Ólavsökan


Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 17

Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 17
Erlendur Patursson rtnorðiiigsleiðtn. 1 föroyska blaðnum „Búgvirí1, givin út í Keypmannahavn stóð henda frálíka grein- in 16. febrúar 1942. Hon hóskar sera væl at vera tikin við í hesum Olavsvökuritið. Hjá tí partinum í tí föroyska fólkinum, sum hesi seinastu 10 árini eru farin í landsynning og hevur búsett sig har á meginlandinum — av álvara ella bert fyri styttri tíð — liggur tað sjálvsagt fjart at beina huganum í aðra ætt. tó er tað so, at vit, um vit annars kenna okkum sum brot av eini heild, ið fyribils ikki slepps til, beint nú átti at givi útnyrðinsleiðini gætur: Island er nú einasta norröna land, Föroyar hava samband við. Vit vita lítið um hvat er hent og hendir í Föroyum, men so mikið hevur tó frætts, at hesi bæði londini, Föroyar og Island, nú hava fingið í lag samvinnu sínamillum í ymsum týdingar- miklum málum. Fólkavaldir menn úr báðum londum koma saman sum javnlíkar til at tin- gast um vinnu- handils- og onnur viðurskifti. Slíkt er ikki hent fyrr. Eisini vita vit, að För- oyingar eru í íslandi og læra, og nógvir För- oyingar sökja sær arbeiði har. Alt hetta ber vitni um öktar samgongur — ótrúligt er tað ikki, at nógv annað, vit ikki vita um, er hent sum tengdir londini saman, ella ið hvussu er, fer at henda um ófriðurin heldur áfram. Tó henda samgonga er spunnin í av ófriða umstöðum, so var hon óhugsandi uttan tað grundlag, sum altíð hevur verið fyri samvinnu millum hesar tjóðir. íslendingar og Foroyingar eru av sama uppruna og teirra lív var gjögnum öldir so líkt, að tað var eitt fólk heldur en tvey. Teir hövdu av fyrstan tíð sama frælsi og komu síðan í sama ófrælsi. Vinnuvegir og livimátin var eins, málið var félags. Ei undir í at sam- band var millum londini, tó havið skilti. So viðog við drangaði, tó ikki av egnum ávum, tjóðirnar vóru innibyrgdar av einaveldi og einahaldi og sóu ikki hvörja aðra — og tá tann nýggja tíðin kom og líkindini aftur hövdu verið til at finna saman, fóru götur at skiljast meir og meir,

x

Ólavsökan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ólavsökan
https://timarit.is/publication/1879

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.