Tíðindablaðið - 08.01.1975, Page 6

Tíðindablaðið - 08.01.1975, Page 6
Síða 6 TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 8. januar 1975 STUTT UTTANEFTIR Skerja ikki i f ramleiðsluna Tveir arabiskir oljuráð- harrar hava sagt, at vandi kann vera fyri, at oljuframleiðslan verður skerd ov nógv. Oljuráð- harrarnir í Kuwait og í teimum Sameindu ar- abisku Emiratunum hava báðir sagt, at hetta kann gera alstór- an skaða fyri ídnaðar- londini. Oljuráðharrin úr arabisku Emiratun- um segði, at har er ongin ætlan um at skerja oljuframleiðsl- una, og oljuráðharrin í Kuwait segði, at verður framleiðslan skerd, fer hetta bert at økja um vandan fyri einum kríggi ímóti oljufram- leiðarunum. Arbeiðsloysið veksur Arbeiðsloysið i USA er nú so stórt, sum tað ikki hevur verið síðani 1961. í farna mánað lá tað omanfyri 7 prosent og nú eru 6,5 miljónir av amerikanarum ar- beiðsleysir. Menn vænta, at arbeiðsloysið í USA fer at koma upp til 8 prosent seinni í ár, og hetta verður ein av teimum mest týðandi spumingum, sum kon- gressin skal viðgera, tá hon um nakrar dagar kemur samanaftur. Hó- ast arbeiðsloysið ikki er so stórt sum tað var í kreppuni millum krígg- ini, so meta menn støð- una at vera ógvuliga ál- varsliga av tí at talið á arbeiðsleysum er vaksið so ógvuliga skjótt. í desember vaks talið á arbeiðsleysum við 450.000. Torført at kappast Bretski forsætisráð- harrin, Harold Wilson, hevur sagt, at sum støðan er í dag hevur landið ikki ráð til at lata framleiðsluna dýrka við órímuligum lønarkrøv- um. í eini røðu í sínum valdømi í Liverpool fanst Wilson at arbeiðs- monnum innan bilidn- aðin — serstakliga í Leyland — fyri tey Sverkføll, teir hava skip- að fyri. Hann segði, at hetta ger sítt til, at tað er torført hjá bretska bilídnaðinum at kapp- ast við útlendska fram- leiðslu. Wilson segði, at stjórnin kann ikki í framtiðini rættvísgera sína hjálp til virkir, ið koma í trupulleikar or- sakað av slíkum verk- føllum. Málið verður kannað Gerald Ford forseti hevur boðað frá, at hann hevur sett eina serstaka nevnd, ið skal kanna skuldsetingarnar ímóti CIA um at hesin stovnur hevur njósnast ímóti amerikanarum. Henda nevnd skal taka støðu til, um CIA hevur gjørt nakað ólógligt ella ikki. Eygleiðarar siga, at tað er týðuligt, at Ford roknar við tí møg- uleika at CIA hevur brotið lógina. Gerald Ford segði eisini, at amerikanska løgmála- ráðið hevur kannað henda spurningin síðani skuldsetingarnar ímóti CIA komu fram í New York Times. Tað er Nelson Rockefeller, varaforseti, sum skal standa á odda fyri kanningarnevndini. Skal vitja Amman Úr Kairo verður sagt, at Anwar Sadat forseti í Egyptalandi skal um stutta tið til Jordan at vitja eftir innbjóðing frá Hussein kongi. Inn- bjóðingin varð handað Sadat av jordanska for- sætisráðharranum, Ri- fai, sum hevur verið í Kairo og tingast við uttanríkisráðharrarnar í Egyptalandi og Sýria- landi og ein umboðs- mann fyri palestinska frælsisfelagsskapin. Hesin fundurin endaði við eini avgerð um, at teir skulu hittast aftur í Damaskus næsta mán- adag. Tíðindamenn sig- a, at tað sær ikki út til, at nógv er komið burt- urúr hesum fundi. Ó- semjan sær út til at vera stór millum jor- dansku stjómina og palestinsku partisanar- nar, sum krevja at sleppa at gera atsóknir á ísrael frá sínum goml- u støðum í Jordan. Ráðharrafundur í Oslo Norski forsætisráð- harrin, Trygve Bratteli hevur boðið forsætis- ráðharrunum í hinum norðurlondum til for- sætisráðharra fund í Oslo tann 31. januar. Fundurin verður hildin nakrar dagar áðrenn norski forsætisráðharr- in fer á almenna vitjan til Tánzania og Zambia. Aftur møguleiki hjá Kissinger at royna semju Israel til reiðar at taka seg nakað aftur á Sinai Anwar Sađat forseti í Eg- yptalandi hevur sagt, at eitt nýtt tíðarskeið byrjar í viðurskiftunum millum Sovjetsamveldið og Eg- yptaland, tá Leonid Brezj- nev aðalskrivari kemur til Egyptalands á vitjan. Flestu eygleiðarar siga tó, at nú vitjanin er útsett í óavmarkaða tíð, fær Henr- y Kissinger ein nýggjan møguleika at royna seg sum semingsmann. Tað var væntað, at vitj- anin hjá Brezjnev skuldi føra til eitt sovjettiskt lyfti um størri vápnahjálp til Egyptaland. Eitt, sum merkir viðurskiftini í Mið- eystri nógv í dag er, at menn vænta eitt nýtt kríggj har um stutta