Tíðindablaðið - 08.01.1975, Qupperneq 3
«
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 8. januar 1975
Síða 3
*
LESARIN SKRIVAR
Bert lesarabrøu uið nauni undir koma í blaðið.
Tolin trívst
í leiðaragrein í Dimma-
lætting sjálvan gamlaárs-
dag viðgerð blaðið lands-
stýrissetanina og fólka-
tingsvalið, og útleggur
uppstillingina hjá Atla
Dam sum eitt slag av
maktstríði, og ger av
frammanundan, hvør vald-
ur verður. Nú átti so
gløggur maður sum blað-
stjóri Dimmalættingar at
vita, at onkur vismaður
onkuntíð hevur sagt, at
tað altið er vandamikið at
spáa um tað, sum liggur
fyri framman. Persónliga
havi eg ilt við at trúgva, at
Atli hevur latið seg upp-
stilla móti nøkrum vissum
persóni á listanum, heldur
av aðrari orsøk — hóast
tað væl kann sigast, at
hann avgjørt ikki átti at
verið valevni, tí tað hevur
síðan valið var av staðið
honum møguleiki at gerast
Føroya løgmaður — tí átti
ein tílík ilgitan ikki at átt
møguleika at stinga seg
upp.
Sjálvsagt hevur Atli
loyvi at stilla seg upp sum
fólkatingsvalevni, men
hesaferð var tað honum als
ikki so heilt umráðandi, tí
fáur ella eingin kann vera
meir enn eitt stað í senn.
Nú skerst tað illa burt-
ur, at Dimma ikki hevur
aftrað seg við at vera Jó-
han heldur persónliga nær-
gongd, so stuttmint eru
fólk nú neyvan, so persón-
liga ivist eg ikki i, at
Dimma hevur ein vissan
stuttleika í, at Atli hevur
stillað seg upp.
Nú dámar mær illa at
gera mun millum hesar
báðar framstandandi
floksbrøður. Men skal eg
vera sannleikanum trúgv-
ur, ber mær illa til at siga
annað enn, at fáur fólka-
tingsmaður hevur sum Jó-
han Nielsen — undantikin
landstingsmaður Poul
Niclasen, sáli, ið var lands-
tingsmaður frá 1936—53
— verið landsmonnum
heima sum burt eins hjálp-
samur, tí mangan hevur
hjálp á ymiskan hátt verið
neyðug. Hetta við at
hjálpa hevur verið Jóhan
til fvrimunar við at hava
bústað í Danmark.
Blaðstjóri Dimmalætt-
ingar veit líka væl sum
nakar annar, at higartil
hevur einki føroyskt fólka-
tingsvalevni fingið so stórt
persónligt atkvøðutal sum
Jóhan!
Nú hevur Dimma líka-
leiðis frammanundan gjørt
av, at Vinstra kemur so
væl frá valinum, at Poul
Hartling kemur at halda
fram sum statsministari,
hetta er eisini ov tíðliga
avgjørt, tí hetta fáa vit alt
greiði á valdagin 9. í
hesum. Vit javnaðarfólk í
Danmørk sum i Føroyum
vóna eitt gott val fyri
danska J avnaðarflokkin
eins og vit vóna fyri
Føroya Javnaðarflokk!
Persónliga hevði tað
sømt Atla betur at sett
landsstýrið áðrenn fólka-
tingsvalið'.
D.J. Sørensen
Tað er neyðugt at sigla
Tiðir skifta, umstøður
broytast.
í vissan mun mugu vit
laga okkum eftir viður-
skiftunum, uttan harfyri
at koyra alt tað gamla «á
vestfallið».
Vit krevja t.d. av einum
manni, ið vil lesa til skip-
ara, at hann skal hava
siglt so og so leingi, áðrenn
hann kann koma á skúla.
Hetta hevur í dag einki
at gera við tey upptøku-
Hiti — Sanitet
Vit átaka okkum alt vanligt
hita- og sanitetsarbeiði.
Installeran av hitaverki í nýggj og
gomul hús.
Utskiftan av ketlum.
Útskiftan av heittvatnsrørum frá
galvaniseraðum rørum til koparrør.
Útskiftan av cirkulasjónspumpum.
Útskiftan av kranum og blandings-
battaríum.
Útskiftan av oljufýringum.
Reinsan av ketlum og justeran av
oljufýringum.
Vit føra ta góðu og drift-
sikru Esso G 4 oljufýring-
ina. Vit átaka okkum alt
vanligt rør- og sanitets-
arbeiði.
Kundum okkara ynskja vit gott
nýttár og takka fyri 1974.
Thomas J. Askham
Hiti-Sanitet
Aut. rørleggjari
tlf. 231.3812 Sørvágur
krøv, ið krevjast á vissum
skúlum, við tað, at tey
krøvini snúgva seg um,
hvat maðurin skal hava
lært, fyri at vera upptikin
á skúlan.
Hvat lærir ein maður
t.d. í dag av at standa í
einum egningarskúri eini
tvey ár? Á útróðrarpláss-
um duga dreingirnir at
egna 7 ára gamlir.
Sjálvandi skal ein maður
hava silgt eina vissa tíð,
áðrenn hann verður skip-
ari, men tað skuldi ikki
verið neyðugt, at hann
sigldi, áðrenn hann las.
