Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 11
Sáinal Davidsen:
Jóannes Patursson
„I Kirkjubö ein skúli stóð
á egnari grund varð settur...
Soleiðis tekur skaldið til í sanginum um
Sverra kong. Tað var hin lærði skúlin har í
bygdini, sum gav Sverra á ungum dögum tað
mentunarmagn, ið kom honum væl við, tá hann
seinri gjördist kongur av Noregi. Skúlin varð
niðurlagdur, tó eitt stóð eftir, bygdin Kirkju-
böur. Andin frá lærda skúlanum, sum vandi
upp Sverra kong; mætastu bóndagarðurin á
oynum, ein sögulig háborg; fornleivdir, ið tig-
andi talaðu um farna dagar, vóru góð tekin
til eitt mannabragd fyri ókomna tíð. í hesum
líkindum, eitt söguligt yfirbrá, liggur upprun-
an um kravi fyri föroyskum heimaræði goymdir.
Við veking frá dugna lærdaskúlasins, millum
sögn og sögurikar kirkjur, á aðalborgini fyri
föroyskum landbúnaði, í grannabygdini til För-
oya gamla tingstad, vandist Jóannes Patursson
upp og tók við festi, samstundis sum hann
prógvaði, at hann bar aðalborna föroyska tjóð-
skaparmenning í viðföri. Tað var hetta, ið av-
gjörði, at tað varð Jóannes bóndi, ið breyt
slóð fyri Sjálvstýri í Föroyum. Tá ein lítil, för-
oysk bygd var för fyri at skapa tilfar til eitt
kongsevni í einum fjarstaddum, tá í tíðini stríð-
andi landið, hvussu enn meira var hon ikki för
fyri at fremja úrslit burturúr einum evni, ið
vildi berjast fyri sjálvan seg.
Á stevnuni miklu, Ólavsökan, hoyrist mong
ein röddin. Tað er ein serstök rödd, ið hevur
hoyrst framum allar aðrar, röddin um sjálv-
bjargni. Nú á dögum hoyrist um allan heimin
röddir, ið berjast fyri frælsi, og sjálvbjargni
tjóðarinnar er efsta mál á hvörju tungu, eisini
í Föroyum, um tað er nakað rættvísi til í
tilveruni. Tá ið eg var blaðungur hoyrði eg
bert rödina um Föroya frælsi og sjálvbjargni,
seinri fataði eg betri álvarsemi í henni, og tá
ið eg leitaði vestur um fjall og sá myndina:
Friður og frælsur maður í Kirkjuböartúni, tá
stóðu orðini greið fyri mær, orðini frá „Dok-
taragrund", skúlagarðinum í Havn, á Götueiði,
á Klakki, á Varða, í lögtingssessi og við Reyns-
múlalá.
Öll bygdin, jörð hennara, söga og framtíð var
aðalkjarnan í röðu tíni á palli og í sessi, um
allar leiðir tínar — og hví kann ein spyrja?
Tí, tað er ein royndir lutir, at hvör tjóð, hvussu
so lítil hon er, eigur einaferð hövi til at finna
og vinna sjálvan seg, og fyri at náa hetta, er
mannagongdin tann, at maður risur upp og
rödd hoyrist — rödd, ið rópar eins og hann á
sinni í oyðimörkini.
Tað hevur tú gjört, Jóannes bóndi, og ikki
er gott at vita hvussu vorði hevði veri um eisini
tín rödd hevði verið tigandi.
Eg veit fyri víst at röddin um frælsi og sjálv-
ræði enn ljóðar — eisini hjá tær og hon kemur
ikki at tagna fyri enn vunni er á mál. Um tað
fer sögan at siga frá, og eyðvitað er tað, at
Föroya fólk á einum máli vil minnast teg og
verk títt við heiður og virðing.
ÖLAVS0KAN
11