Tíðindablaðið - 27.09.1974, Side 9
\
Fríløtan
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 27. september 1974 Síða 9
♦
♦
Tað er tørvur á
einari orðabók,
sum hevur
føroyska týðing
A orðasavninum á Debesartrøð finst ein
hálv miljón av seðlum við orðum, men
orðini eru ikki rættuliga so mong, tí fleiri
av teimum finnast á fleiri seðlum. Tað
verður savnað við tl í huga at geva út
eina stóra føroyska orðabók.
í heyst kemur ein nýggj orðabók, sum
verður prentað I íslandi.
Henda orðabókin er eitt
uppískoyti til ta føroysk-
donsku orðabókina eftir
Chr. Matras og M.A.
Jacobsen. í hesi nýggju
orðabókini eru orð, sum
ikki vóru við í hini fyrru,
rættingar til slíkt, sum er
komið skeivt fyri og uppí-
skoyti til merkingar, sum
ikki eru komnar við í ta
fyrru.
Tað er Jóhan Hendrik
W. Poulsen, sum hevur
skipað hesa nýggju bók-
ina.
- Men eg havi fingið
hjálp frá nógvum monn-
um, t.d. Christian Matras,
sigur Jóhan Hendrik.
Tað eru nú fleiri ár siðani,
at føroysk-danska orða-
bókin kom út, og vit hava
fingið nógvar upplýsingar
síðani tá, so tað var tørvur
á at fáa gjørt eitt uppi-
skoyti.
Henda nýggja orðabók-
in verður prentað i Reykja-
vík. Annar rættlestur
verður nú lisin, og ætlanin
er, at orðabókin skal koma
út einaferð í heyst.
- Bókin fór til prentingar
fýrst í mai í fjør, sigur Jó-
han Hendrik. Vit fingu
lyfti um, at hon skuldi
vera liðug til jóla í fjør,
men arbeiðið er nógv sein-
kað, m.a. av prentaraverk-
falli.
1/2 miljón
av seðlum
Til støddar verður henda
nýggja orðabókin sum ein
helvt av tí fyrru. Grund-
stuðulin í orðatilfarinum er
úr orðasavninum, sum
Chr. Matras á sinni setti á
stovn, tá tilfar varð savn-
að til fyrstu orðabókina.
Síðani hevur verið savn-
að við ti í huga at geva út
eina stóra føroyska orða-
bók. Tilfarið verður m.a.
savnað á tann hátt, at
bøkur og onnur rit verða
lisin, og orð, sum skulu í
savnið, verða undirstrikað
og siðani skrivað á seðlar.
Á henda sama seðilin
verða bókaheiti og síðutal
skrivað, so at tað lætt
kann finnast aftur, hvað-
ani orðið er tikið.
- Vit savna eisini úr
talaðum máli, sigur Jóhan
Hendrik. Hetta verður
gjørt á ymiskan hátt. Vit
hava nógv fólk úti um
landið, sum sita undir orð-
inum og lofta tí, sum tey
halda, áhuga hevur. Her
eru nógv fólk, sum kundu
verið nevnd, bæði fólk,
sum farin eru, og fólk, sum
enn eru á lívi, t.d. Jóan
Chr. Poulsen í Hesti, Jó-
hanna Maria Skylv, og vit
hava fingið savnið hjá
Símun av Skarði. Ein
annar slikur maður er Jó-
annes Dalsgaard í Hoyvík,
Jóannes av Skarði er eisini
ein ógvuliga íðin savnari,
og fleiri onnur kundu verið
nevnd.
- Hvussu nógv orð hava
tit í orðasavninum her á
Fróðskaparsetrinum?
- Eg veit ikki reiðiliga,
hvussu nógv orðini eru,
men talið á seðlum skuldi
farið at nærkað seg eini
hálvari njiljón, men tað eru
nógv orð, sum hava fleiri
seðlar.
