Ólavsökan - 01.07.1943, Síða 17
Erlendur Patursson
rtnorðiiigsleiðtn.
1 föroyska blaðnum „Búgvirí1, givin út í
Keypmannahavn stóð henda frálíka grein-
in 16. febrúar 1942. Hon hóskar sera væl
at vera tikin við í hesum Olavsvökuritið.
Hjá tí partinum í tí föroyska fólkinum, sum
hesi seinastu 10 árini eru farin í landsynning
og hevur búsett sig har á meginlandinum — av
álvara ella bert fyri styttri tíð — liggur tað
sjálvsagt fjart at beina huganum í aðra ætt.
tó er tað so, at vit, um vit annars kenna okkum
sum brot av eini heild, ið fyribils ikki slepps
til, beint nú átti at givi útnyrðinsleiðini gætur:
Island er nú einasta norröna land, Föroyar hava
samband við.
Vit vita lítið um hvat er hent og hendir í
Föroyum, men so mikið hevur tó frætts, at hesi
bæði londini, Föroyar og Island, nú hava fingið
í lag samvinnu sínamillum í ymsum týdingar-
miklum málum. Fólkavaldir menn úr báðum
londum koma saman sum javnlíkar til at tin-
gast um vinnu- handils- og onnur viðurskifti.
Slíkt er ikki hent fyrr. Eisini vita vit, að För-
oyingar eru í íslandi og læra, og nógvir För-
oyingar sökja sær arbeiði har. Alt hetta ber
vitni um öktar samgongur — ótrúligt er tað
ikki, at nógv annað, vit ikki vita um, er hent
sum tengdir londini saman, ella ið hvussu er,
fer at henda um ófriðurin heldur áfram.
Tó henda samgonga er spunnin í av ófriða
umstöðum, so var hon óhugsandi uttan tað
grundlag, sum altíð hevur verið fyri samvinnu
millum hesar tjóðir. íslendingar og Foroyingar
eru av sama uppruna og teirra lív var gjögnum
öldir so líkt, að tað var eitt fólk heldur en tvey.
Teir hövdu av fyrstan tíð sama frælsi og komu
síðan í sama ófrælsi. Vinnuvegir og livimátin
var eins, málið var félags. Ei undir í at sam-
band var millum londini, tó havið skilti. So viðog
við drangaði, tó ikki av egnum ávum, tjóðirnar
vóru innibyrgdar av einaveldi og einahaldi og
sóu ikki hvörja aðra — og tá tann nýggja tíðin
kom og líkindini aftur hövdu verið til at finna
saman, fóru götur at skiljast meir og meir,