Tíðindablaðið - 08.01.1975, Qupperneq 9

Tíðindablaðið - 08.01.1975, Qupperneq 9
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 8. januar 1975 Síða 9 Misnøgdir við EEC-reglurnar Formaðurin í bretska trolarafelagnum hevur saman við trolaramonn- um havt ein fund við tinglimir fyri valdømir, sum eru nær knýtt at fiskivinnuni. Á fundin- um søgdu teir, at tað er neyðugt at politikarar- nir gera sær greitt, at støðan er sera torfør fyri fiskivinnuna. Um- boðsmenn fyri trolara- felagið siga, at tað er neyðugt at stjórnin stuðlar fiskivinnuna og at ansað verður eftir við altjóða samráðingar at áhugamálini hjá fiski- vinnuni verða røkt. Á fundinum við tinglimir- nar søgdu teir, at tey størstu virðini, sum Bretland eigur í Norð- sjónum eru møguliga ikki oljan undir hav- botninum, men tann fiskur sum svimur yvir havbotninum. Teir nevndu, at meðan oljan ein dag verður upp- brúkt, kann fiskiríki- dømið verða ein varandi kelda at oysa av, um ansað verður eftir at røkja grunnarnar rætt. Umboðsmenn fyri bretska trolarafelagið siga, at bretska stjórn- in eigur at skunda sær at flyta fiskimarkið út á 200 fjórðingar, tá onnur lond í Norðuratlants- havinum gera tað fyri at fyribyrgja, at aðrar tjóðir týna tann fiskin, sum bretar hava rætt til. Teir siga eisini, at fiskivinnupolitikkurin hjá EEC eigur at endur- skoðast skjótast til ber. Sambært reglurnar í felagsmarknaðinum hava øll londini í sam- gonguni somu rættindi at fiska innanfyri hjá hvørjumøðrum. Tá fiskimarkini verða flutt út, fer hetta at gera, at felagsmarknaðarlond- ini koma at royna meira i Norðsjónum og harvið troðka bretsku trolarar- nar burtur av teirra egnu grunnum, siga umboðsmenn fyri bretska trolarafelagið. Kavari letur lív Arbeiðið við oljufram- leiðslu í Norðsjónum kravdi í farna mánað eitt mannalív aftrat. Ein kavari sum var niðri og kannaði eina oljuleiðing í Scapa Flow í Orknoyum læt lív av einum óhappi, og har- við hava minst 11 bretskir kavarar latið lív av kavarasjúku ella ÚTLENDSK SJOVINNA øðrum óhappum undir arbeiðinum við olju- framleiðsluni í Norð- sjónum. Tað eru umleið 500 bretskir kavarar, sum í løtuni arbeiða i Norðsjónum í samband við oljuframleiðsluna, og sagt verður, at teir arbeiða undir ógvuliga torførum umstøðum. Stjórnin hevur sagt, at tað er neyðugt við størri útbúgving og venjing av kavarum, sum skulu arbeiða í Norðsjónum. Langtíðarætlan fyri fiskivinnuna Norski forsætisráðharr- in, Trygve Bratteli, sigur, at ein partur av útbyggingarætlanini fyri Norður-Noreg er arbeiðið við eini lang- tíðarætlan fyri fiski- vinnuna. Hann sigur, at ætlanin er at hava hesa ætlan lidna um hálvtannað ár. Enn ongin semja Herfyri vóru nýggjar samráðingar millum ís- land og felagsmarknað- in, og felagsmarknað- urin sýtti tá aftur fyri at seta í verk tann partin av handilsavtal- uni, sum snýr seg um at geva íslendingum betri sømdir fyri sølu av fiski til felagsmarknaðar- londini. Hetta verður roknað sum tann mest týðandi parturin av handilsavtaluni, men felagsmarknaðurin hev- ur havt ta støðu, at hes- in partur av avtaluni kann ikki setast í verk, fyrr enn semja er gjørd við hvørt einstakt land í samgonguni um fiski- rættindir innanfyri ís- lendska 50-fjórðinga- markið. Sáttmálar eru gjørdir við Bretland og Belgia, men enn er ong- in semja millum ísland og Vesturtýskland. Flótandi gistingarhús í døgunum frá 15. til 19. september í ár verð- ur stór framsýning í Aberdeen í samband við oljuframleiðslu. 