Tíðindablaðið - 08.01.1975, Side 6
Síða 6
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 8. januar 1975
STUTT
UTTANEFTIR
Skerja ikki
i f ramleiðsluna
Tveir arabiskir oljuráð-
harrar hava sagt, at
vandi kann vera fyri, at
oljuframleiðslan verður
skerd ov nógv. Oljuráð-
harrarnir í Kuwait og í
teimum Sameindu ar-
abisku Emiratunum
hava báðir sagt, at
hetta kann gera alstór-
an skaða fyri ídnaðar-
londini. Oljuráðharrin
úr arabisku Emiratun-
um segði, at har er
ongin ætlan um at
skerja oljuframleiðsl-
una, og oljuráðharrin í
Kuwait segði, at verður
framleiðslan skerd, fer
hetta bert at økja um
vandan fyri einum
kríggi ímóti oljufram-
leiðarunum.
Arbeiðsloysið
veksur
Arbeiðsloysið i USA er
nú so stórt, sum tað
ikki hevur verið síðani
1961. í farna mánað lá
tað omanfyri 7 prosent
og nú eru 6,5 miljónir
av amerikanarum ar-
beiðsleysir. Menn
vænta, at arbeiðsloysið
í USA fer at koma upp
til 8 prosent seinni í ár,
og hetta verður ein av
teimum mest týðandi
spumingum, sum kon-
gressin skal viðgera, tá
hon um nakrar dagar
kemur samanaftur. Hó-
ast arbeiðsloysið ikki er
so stórt sum tað var í
kreppuni millum krígg-
ini, so meta menn støð-
una at vera ógvuliga ál-
varsliga av tí at talið á
arbeiðsleysum er vaksið
so ógvuliga skjótt. í
desember vaks talið á
arbeiðsleysum við
450.000.
Torført at
kappast
Bretski forsætisráð-
harrin, Harold Wilson,
hevur sagt, at sum
støðan er í dag hevur
landið ikki ráð til at lata
framleiðsluna dýrka við
órímuligum lønarkrøv-
um. í eini røðu í sínum
valdømi í Liverpool
fanst Wilson at arbeiðs-
monnum innan bilidn-
aðin — serstakliga í
Leyland — fyri tey
Sverkføll, teir hava skip-
að fyri. Hann segði, at
hetta ger sítt til, at tað
er torført hjá bretska
bilídnaðinum at kapp-
ast við útlendska fram-
leiðslu. Wilson segði, at
stjórnin kann ikki í
framtiðini rættvísgera
sína hjálp til virkir, ið
koma í trupulleikar or-
sakað av slíkum verk-
føllum.
Málið verður
kannað
Gerald Ford forseti
hevur boðað frá, at
hann hevur sett eina
serstaka nevnd, ið skal
kanna skuldsetingarnar
ímóti CIA um at hesin
stovnur hevur njósnast
ímóti amerikanarum.
Henda nevnd skal taka
støðu til, um CIA hevur
gjørt nakað ólógligt ella
ikki. Eygleiðarar siga,
at tað er týðuligt, at
Ford roknar við tí møg-
uleika at CIA hevur
brotið lógina. Gerald
Ford segði eisini, at
amerikanska løgmála-
ráðið hevur kannað
henda spurningin síðani
skuldsetingarnar ímóti
CIA komu fram í New
York Times. Tað er
Nelson Rockefeller,
varaforseti, sum skal
standa á odda fyri
kanningarnevndini.
Skal vitja
Amman
Úr Kairo verður sagt,
at Anwar Sadat forseti í
Egyptalandi skal um
stutta tið til Jordan at
vitja eftir innbjóðing
frá Hussein kongi. Inn-
bjóðingin varð handað
Sadat av jordanska for-
sætisráðharranum, Ri-
fai, sum hevur verið í
Kairo og tingast við
uttanríkisráðharrarnar
í Egyptalandi og Sýria-
landi og ein umboðs-
mann fyri palestinska
frælsisfelagsskapin.
Hesin fundurin endaði
við eini avgerð um, at
teir skulu hittast aftur í
Damaskus næsta mán-
adag. Tíðindamenn sig-
a, at tað sær ikki út til,
at nógv er komið burt-
urúr hesum fundi. Ó-
semjan sær út til at
vera stór millum jor-
dansku stjómina og
palestinsku partisanar-
nar, sum krevja at
sleppa at gera atsóknir
á ísrael frá sínum goml-
u støðum í Jordan.
Ráðharrafundur
í Oslo
Norski forsætisráð-
harrin, Trygve Bratteli
hevur boðið forsætis-
ráðharrunum í hinum
norðurlondum til for-
sætisráðharra fund í
Oslo tann 31. januar.
Fundurin verður hildin
nakrar dagar áðrenn
norski forsætisráðharr-
in fer á almenna vitjan
til Tánzania og Zambia.
Aftur møguleiki
hjá Kissinger
at royna semju
Israel til reiðar at taka
seg nakað aftur á Sinai
Anwar Sađat forseti í Eg-
yptalandi hevur sagt, at
eitt nýtt tíðarskeið byrjar í
viðurskiftunum millum
Sovjetsamveldið og Eg-
yptaland, tá Leonid Brezj-
nev aðalskrivari kemur til
Egyptalands á vitjan.
Flestu eygleiðarar siga tó,
at nú vitjanin er útsett í
óavmarkaða tíð, fær Henr-
y Kissinger ein nýggjan
møguleika at royna seg
sum semingsmann.
Tað var væntað, at vitj-
anin hjá Brezjnev skuldi
føra til eitt sovjettiskt lyfti
um størri vápnahjálp til
Egyptaland. Eitt, sum
merkir viðurskiftini í Mið-
eystri nógv í dag er, at
menn vænta eitt nýtt
kríggj har um stutta tíð.