tíð. Tá boðað varð frá, at sovjettiski aðalskrivarin hevði útsett vitjanina vóru tað fleiri, sum gittu, at hetta komst av, at Anwar Sadat hevði sýtt fyri at gjalda tann prís, sum Sov- jetsamveldið legði á fyri at taka uppaftur størri sam- vinnu millum tey bæði londini. Egyptisk bløð skrivaðu, at atvoldin til útsetanina var, at Leonid Brezjnev var ov sjúkur at fara út at ferðast. Ikki nóg nógv álopsvápn Hvør grundin enn er, so verður hildið, at Kissinger nú aftur hevur ein møgu- leika at royna at fáa í lag samráðingar millum ísrael og arabaralondini. Stjómin í Moskva hevur ikki somu møguleikar her sum i Washington, av tí at sovjettiska stjómin verður ikki viðurkend av báðum pørtum. Hinvegin hevur Sovjetsamveldið ikki vilj- að givið arabamnum tey á- lopsvápn, sum neyðug eru, fyri at teir kunnu vinna ein hernaðarligan sigur. Leo- nid Brezjnev kann vera komin til tað úrslit, at vitj- an hansara til Kaíro kundi ikki føra til nakran friðar- sáttmála í Miðeystri. Stjórnin í Moskva hevur sagt, at Geneve-fundurin eigur at verða kallaður saman aftur so skjótt sum møguligt. Men tað kann eisini vera, at russar em til reiðar at geva Kissinger ein møguleika aftrat. Um amerikanararnir her vinna ein diplomatiskan sigur, so halda sovjettisku leiðararnir kanska, at hes- in prisur er ikki ov høgur hjá teimum at gjalda fyri Samstundis sum flestu lond í heiminum royna at vinna á inflatiónini hava ráðharrar úr tveimum olju- londum sagt, at teir ynskj- a ikki at skerja oljufram- leiðsluna. Hesi orð frá oljuráðharmnum i Kuwait og sameindu arabisku Em- iratunum koma heldur ikki ov tíðliga. Tað eru daprir spádóm- ar, sum eru komnir frá leiðandi monnum í Vestur- europa nú um ársskiftið. I USA er arbeiðsloysið kom- ið upp á 6,5 prosent. Tað em seks og ein hálv miljón av amerikanarum í dag, sum onki arbeiði hava. Teir hækkaðu oljuprísirnir at sleppa undan einum kríggi. Ikki boðið nóg mikið Har sum møguleikarnir eru bestir fyri at fáa nakað burturúr samráðingum er millum ísrael og Egypta- land. ísraelska stjórnin hevur sagt, at hon er til reiðar at taka herfólk sítt hava eisini ført til arbeiðs- loysi í Vesturtýsklandi, har tað serliga er bilídnað- urin, sum er raktur. Hetta sama dapra útlit er eisini at finna i nógvum øðmm londum, bæði í Eu- ropa og aðrastaðni við. Australia hevur ongantíð fyrr havt so stóra inflatión sum júst nú, og arbeiðs- loysið hevur ongatíð ve'rið so stórt síðani seinna heimskríggj. Innrás í oljulondini Tað em fleiri menn — ser- liga amerikanarar — sum nakað aftur á Sinai, um Egyptaland aftur fyri vil slaka á ti politiska økin- um. Nú vitjanin hjá Brezj- nev til Kairo fyribils er út- sett, fær Henry Kissinger betri tíð til at kanna, hvørjar møguleikar hetta ber í sær. I hesi vikuni fer ísraelski uttanríkisráðharrin, Yigal Allon, til Washington. Hann hevur sagt, at tað er neyðugt hjá ísrael at sleppa at varðveita partar av Sinai, bæði av trygdar- orsøkum og fyri at hava meira at slaka uppá undir komandi samráðingum. Men tað tykist kortini ikki, at ísrael hevur boðið nóg mikið til at fáa Sadat at slaka. Hann stendur eisini í tí støðu, at hann má ikki geva hinum arabisku londunum varhugan av, at hann ætlar at svikja Sýria- land ella palestinska fólk- ið. hava sagt, at tann hættis- liga búskaparliga støðan má føra til móttiltøk imóti oljulondunum í Miðeystri. Sjálvt Henry Kissinger hevur alment talað um møguleikan fyri amerik- anskari hernaðarligari uppilegging i Miðeystri. Eitt slíkt stig kemur ikki til umhugsunar uttan støðan er vorðin ógvuliga álvarslig, segði hann. Hvørki japanarar ella europearar hava sett fram slík sjónarmið. Teir hava sagt, at nógv meira eigur at kunna vinnast við sam- arbeiði við tey londini, sum framleiða olju. Spurningurin er í dag, hvussu tað fer at eydnast at fáa tann nógva pening, ið goldin verður fyri olju, at koma aftur til ídnaðar- londini. Tað eru nógvir, sum hava vónir um, at hetta fer at eydnast. Seinni í hesum mánanum skal altjóða valutagrunn- urin hava fund um henda spurning, og hetta verður roknað at vera ein sera týðandi fundur. Henry Kissinger, uttanríkisráðharri, hevur ferð eftir ferð verið í Kairo og tingast við Anwar Sadat, forseta Daprir spá- dómar um ársskiftið * ♦

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.