna hundrað mans í meiriluta, og hetta sigur okkum, hvi valið verður hildið nú. Arbeiðaraflokk- urin fer til val við tí fyri eyga at fáa ein tryggan meiriluta til at halda fram við arbeiðinum. Hevði flokkurin bíðað til næsta ár, kundi tað hent seg, at flokkurin var staddur í einum búskaparligum harðveðri. Húsagangur Hesin vandin fyri búskap- arligum trapulleikum er ein av orsøkunum til, at veljaramir kenna seg illa við at fáa val nú. 011 kvíða fyri avleiðingunum av in- flatiónini, sum heldur fram. Fleiri stórar fyritøk- ur era farnar á húsagang. Og búskaparfrøðingar spáa, at talið á arbeiðs- leysum fer at vaksa. Men tað er ikki veljar- unum greitt, hvat fer at henda og hví. Tað, sum veljaramir hava størstan áhuga fyri, era príslagið og tann hjálp, sum stjómin vil veita ídnaðinum. Bret- ski limaskapurin í felags- marknaðinum er eitt mál, sum hvørvur aftan fyri aðrar spumingar. Arbeið- araflokkurin ger heldur onki fyri at draga henda spuming fram. Fólk hava yvirhøvur ta upjJfatan, at limaskapurin fyri hvønn mána sum fer, meira og meira verður ein veraleiki, sum onki gerst við. Valstríðið Arbeiðaraflokkurin vendir sær til tey arbeiðsleysu, pensjonistar og láglønt og stundum eisini til ungdóm- in. Tann konservativi flokkurin ger mest burtur úr inflatiónini. Tann til- tikni Enoch Powell, sum hoyrir til tann mest kon- servativa bólkin i bretsk- um politikki, sigur, at Bretland kann bert bjarg- ast undan inflatiónini við víttfevnandi spariætlan- um. Teir liberalu era meira moderatir og royna at vera øllum til vildar - og tá serliga øllum kvinnum. Hesin flokkurin hevur gjørt meira enn hinir av at tosa um møguleikamar fyri at skipa eina sam- gongustjórn. Tað kann onki høpi vera í eini slíkari hugsan, uttan so at Bret- land skal hava eina stjórn, ið noyðist at fremja nógv strong tiltøk. Bretar plaga ikki at skipa samgongu- stjómir uttan t.d. í krígs- tíð. Skotland og Wales Liberali flokkurin kennir seg óvissan í, hvat veljara- fjøldin er sinnað at gera við hann. Ein stórur part- ur av fólkinum vil loysa landsins trapulleikar við at halda seg trúfastan til teir gomlu flokkamar, teir konservativu og arbeiðara- flokkin. Men kortini er tað ein rættuliga stórar partur av veljarafjøldini - við seinasta val vóra tað seks miljónir veljarar - sum heldur, at tað man vera best at royna okkurt nýtt. Hesin parturin fer at atkvøða fyri teimum liber- alu, sum ikki hava sitið í stjóm síðani 1911. Flokk- urin verður mettur sum arvtakari hjá Asquith og Lloyd George. Aftrat hesum kemur so, Harold, Wilson at ein stórar partur av veljarafjøldini í Skotlandi og Wales fer at vaska sínar hendur í spumingum, sum tykjast at vera óloysiligir í bretska kongaríkinum. Hesir veljarar fara at at- kvøða fyri nasjonalista- flokkum, sum lova teimum heiður og ríkidømi. Til dømis hava nógvir skotar hug til partvíst at loysa frá Bretlandi; teir ganga og reypa um alla Norðsjóar- oljuna. Leiðararnir Tað er lítil stirðil í teimum núverandi bretsku leiðar- unum. Harold Wilson hev- ur mist ta sjarmu og tann reinleika, sum hann vísti, tá hann var forsætisráð- harri í trýssunum. Og mong meta Edward Heath framvegis sum tann ólaga- liga leiðaran, ið við sínum treiskni skapti tað verkfall millum kolanámsmenninar í vár, sum førdi til hansara fall sum forsætisráðharri. Og tað ger tað ikki betur, at hesir báðir menn koma væl út av tí persónliga. Tann einasti politiski leiðarin, sum altíð er til dystin fús, er liberali leið- arin Jeremy Thoipe, ið roynir at vinna atkvøður bæði frá teimum konserva- tivu og arbeiðaraflokki- num. Hann er lítið royndur enn. Tíðindamenn í Bretlandi siga, at hetta valið er verri at spáa um enn onnur val, og at ongin kann siga nakað við skili í, fyrr enn valið er av. Edward Heath (nr. 2 frá høgru) - kollsiglir hann kónservativa flokkin? %

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.