Tíðindablaðið - 08.01.1975, Síða 3

Tíðindablaðið - 08.01.1975, Síða 3
« TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 8. januar 1975 Síða 3 * LESARIN SKRIVAR Bert lesarabrøu uið nauni undir koma í blaðið. Tolin trívst í leiðaragrein í Dimma- lætting sjálvan gamlaárs- dag viðgerð blaðið lands- stýrissetanina og fólka- tingsvalið, og útleggur uppstillingina hjá Atla Dam sum eitt slag av maktstríði, og ger av frammanundan, hvør vald- ur verður. Nú átti so gløggur maður sum blað- stjóri Dimmalættingar at vita, at onkur vismaður onkuntíð hevur sagt, at tað altið er vandamikið at spáa um tað, sum liggur fyri framman. Persónliga havi eg ilt við at trúgva, at Atli hevur latið seg upp- stilla móti nøkrum vissum persóni á listanum, heldur av aðrari orsøk — hóast tað væl kann sigast, at hann avgjørt ikki átti at verið valevni, tí tað hevur síðan valið var av staðið honum møguleiki at gerast Føroya løgmaður — tí átti ein tílík ilgitan ikki at átt møguleika at stinga seg upp. Sjálvsagt hevur Atli loyvi at stilla seg upp sum fólkatingsvalevni, men hesaferð var tað honum als ikki so heilt umráðandi, tí fáur ella eingin kann vera meir enn eitt stað í senn. Nú skerst tað illa burt- ur, at Dimma ikki hevur aftrað seg við at vera Jó- han heldur persónliga nær- gongd, so stuttmint eru fólk nú neyvan, so persón- liga ivist eg ikki i, at Dimma hevur ein vissan stuttleika í, at Atli hevur stillað seg upp. Nú dámar mær illa at gera mun millum hesar báðar framstandandi floksbrøður. Men skal eg vera sannleikanum trúgv- ur, ber mær illa til at siga annað enn, at fáur fólka- tingsmaður hevur sum Jó- han Nielsen — undantikin landstingsmaður Poul Niclasen, sáli, ið var lands- tingsmaður frá 1936—53 — verið landsmonnum heima sum burt eins hjálp- samur, tí mangan hevur hjálp á ymiskan hátt verið neyðug. Hetta við at hjálpa hevur verið Jóhan til fvrimunar við at hava bústað í Danmark. Blaðstjóri Dimmalætt- ingar veit líka væl sum nakar annar, at higartil hevur einki føroyskt fólka- tingsvalevni fingið so stórt persónligt atkvøðutal sum Jóhan! Nú hevur Dimma líka- leiðis frammanundan gjørt av, at Vinstra kemur so væl frá valinum, at Poul Hartling kemur at halda fram sum statsministari, hetta er eisini ov tíðliga avgjørt, tí hetta fáa vit alt greiði á valdagin 9. í hesum. Vit javnaðarfólk í Danmørk sum i Føroyum vóna eitt gott val fyri danska J avnaðarflokkin eins og vit vóna fyri Føroya Javnaðarflokk! Persónliga hevði tað sømt Atla betur at sett landsstýrið áðrenn fólka- tingsvalið'. D.J. Sørensen Tað er neyðugt at sigla Tiðir skifta, umstøður broytast. í vissan mun mugu vit laga okkum eftir viður- skiftunum, uttan harfyri at koyra alt tað gamla «á vestfallið». Vit krevja t.d. av einum manni, ið vil lesa til skip- ara, at hann skal hava siglt so og so leingi, áðrenn hann kann koma á skúla. Hetta hevur í dag einki at gera við tey upptøku- Hiti — Sanitet Vit átaka okkum alt vanligt hita- og sanitetsarbeiði. Installeran av hitaverki í nýggj og gomul hús. Utskiftan av ketlum. Útskiftan av heittvatnsrørum frá galvaniseraðum rørum til koparrør. Útskiftan av cirkulasjónspumpum. Útskiftan av kranum og blandings- battaríum. Útskiftan av oljufýringum. Reinsan av ketlum og justeran av oljufýringum. Vit føra ta góðu og drift- sikru Esso G 4 oljufýring- ina. Vit átaka okkum alt vanligt rør- og sanitets- arbeiði. Kundum okkara ynskja vit gott nýttár og takka fyri 1974. Thomas J. Askham Hiti-Sanitet Aut. rørleggjari tlf. 231.3812 Sørvágur krøv, ið krevjast á vissum skúlum, við tað, at tey krøvini snúgva seg um, hvat maðurin skal hava lært, fyri at vera upptikin á skúlan. Hvat lærir ein maður t.d. í dag av at standa í einum egningarskúri eini tvey ár? Á útróðrarpláss- um duga dreingirnir at egna 7 ára gamlir. Sjálvandi skal ein maður hava silgt eina vissa tíð, áðrenn hann verður skip- ari, men tað skuldi ikki verið neyðugt, at