011 gistingarhús í Aber- deen eru longu fulltekn- að, og tað 9.500 tons stóra ferðaskipið .«Venus» úr Bergen er leigað til Aberdeen, har tað skal liggja sum flót- andi gistingarhús teir dagarnar, framsýningin er. Hetta skipið tekur 600 ferðafólk. Framhald av bls. 2 millum løntakarar og virk- iseigarar verður avgjørt í samráðing — ella stríð — millum fakfelag og ar- beiðsgevarafelag. Tað, at samfelagið sum heild við- urkennir, at tann týdning- armesta framleiðslukraftin ikki er nøgdin av fram- leiðslutólum, men dygdin hjá teimum fólkum, ið virka í vinnuni, og at løn- takarar tí møta upp við betri útbúgving enn áður man neyvan fara at gera teir minni førar fyri at tryggja sær ein hóskandi part av ágóðanum. At enda vil eg leggja aftrat, at eg viðurkenni, at ein marxistisk lýsing av hvørjum stættum, ið eitt tiltak kann hugsast at gagna ella skaða, ofta kann vera bæði áhugaverd og gagnlig. Men slíkan luksus sum at mótarbeið; øllum, ið ikki skaðar kapi- talinum, hava teir møgu- liga ráð til í ríkari samfel- øgum, men ikki í tí før- oyska. Árni Olafsson Tøkk Tvkkum øllum, sum við gávum, telegrammum og uppringingum mintust meg á 75 ára føðingar- degnum 27.12 takki eg hjartaliga. Gleðiligt nýggjár. Kærar heilsur Anton Jacobsen Strendur Føroysk guds- tænasta s fðroya folkaháskúli \7, februar byrjar várskeiðib 'Rinq etta skriva tíl Fóroya Fólkaháskula ,Tórshavn so faert tú meira atviia. Stuđnin^jur ver5ur vetttvrr. Lánsoknarblóð færf tu á Háskúlanum. í Keypmannahavn 1. sunnudag í hvørjum mánað kl. 14.00. 3. sunnudag í hvørjum mánað kl. 20.00 í Samuels kirkju, Thorsgade 65, København N. Sankta Ólavs føroyska kirkjulið í Keypmannahavn Pláss á Garði 1. mars 1975 verða nøkur búrúm leys á Regensen, St. Kannikestræde 2. Fyri at kunna fáa pláss, má umsøkjarin hava tikið 1. part ella hartil svarandi prógv á universi- tetinum í Keypmannahavn ella á Polytekniska Læristovninum. Har aftrat verður dentur lagdur á tey sosialu og l'iggjarligu viðurskiftini hjá umsøkjaranum. Gronlendingar og føroyingar hava serligan upptøkurætt. Ilesirhava rætt til pláss á garði, tá Leir hava tikið studentsprógv ella lesa á hægri la'rustovnum. Umsóknarblað fæst frá: Stipendiekontoret og Stipendiekontoret Krystalgade 25-27 Jagtvej 155 B 1172 København K 2200 København N Umsóknarfrestin er úti 15. januar. «World Cup 1966» Tað felag ella tann persónur, sum hevur lænt henda fótbóltsfilm frá ítróttarsambandinum, biðjist gera so væl at ringja til Liggjas ella Er- hardt beinanvegin. Itróttarsamband Føroya R Æ N D U R Nú, tá Alan og David vóru kom- nir so langt, ráddi um hjá teimum at fáa fatur í einum báti og sleppa yvir um ánna. Alan hugdi at David og hugsaði við sær, at tað sá út, sum hevði hann stolið klæðini av einum fuglaskrímsli á bønum. Alan fann uppá ráð og segði við David, at hann skuldi látast at vera ein deyðgivin flýggjandi maður. Og so fór Alan dragsandi avstað við honum inn á eitt vertshús. Har keypti Alan brennivín og breyð og fór at geva vinmanni sínum. Hetta sá so syrgiligt út, at dóttir vertshúseigaran fekk samkenslu við David. Pápi hennara var ikki heima, og hon kundi tí gera tað, sum hjarta- num lysti: hon fór eftir góðum mati, sum teir ikki høvdu smakkað í longri tíð, og gav teimum at eta.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.