Tíðindablaðið - 08.01.1975, Side 9
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 8. januar 1975
Síða 9
Misnøgdir við
EEC-reglurnar
Formaðurin í bretska
trolarafelagnum hevur
saman við trolaramonn-
um havt ein fund við
tinglimir fyri valdømir,
sum eru nær knýtt at
fiskivinnuni. Á fundin-
um søgdu teir, at tað er
neyðugt at politikarar-
nir gera sær greitt, at
støðan er sera torfør
fyri fiskivinnuna. Um-
boðsmenn fyri trolara-
felagið siga, at tað er
neyðugt at stjórnin
stuðlar fiskivinnuna og
at ansað verður eftir við
altjóða samráðingar at
áhugamálini hjá fiski-
vinnuni verða røkt. Á
fundinum við tinglimir-
nar søgdu teir, at tey
størstu virðini, sum
Bretland eigur í Norð-
sjónum eru møguliga
ikki oljan undir hav-
botninum, men tann
fiskur sum svimur yvir
havbotninum. Teir
nevndu, at meðan oljan
ein dag verður upp-
brúkt, kann fiskiríki-
dømið verða ein varandi
kelda at oysa av, um
ansað verður eftir at
røkja grunnarnar rætt.
Umboðsmenn fyri
bretska trolarafelagið
siga, at bretska stjórn-
in eigur at skunda sær
at flyta fiskimarkið út á
200 fjórðingar, tá onnur
lond í Norðuratlants-
havinum gera tað fyri
at fyribyrgja, at aðrar
tjóðir týna tann fiskin,
sum bretar hava rætt
til. Teir siga eisini, at
fiskivinnupolitikkurin
hjá EEC eigur at endur-
skoðast skjótast til ber.
Sambært reglurnar í
felagsmarknaðinum
hava øll londini í sam-
gonguni somu rættindi
at fiska innanfyri hjá
hvørjumøðrum. Tá
fiskimarkini verða flutt
út, fer hetta at gera, at
felagsmarknaðarlond-
ini koma at royna meira
i Norðsjónum og harvið
troðka bretsku trolarar-
nar burtur av teirra
egnu grunnum, siga
umboðsmenn fyri
bretska trolarafelagið.
Kavari
letur lív
Arbeiðið við oljufram-
leiðslu í Norðsjónum
kravdi í farna mánað
eitt mannalív aftrat.
Ein kavari sum var
niðri og kannaði eina
oljuleiðing í Scapa Flow
í Orknoyum læt lív av
einum óhappi, og har-
við hava minst 11
bretskir kavarar latið
lív av kavarasjúku ella
ÚTLENDSK
SJOVINNA
øðrum óhappum undir
arbeiðinum við olju-
framleiðsluni í Norð-
sjónum. Tað eru umleið
500 bretskir kavarar,
sum í løtuni arbeiða i
Norðsjónum í samband
við oljuframleiðsluna,
og sagt verður, at teir
arbeiða undir ógvuliga
torførum umstøðum.
Stjórnin hevur sagt, at
tað er neyðugt við
størri útbúgving og
venjing av kavarum,
sum skulu arbeiða í
Norðsjónum.
Langtíðarætlan
fyri fiskivinnuna
Norski forsætisráðharr-
in, Trygve Bratteli,
sigur, at ein partur av
útbyggingarætlanini
fyri Norður-Noreg er
arbeiðið við eini lang-
tíðarætlan fyri fiski-
vinnuna. Hann sigur,
at ætlanin er at hava
hesa ætlan lidna um
hálvtannað ár.
Enn ongin
semja
Herfyri vóru nýggjar
samráðingar millum ís-
land og felagsmarknað-
in, og felagsmarknað-
urin sýtti tá aftur fyri
at seta í verk tann
partin av handilsavtal-
uni, sum snýr seg um at
geva íslendingum betri
sømdir fyri sølu av fiski
til felagsmarknaðar-
londini. Hetta verður
roknað sum tann mest
týðandi parturin av
handilsavtaluni, men
felagsmarknaðurin hev-
ur havt ta støðu, at hes-
in partur av avtaluni
kann ikki setast í verk,
fyrr enn semja er gjørd
við hvørt einstakt land í
samgonguni um fiski-
rættindir innanfyri ís-
lendska 50-fjórðinga-
markið. Sáttmálar eru
gjørdir við Bretland og
Belgia, men enn er ong-
in semja millum ísland
og Vesturtýskland.