Tað skuldi staðið til mann-
in sjálvan, um hann vildi
lisið, áðrenn hann sigldi,
ella hann vildi siglt eina
tíð, áðrenn hann las. Løgd-
u vit siglingartíðina aftaná
lesturin, kundu vit stytt
eitt sindur um hana.
Nógv verður tosað um
at gera skúlan meira før-
oyskan enn hann er, hvat
so teir menn, ið rópa hart
um hetta meina við tað.
Sjálvt grundarlagið undir
skúlanum man vera so
toluliga tað sama, ikkibert
í Norðanlondum, men um
allan tann sokallaða «men-
taða» heimin. Hvussu vit
útbyggja skúlan í seinra
enda, tað er eitt annað,
men liggja vit ikki og mest
at siga bert skriva av eftir
øðrum? Hví ikki lata ein
drong, sum hevur hug til
tað, lesa til skipara bein-
anvegin í (ella úr) skúla-
num? Kann ein drongur
lesa til skipara í einum
vanligum barnaskúla? nei,
ikki sum okkara skúla-
skipan er, men hví ikki
skipa okkara skúla soleið-
is, at hann kann gera tað?
Skúlalærarar eru ment-
aðir menn, og siglingar-
læran er í sjálvum sær an-
vend matematikk, so tað
skuldi ikki verið nakar
stórur spurningur. Vísir
tað seg so seinri, at summ-
ir av hesum dreingjum
Framhald á bls. 5
Føðingar
19. desember fingu
Eydna Mikkelsen í
Vestmanna og Olaf
Larsen ein son.
20. desember fingu
Hanna og Jafet Ras-
mussen á Strondum
tvíburðar, tveir synir.
20. desember fingu
Thurid og Óli Olsen á
Toftum ein son.
24. desember fingu
Katrin og Gudmund
Jacobsen, Tjarnardeild
11 í Havn, ein son.
25. desember fingu
Herborg og Per Hansen
á Glyvrum eina dóttir.
26. desember fingu
Ása og Oddur Johan-
sen, Torfinsgøtu 12 í
Havn, eina dóttir.
27. desember fingu
Arnleyg og.Carl Mikk-
elsen í Hpyvík eina
dóttir.
30. desember fingu
Helena og . . Kristian
Samuelsen í Haldórsvík
eina dóttir.
1. januar fingu Sólvá
Thomassen og Niels
Egholm í Sørvági eina
dóttir.
2. januar fingu Arn-
leyg og Per Hansen i
Søldarfirði eina dóttir.
2. januar fingu Jóna
og Ingolf Rasmussen í
Frederiksháb eina dótt-
ir.
4. januar fingu Sól-
run og Hans Tausen
Olsen í Runavík eina
dóttir.
5. januar fingu Ebba
og Jákup Joensen á
Oyrabakka eina dóttir.
70 ár
1 gjár, 7. januar, fylti
Ahlen Viderø á Viðar-
eiði 70 ár. Ahlen er ar-
beiðsmaður. Hann gift-
ist í 1929 við Annu
Helenu.
65 ár
3. januar fylti Frederik
Hansen í Søldarfirði 65
ár. Frederik, sum er
ættaður úr Lorvík, er
kendur millum manna
fyri sítt arbeiði fyri kor-
ini hjá arbeiðsmonnum
og fiskimonnum. Hann
kom rættuliga fram
fyrst í 50unum, tá tær
ringu tíðirnar vóru, og
arbeiðsmenn og fiski-
menn troðkaðu á fyri at
fáa síni krøv framd.
Frederik hevur i mong
ár verið við í leiðsluni
fyri Fiskimannafelagið.
Mest man hann tó
vera kendur frá løgting-
inum. Hann varð vald-
ur á ting av tjóðveldis-
flokkinum í Eysturoy-
nni í 1954 og umboðaði
flokkin í 16 ár. Hann
hevur eisini í nógv ár
NYTT
UM NØVN
verið limur í fyrst Nes
Kommunustýri og síð-
ani Runavíkar Býráð.
Frederik giftist í 1934
við Andreu, og børn
teirra eru: Jóannes,
Hanus, Malena, Kristi-
an og Karstin.
Andlát
Nýggjársdag andaðist
Fia Lamba í Miðvági,
68 ára gomul. Umframt
at vera kona í húsinum
hevði Fía tað arbeiði at
ganga við posti. Hon
giftist í 1941 við Elias
Lamba, og børn teirra
eru Arne, Hanna og
Rólant.
Nýggjársdag andaðist
Súsanna Frederikka
Davidsen í Sørvági, 93
ára gomul. Hon var
fødd á Válinum og
gjørdist einkja í 1964,
tá maður hennara, An-
dreas, doyði. Tey fingu
5 børn: Niels Jákup,
Dávur, tvíburðarnir
Meinhard og Kristiann-
a, og Jóhanna. Bert
Meinhard og Jóhanna
eru á lívi.
3. januar andaðist
Jógvan Mortensen í
Keypmannahavn, 66
ára gamal. Hann var
ættaður av Tvøroyri.
4. januar andaðist
Magnus Samuelsen —
Magnus í Horni — í
Havn, 71 ára gamal.
Hann starvaðist sum
hitameistari á Lands-
sjúkrahúsinum.
Magnus giftist í 1931
við Sannu av Viðareiði.
Børn teirra, sum øll
búgva í Havn, eru: Ing-
ibjørg, Andrias, Símin,
Dánjal, Ásla. Bjarni og
Jóhan.