Tíðindablaðið

Issue

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Page 9

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Page 9
\ Fríløtan TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 27. september 1974 Síða 9 ♦ ♦ Tað er tørvur á einari orðabók, sum hevur føroyska týðing A orðasavninum á Debesartrøð finst ein hálv miljón av seðlum við orðum, men orðini eru ikki rættuliga so mong, tí fleiri av teimum finnast á fleiri seðlum. Tað verður savnað við tl í huga at geva út eina stóra føroyska orðabók. í heyst kemur ein nýggj orðabók, sum verður prentað I íslandi. Henda orðabókin er eitt uppískoyti til ta føroysk- donsku orðabókina eftir Chr. Matras og M.A. Jacobsen. í hesi nýggju orðabókini eru orð, sum ikki vóru við í hini fyrru, rættingar til slíkt, sum er komið skeivt fyri og uppí- skoyti til merkingar, sum ikki eru komnar við í ta fyrru. Tað er Jóhan Hendrik W. Poulsen, sum hevur skipað hesa nýggju bók- ina. - Men eg havi fingið hjálp frá nógvum monn- um, t.d. Christian Matras, sigur Jóhan Hendrik. Tað eru nú fleiri ár siðani, at føroysk-danska orða- bókin kom út, og vit hava fingið nógvar upplýsingar síðani tá, so tað var tørvur á at fáa gjørt eitt uppi- skoyti. Henda nýggja orðabók- in verður prentað i Reykja- vík. Annar rættlestur verður nú lisin, og ætlanin er, at orðabókin skal koma út einaferð í heyst. - Bókin fór til prentingar fýrst í mai í fjør, sigur Jó- han Hendrik. Vit fingu lyfti um, at hon skuldi vera liðug til jóla í fjør, men arbeiðið er nógv sein- kað, m.a. av prentaraverk- falli. 1/2 miljón av seðlum Til støddar verður henda nýggja orðabókin sum ein helvt av tí fyrru. Grund- stuðulin í orðatilfarinum er úr orðasavninum, sum Chr. Matras á sinni setti á stovn, tá tilfar varð savn- að til fyrstu orðabókina. Síðani hevur verið savn- að við ti í huga at geva út eina stóra føroyska orða- bók. Tilfarið verður m.a. savnað á tann hátt, at bøkur og onnur rit verða lisin, og orð, sum skulu í savnið, verða undirstrikað og siðani skrivað á seðlar. Á henda sama seðilin verða bókaheiti og síðutal skrivað, so at tað lætt kann finnast aftur, hvað- ani orðið er tikið. - Vit savna eisini úr talaðum máli, sigur Jóhan Hendrik. Hetta verður gjørt á ymiskan hátt. Vit hava nógv fólk úti um landið, sum sita undir orð- inum og lofta tí, sum tey halda, áhuga hevur. Her eru nógv fólk, sum kundu verið nevnd, bæði fólk, sum farin eru, og fólk, sum enn eru á lívi, t.d. Jóan Chr. Poulsen í Hesti, Jó- hanna Maria Skylv, og vit hava fingið savnið hjá Símun av Skarði. Ein annar slikur maður er Jó- annes Dalsgaard í Hoyvík, Jóannes av Skarði er eisini ein ógvuliga íðin savnari, og fleiri onnur kundu verið nevnd. - Hvussu nógv orð hava tit í orðasavninum her á Fróðskaparsetrinum? - Eg veit ikki reiðiliga, hvussu nógv orðini eru, men talið á seðlum skuldi farið at nærkað seg eini hálvari njiljón, men tað eru nógv orð, sum hava fleiri seðlar. 60 sendingar í útvarpinum - Vit hava eisini orð, sum vit vita ógvuliga lítið um, og summi orð eru bert upp- skrivað, men tað er ikki greitt, hvønn týdning tey hava. Slik orð havi eg ofta tikið fram í útvarpstátt- inum, sum eg havi havt, og eg havi mangan fingið góðar upplýsingar. Fólk hava eisini ofta sent orða- bókini tilfar av áhuga, uttan at eg havi fregnast eftir tí í útvarpinum. - Fyrstu ferð, sendingin «Orðabókin» var í útvarpi- num, var í oktober í 1969, og síðani hava verið 60 sendingar. Eftir ta fyrstu sendingina fekk eg bara eitt bræv og var eitt sindur illa við, tí eg helt, at undirtøkan fór at vera so lítil, men longu eftir aðru sendingina komu 15 brøv, og tað plagar at liggja um 10 - 15 brøv, onkuntíð upp i 20. Orðabókin hevur havt nógvar trúgvar brævskriv- arar, sigur Jóhan Hendrik, meðan hann blaðar gjøgn- um tað rúgvismikla til- farið, sum hann hevur liggjandi frá hesum send- ingum, og hann nevnir onkur nøvn, sum hann kemur framá: Óli Reinert í Norðadali og Magnus Gaard í Oyndarfirði, sum nú báðir eru deyðir. Forn orð undan kavi - Roknar tú við, at alt til- farið, sum tú fært send- andi til orðabókina, er á- litandi? - Hatta er ein spuming- ur, sum eg sjálvandi havi hugsað um. Vit hava nógv tilfar í orðasavninum frammanundan at bera saman við, og eg hugsi ikki, at eg havi verið svik- in av tilfarinum. Tað eru summi orð, sum kunnu av- markast til eitt ávíst øki, ella orð, sum t.d. bert eitt fólk hevur nýtt, men hetta kemur alt í savnið, og so verður støða tikin til tað, tá tann stóra orðabókin einaferð skal koma út. Tá verður eisini viðmerkt, hvaðani orðið er. - Gjøgnum sendingamar í útvarpinum em orð kom- in undan kavi, sum eg ikki droymdi um vóm til á føroyskum, men sum vit kendu aftur við at bera saman við fornmálið. Eitt slíkt orð er «ón», sum er fyriseting og merkir «utt- an». Vit kenna orðið eisini úr íslendskum, har tað eitur «án». - Hetta orðið fekk eg frá einum manni, sum hevði hoyrt ein gamlan hattvík- ing, Árant, siga: Bamið kundi ikki mammu sína ón. T.e. bamið kundi ikki vera mammu sína fyriutt- an. Hetta er fyrstu ferð, at hetta orðið er uppskrivað í Føroyum, eg spurdi fleiri ferðir um tað í útvarpi- num, men fekk einki svar. Nógv orð ikki uppskrivað - Eg havi ofta nýtt orða- bókina hjá Svabo, tá eg havi spurt um orð í út- varpinum, og nógv orð, sum vit bert hava kent frá uppskriftini hjá Svabo, hava víst seg at verið liv- andi framvegis. - Heldur tú, at nógv gomul orð, sum tit ikki hava í savninum, eru á lívi framvegis? - Ja, tað er einki at ivast í, at tað er ein hópur av gomlum orðum, sum ikki em uppskrivað. Men vit vita ikki, hvussu vit skulu fáa fatur á teimum. Tað er ikki sjáldsamt, at fólk, sum em komin nakað upp í árini, knappliga siga okk- urt orð, sum hevur ligið á botni leingi. Fróðskaparsetrið á Debessartrøð

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.