Flótandi
gistingarhús
í døgunum frá 15. til
19. september í ár verð-
ur stór framsýning í
Aberdeen í samband
við oljuframleiðslu. 011
gistingarhús í Aber-
deen eru longu fulltekn-
að, og tað 9.500 tons
stóra ferðaskipið
.«Venus» úr Bergen er
leigað til Aberdeen, har
tað skal liggja sum flót-
andi gistingarhús teir
dagarnar, framsýningin
er. Hetta skipið tekur
600 ferðafólk.
Framhald av bls. 2
millum løntakarar og virk-
iseigarar verður avgjørt í
samráðing — ella stríð —
millum fakfelag og ar-
beiðsgevarafelag. Tað, at
samfelagið sum heild við-
urkennir, at tann týdning-
armesta framleiðslukraftin
ikki er nøgdin av fram-
leiðslutólum, men dygdin
hjá teimum fólkum, ið
virka í vinnuni, og at løn-
takarar tí møta upp við
betri útbúgving enn áður
man neyvan fara at gera
teir minni førar fyri at
tryggja sær ein hóskandi
part av ágóðanum.
At enda vil eg leggja
aftrat, at eg viðurkenni, at
ein marxistisk lýsing av
hvørjum stættum, ið eitt
tiltak kann hugsast at
gagna ella skaða, ofta
kann vera bæði áhugaverd
og gagnlig. Men slíkan
luksus sum at mótarbeið;
øllum, ið ikki skaðar kapi-
talinum, hava teir møgu-
liga ráð til í ríkari samfel-
øgum, men ikki í tí før-
oyska. Árni Olafsson
Tøkk
Tvkkum øllum, sum við gávum, telegrammum og
uppringingum mintust meg á 75 ára føðingar-
degnum 27.12 takki eg hjartaliga.
Gleðiligt nýggjár.
Kærar heilsur
Anton Jacobsen
Strendur
Føroysk guds-
tænasta
s
fðroya folkaháskúli
\7, februar
byrjar
várskeiðib
'Rinq etta skriva tíl Fóroya
Fólkaháskula ,Tórshavn
so faert tú meira atviia.
Stuđnin^jur ver5ur vetttvrr.
Lánsoknarblóð færf tu á
Háskúlanum.
í Keypmannahavn
1. sunnudag í hvørjum mánað kl. 14.00.
3. sunnudag í hvørjum mánað kl. 20.00
í Samuels kirkju, Thorsgade 65, København N.
Sankta Ólavs føroyska kirkjulið
í Keypmannahavn
Pláss á Garði
1. mars 1975 verða nøkur búrúm leys á Regensen,
St. Kannikestræde 2.
Fyri at kunna fáa pláss, má umsøkjarin hava
tikið 1. part ella hartil svarandi prógv á universi-
tetinum í Keypmannahavn ella á Polytekniska
Læristovninum.
Har aftrat verður dentur lagdur á tey sosialu og
l'iggjarligu viðurskiftini hjá umsøkjaranum.
Gronlendingar og føroyingar hava serligan
upptøkurætt. Ilesirhava rætt til pláss á garði, tá
Leir hava tikið studentsprógv ella lesa á hægri
la'rustovnum.
Umsóknarblað fæst frá:
Stipendiekontoret og Stipendiekontoret
Krystalgade 25-27 Jagtvej 155 B
1172 København K 2200 København N
Umsóknarfrestin er úti 15. januar.
«World Cup 1966»
Tað felag ella tann persónur, sum hevur lænt
henda fótbóltsfilm frá ítróttarsambandinum,
biðjist gera so væl at ringja til Liggjas ella Er-
hardt beinanvegin.
Itróttarsamband Føroya
R
Æ
N
D
U
R
Nú, tá Alan og David vóru kom-
nir so langt, ráddi um hjá
teimum at fáa fatur í einum báti
og sleppa yvir um ánna. Alan
hugdi at David og hugsaði við
sær, at tað sá út, sum hevði
hann stolið klæðini av einum
fuglaskrímsli á bønum.
Alan fann uppá ráð og segði
við David, at hann skuldi látast
at vera ein deyðgivin flýggjandi
maður. Og so fór Alan dragsandi
avstað við honum inn á eitt
vertshús.
Har keypti Alan brennivín og
breyð og fór at geva vinmanni
sínum. Hetta sá so syrgiligt út,
at dóttir vertshúseigaran fekk
samkenslu við David. Pápi
hennara var ikki heima, og hon
kundi tí gera tað, sum hjarta-
num lysti: hon fór eftir góðum
mati, sum teir ikki høvdu
smakkað í longri tíð, og gav
teimum at eta.