60 sendingar
í útvarpinum
- Vit hava eisini orð, sum
vit vita ógvuliga lítið um,
og summi orð eru bert upp-
skrivað, men tað er ikki
greitt, hvønn týdning tey
hava. Slik orð havi eg ofta
tikið fram í útvarpstátt-
inum, sum eg havi havt,
og eg havi mangan fingið
góðar upplýsingar. Fólk
hava eisini ofta sent orða-
bókini tilfar av áhuga,
uttan at eg havi fregnast
eftir tí í útvarpinum.
- Fyrstu ferð, sendingin
«Orðabókin» var í útvarpi-
num, var í oktober í 1969,
og síðani hava verið 60
sendingar. Eftir ta fyrstu
sendingina fekk eg bara
eitt bræv og var eitt sindur
illa við, tí eg helt, at
undirtøkan fór at vera so
lítil, men longu eftir aðru
sendingina komu 15 brøv,
og tað plagar at liggja um
10 - 15 brøv, onkuntíð upp
i 20.
Orðabókin hevur havt
nógvar trúgvar brævskriv-
arar, sigur Jóhan Hendrik,
meðan hann blaðar gjøgn-
um tað rúgvismikla til-
farið, sum hann hevur
liggjandi frá hesum send-
ingum, og hann nevnir
onkur nøvn, sum hann
kemur framá: Óli Reinert í
Norðadali og Magnus
Gaard í Oyndarfirði, sum
nú báðir eru deyðir.
Forn orð
undan kavi
- Roknar tú við, at alt til-
farið, sum tú fært send-
andi til orðabókina, er á-
litandi?
- Hatta er ein spuming-
ur, sum eg sjálvandi havi
hugsað um. Vit hava nógv
tilfar í orðasavninum
frammanundan at bera
saman við, og eg hugsi
ikki, at eg havi verið svik-
in av tilfarinum. Tað eru
summi orð, sum kunnu av-
markast til eitt ávíst øki,
ella orð, sum t.d. bert eitt
fólk hevur nýtt, men hetta
kemur alt í savnið, og so
verður støða tikin til tað,
tá tann stóra orðabókin
einaferð skal koma út. Tá
verður eisini viðmerkt,
hvaðani orðið er.
- Gjøgnum sendingamar
í útvarpinum em orð kom-
in undan kavi, sum eg ikki
droymdi um vóm til á
føroyskum, men sum vit
kendu aftur við at bera
saman við fornmálið. Eitt
slíkt orð er «ón», sum er
fyriseting og merkir «utt-
an». Vit kenna orðið eisini
úr íslendskum, har tað
eitur «án».
- Hetta orðið fekk eg frá
einum manni, sum hevði
hoyrt ein gamlan hattvík-
ing, Árant, siga: Bamið
kundi ikki mammu sína
ón. T.e. bamið kundi ikki
vera mammu sína fyriutt-
an. Hetta er fyrstu ferð, at
hetta orðið er uppskrivað í
Føroyum, eg spurdi fleiri
ferðir um tað í útvarpi-
num, men fekk einki svar.
Nógv orð ikki
uppskrivað
- Eg havi ofta nýtt orða-
bókina hjá Svabo, tá eg
havi spurt um orð í út-
varpinum, og nógv orð,
sum vit bert hava kent frá
uppskriftini hjá Svabo,
hava víst seg at verið liv-
andi framvegis.
- Heldur tú, at nógv
gomul orð, sum tit ikki
hava í savninum, eru á lívi
framvegis?
- Ja, tað er einki at ivast
í, at tað er ein hópur av
gomlum orðum, sum ikki
em uppskrivað. Men vit
vita ikki, hvussu vit skulu
fáa fatur á teimum. Tað er
ikki sjáldsamt, at fólk,
sum em komin nakað upp í
árini, knappliga siga okk-
urt orð, sum hevur ligið á
botni leingi.
Fróðskaparsetrið á Debessartrøð