hann sigldi, áðrenn hann las. Tað skuldi staðið til mann- in sjálvan, um hann vildi lisið, áðrenn hann sigldi, ella hann vildi siglt eina tíð, áðrenn hann las. Løgd- u vit siglingartíðina aftaná lesturin, kundu vit stytt eitt sindur um hana. Nógv verður tosað um at gera skúlan meira før- oyskan enn hann er, hvat so teir menn, ið rópa hart um hetta meina við tað. Sjálvt grundarlagið undir skúlanum man vera so toluliga tað sama, ikkibert í Norðanlondum, men um allan tann sokallaða «men- taða» heimin. Hvussu vit útbyggja skúlan í seinra enda, tað er eitt annað, men liggja vit ikki og mest at siga bert skriva av eftir øðrum? Hví ikki lata ein drong, sum hevur hug til tað, lesa til skipara bein- anvegin í (ella úr) skúla- num? Kann ein drongur lesa til skipara í einum vanligum barnaskúla? nei, ikki sum okkara skúla- skipan er, men hví ikki skipa okkara skúla soleið- is, at hann kann gera tað? Skúlalærarar eru ment- aðir menn, og siglingar- læran er í sjálvum sær an- vend matematikk, so tað skuldi ikki verið nakar stórur spurningur. Vísir tað seg so seinri, at summ- ir av hesum dreingjum Framhald á bls. 5 Føðingar 19. desember fingu Eydna Mikkelsen í Vestmanna og Olaf Larsen ein son. 20. desember fingu Hanna og Jafet Ras- mussen á Strondum tvíburðar, tveir synir. 20. desember fingu Thurid og Óli Olsen á Toftum ein son. 24. desember fingu Katrin og Gudmund Jacobsen, Tjarnardeild 11 í Havn, ein son. 25. desember fingu Herborg og Per Hansen á Glyvrum eina dóttir. 26. desember fingu Ása og Oddur Johan- sen, Torfinsgøtu 12 í Havn, eina dóttir. 27. desember fingu Arnleyg og.Carl Mikk- elsen í Hpyvík eina dóttir. 30. desember fingu Helena og . . Kristian Samuelsen í Haldórsvík eina dóttir. 1. januar fingu Sólvá Thomassen og Niels Egholm í Sørvági eina dóttir. 2. januar fingu Arn- leyg og Per Hansen i Søldarfirði eina dóttir. 2. januar fingu Jóna og Ingolf Rasmussen í Frederiksháb eina dótt- ir. 4. januar fingu Sól- run og Hans Tausen Olsen í Runavík eina dóttir. 5. januar fingu Ebba og Jákup Joensen á Oyrabakka eina dóttir. 70 ár 1 gjár, 7. januar, fylti Ahlen Viderø á Viðar- eiði 70 ár. Ahlen er ar- beiðsmaður. Hann gift- ist í 1929 við Annu Helenu. 65 ár 3. januar fylti Frederik Hansen í Søldarfirði 65 ár. Frederik, sum er ættaður úr Lorvík, er kendur millum manna fyri sítt arbeiði fyri kor- ini hjá arbeiðsmonnum og fiskimonnum. Hann kom rættuliga fram fyrst í 50unum, tá tær ringu tíðirnar vóru, og arbeiðsmenn og fiski- menn troðkaðu á fyri at fáa síni krøv framd. Frederik hevur i mong ár verið við í leiðsluni fyri Fiskimannafelagið. Mest man hann tó vera kendur frá løgting- inum. Hann varð vald- ur á ting av tjóðveldis- flokkinum í Eysturoy- nni í 1954 og umboðaði flokkin í 16 ár. Hann hevur eisini í nógv ár NYTT UM NØVN verið limur í fyrst Nes Kommunustýri og síð- ani Runavíkar Býráð. Frederik giftist í 1934 við Andreu, og børn teirra eru: Jóannes, Hanus, Malena, Kristi- an og Karstin. Andlát Nýggjársdag andaðist Fia Lamba í Miðvági, 68 ára gomul. Umframt at vera kona í húsinum hevði Fía tað arbeiði at ganga við posti. Hon giftist í 1941 við Elias Lamba, og børn teirra eru Arne, Hanna og Rólant. Nýggjársdag andaðist Súsanna Frederikka Davidsen í Sørvági, 93 ára gomul. Hon var fødd á Válinum og gjørdist einkja í 1964, tá maður hennara, An- dreas, doyði. Tey fingu 5 børn: Niels Jákup, Dávur, tvíburðarnir Meinhard og Kristiann- a, og Jóhanna. Bert Meinhard og Jóhanna eru á lívi. 3. januar andaðist Jógvan Mortensen í Keypmannahavn, 66 ára gamal. Hann var ættaður av Tvøroyri. 4. januar andaðist Magnus Samuelsen — Magnus í Horni — í Havn, 71 ára gamal. Hann starvaðist sum hitameistari á Lands- sjúkrahúsinum. Magnus giftist í 1931 við Sannu av Viðareiði. Børn teirra, sum øll búgva í Havn, eru: Ing- ibjørg, Andrias, Símin, Dánjal, Ásla. Bjarni og Jóhan.

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.