Fróðskaparrit - 01.01.1971, Qupperneq 23
Sjúka í diskunum bróstgeislanna millum
31
vil siga eisini løsta aftaru li5irnar og spengurnar geislanna
millum. Kanska hevur løsting av onkrum av hesum spongum,
ið hava kenslunervar, nógv at týða í sambandi við pínu í rygg-
inum. Boyd heldur, at sjúkuavgerð viðvíkjandi sjúku í bróst-
fláunum kann verða tikin uttan myelografi, um so er, at tað
ber til at útihýsa øðrum møguleikum við vanligari røntgen-
kannan og kllniskari rannsókn.
Fog &. Munch-Petersen9 siga frá, at úrskeping í diskunum
bróstgeislanna millum er sjáldsom sjúka, ofta orsakað av bein-
leiðis stoyti móti rygginum. Sermerktar røntgenbroytingar, tað
er smalkan av diskunum, tætting og osteofyttar, kunnu, um-
framt ryggpínu, vera einasta tekin, ið benda móti sjúkuni.
Tó kemur fyri, at tekin eru til trýst á mønuna ella nerva-
røtur. Bøje(i greiðir frá, at sjúkurnar diskúrskeping og disk-
úrlop aloftast koma í lenda- og hálsøkinum. Nevndu sjúkur í
bróstøkinum verða ikki umrøddar. Sambært Copeman7 er
bróstparturin tann partur av ryggsúluni, ið oftast sýnir disk-
úrskeping við røntgenkannan av vanligum fólki. Hann nevnir,
at umrødda sjúka ofta sýnir seg sum pína í rygginum hjá fólki
um miðjan aldur og eldri, ið frammanundan hava eina rygg-
sjúku, til dømis juvenilan osteochondritis. Skeivleikin í rygg-
inum er tó ofta lítil. Pínan situr í einum øki við segmenterum
sambandi við ávirkaðu mønunervarótina. Vanliga kenst pína
aftantil í bringuni øðrumegin ella báðumegin ryggsúluna, og
pínan 'gongur ofta fram í bringuna ella niður móti búkinum.
Av og á kenst pínan sum ein ringur runt alla bringuna. Pínan
versnar næstan altíð, um røringar verða geislanna millum.
Hesar røringar verða tí avmarkaðar av vøddunum, ið taka
seg saman orsakað av pínuni. Orsakað av hesum vanliga á-
haldandi spenningi og øðrum spenningum í vøddunum kunnu
koma vøddaknúskar (myosur).
Glover10 vísir í 1960 á 100 sjúklingar, ið fingið hava knapp-
liga pínu í ryggin — pínan gongur til dømis fram í bringuna og
niður móti búkinum — og sum samstundis hava fingið ovur-
viðkvæmi í einum áví'sum húðøki. Tað snýr seg hjá hesum
sjúklingum um eina knappliga ákomu. 81 av hesum sjúkl-