Ólavsökan - 01.07.1943, Page 11

Ólavsökan - 01.07.1943, Page 11
Sáinal Davidsen: Jóannes Patursson „I Kirkjubö ein skúli stóð á egnari grund varð settur... Soleiðis tekur skaldið til í sanginum um Sverra kong. Tað var hin lærði skúlin har í bygdini, sum gav Sverra á ungum dögum tað mentunarmagn, ið kom honum væl við, tá hann seinri gjördist kongur av Noregi. Skúlin varð niðurlagdur, tó eitt stóð eftir, bygdin Kirkju- böur. Andin frá lærda skúlanum, sum vandi upp Sverra kong; mætastu bóndagarðurin á oynum, ein sögulig háborg; fornleivdir, ið tig- andi talaðu um farna dagar, vóru góð tekin til eitt mannabragd fyri ókomna tíð. í hesum líkindum, eitt söguligt yfirbrá, liggur upprun- an um kravi fyri föroyskum heimaræði goymdir. Við veking frá dugna lærdaskúlasins, millum sögn og sögurikar kirkjur, á aðalborgini fyri föroyskum landbúnaði, í grannabygdini til För- oya gamla tingstad, vandist Jóannes Patursson upp og tók við festi, samstundis sum hann prógvaði, at hann bar aðalborna föroyska tjóð- skaparmenning í viðföri. Tað var hetta, ið av- gjörði, at tað varð Jóannes bóndi, ið breyt slóð fyri Sjálvstýri í Föroyum. Tá ein lítil, för- oysk bygd var för fyri at skapa tilfar til eitt kongsevni í einum fjarstaddum, tá í tíðini stríð- andi landið, hvussu enn meira var hon ikki för fyri at fremja úrslit burturúr einum evni, ið vildi berjast fyri sjálvan seg. Á stevnuni miklu, Ólavsökan, hoyrist mong ein röddin. Tað er ein serstök rödd, ið hevur hoyrst framum allar aðrar, röddin um sjálv- bjargni. Nú á dögum hoyrist um allan heimin röddir, ið berjast fyri frælsi, og sjálvbjargni tjóðarinnar er efsta mál á hvörju tungu, eisini í Föroyum, um tað er nakað rættvísi til í tilveruni. Tá ið eg var blaðungur hoyrði eg bert rödina um Föroya frælsi og sjálvbjargni, seinri fataði eg betri álvarsemi í henni, og tá ið eg leitaði vestur um fjall og sá myndina: Friður og frælsur maður í Kirkjuböartúni, tá stóðu orðini greið fyri mær, orðini frá „Dok- taragrund", skúlagarðinum í Havn, á Götueiði, á Klakki, á Varða, í lögtingssessi og við Reyns- múlalá. Öll bygdin, jörð hennara, söga og framtíð var aðalkjarnan í röðu tíni á palli og í sessi, um allar leiðir tínar — og hví kann ein spyrja? Tí, tað er ein royndir lutir, at hvör tjóð, hvussu so lítil hon er, eigur einaferð hövi til at finna og vinna sjálvan seg, og fyri at náa hetta, er mannagongdin tann, at maður risur upp og rödd hoyrist — rödd, ið rópar eins og hann á sinni í oyðimörkini. Tað hevur tú gjört, Jóannes bóndi, og ikki er gott at vita hvussu vorði hevði veri um eisini tín rödd hevði verið tigandi. Eg veit fyri víst at röddin um frælsi og sjálv- ræði enn ljóðar — eisini hjá tær og hon kemur ikki at tagna fyri enn vunni er á mál. Um tað fer sögan at siga frá, og eyðvitað er tað, at Föroya fólk á einum máli vil minnast teg og verk títt við heiður og virðing. ÖLAVS0KAN 11

x

Ólavsökan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Ólavsökan
https://timarit.is/publication/1879

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.