Tá boðað varð frá, at
sovjettiski aðalskrivarin
hevði útsett vitjanina vóru
tað fleiri, sum gittu, at
hetta komst av, at Anwar
Sadat hevði sýtt fyri at
gjalda tann prís, sum Sov-
jetsamveldið legði á fyri at
taka uppaftur størri sam-
vinnu millum tey bæði
londini. Egyptisk bløð
skrivaðu, at atvoldin til
útsetanina var, at Leonid
Brezjnev var ov sjúkur at
fara út at ferðast.
Ikki nóg nógv
álopsvápn
Hvør grundin enn er, so
verður hildið, at Kissinger
nú aftur hevur ein møgu-
leika at royna at fáa í lag
samráðingar millum ísrael
og arabaralondini.
Stjómin í Moskva hevur
ikki somu møguleikar her
sum i Washington, av tí at
sovjettiska stjómin verður
ikki viðurkend av báðum
pørtum. Hinvegin hevur
Sovjetsamveldið ikki vilj-
að givið arabamnum tey á-
lopsvápn, sum neyðug eru,
fyri at teir kunnu vinna ein
hernaðarligan sigur. Leo-
nid Brezjnev kann vera
komin til tað úrslit, at vitj-
an hansara til Kaíro kundi
ikki føra til nakran friðar-
sáttmála í Miðeystri.
Stjórnin í Moskva hevur
sagt, at Geneve-fundurin
eigur at verða kallaður
saman aftur so skjótt sum
møguligt. Men tað kann
eisini vera, at russar em til
reiðar at geva Kissinger
ein møguleika aftrat.
Um amerikanararnir her
vinna ein diplomatiskan
sigur, so halda sovjettisku
leiðararnir kanska, at hes-
in prisur er ikki ov høgur
hjá teimum at gjalda fyri
Samstundis sum flestu
lond í heiminum royna at
vinna á inflatiónini hava
ráðharrar úr tveimum olju-
londum sagt, at teir ynskj-
a ikki at skerja oljufram-
leiðsluna. Hesi orð frá
oljuráðharmnum i Kuwait
og sameindu arabisku Em-
iratunum koma heldur ikki
ov tíðliga.
Tað eru daprir spádóm-
ar, sum eru komnir frá
leiðandi monnum í Vestur-
europa nú um ársskiftið. I
USA er arbeiðsloysið kom-
ið upp á 6,5 prosent. Tað
em seks og ein hálv miljón
av amerikanarum í dag,
sum onki arbeiði hava.
Teir hækkaðu oljuprísirnir
at sleppa undan einum
kríggi.
Ikki boðið
nóg mikið
Har sum møguleikarnir
eru bestir fyri at fáa nakað
burturúr samráðingum er
millum ísrael og Egypta-
land. ísraelska stjórnin
hevur sagt, at hon er til
reiðar at taka herfólk sítt
hava eisini ført til arbeiðs-
loysi í Vesturtýsklandi,
har tað serliga er bilídnað-
urin, sum er raktur.
Hetta sama dapra útlit
er eisini at finna i nógvum
øðmm londum, bæði í Eu-
ropa og aðrastaðni við.
Australia hevur ongantíð
fyrr havt so stóra inflatión
sum júst nú, og arbeiðs-
loysið hevur ongatíð ve'rið
so stórt síðani seinna
heimskríggj.
Innrás í
oljulondini
Tað em fleiri menn — ser-
liga amerikanarar — sum
nakað aftur á Sinai, um
Egyptaland aftur fyri vil
slaka á ti politiska økin-
um.
Nú vitjanin hjá Brezj-
nev til Kairo fyribils er út-
sett, fær Henry Kissinger
betri tíð til at kanna,
hvørjar møguleikar hetta
ber í sær.
I hesi vikuni fer ísraelski
uttanríkisráðharrin, Yigal
Allon, til Washington.
Hann hevur sagt, at tað er
neyðugt hjá ísrael at
sleppa at varðveita partar
av Sinai, bæði av trygdar-
orsøkum og fyri at hava
meira at slaka uppá undir
komandi samráðingum.
Men tað tykist kortini
ikki, at ísrael hevur boðið
nóg mikið til at fáa Sadat
at slaka. Hann stendur
eisini í tí støðu, at hann má
ikki geva hinum arabisku
londunum varhugan av, at
hann ætlar at svikja Sýria-
land ella palestinska fólk-
ið.
hava sagt, at tann hættis-
liga búskaparliga støðan
má føra til móttiltøk imóti
oljulondunum í Miðeystri.
Sjálvt Henry Kissinger
hevur alment talað um
møguleikan fyri amerik-
anskari hernaðarligari
uppilegging i Miðeystri.
Eitt slíkt stig kemur ikki
til umhugsunar uttan
støðan er vorðin ógvuliga
álvarslig, segði hann.
Hvørki japanarar ella
europearar hava sett fram
slík sjónarmið. Teir hava
sagt, at nógv meira eigur
at kunna vinnast við sam-
arbeiði við tey londini,
sum framleiða olju.
Spurningurin er í dag,
hvussu tað fer at eydnast
at fáa tann nógva pening,
ið goldin verður fyri olju,
at koma aftur til ídnaðar-
londini. Tað eru nógvir,
sum hava vónir um, at
hetta fer at eydnast.
Seinni í hesum mánanum
skal altjóða valutagrunn-
urin hava fund um henda
spurning, og hetta verður
roknað at vera ein sera
týðandi fundur.
Henry Kissinger, uttanríkisráðharri, hevur ferð eftir ferð verið í
Kairo og tingast við Anwar Sadat, forseta
Daprir spá-
dómar um
ársskiftið
*
♦