Fróðskaparrit - 01.01.1971, Síða 90

Fróðskaparrit - 01.01.1971, Síða 90
98 Kanningar av gongdini hjá fjarðarsild í Føroyum virSum ber til at meta ljósmegina í mínum kanningum at vera: Dagur 103 lux Skýming 10 lux Nátt 10-s lux Sildagongdin um samdøgrið Á 3. mynd síggjast ekkogrammini av teimum 6 farleiðunum sum sigldar vórðu gjøgnum eitt samdøgur. Bert helvtin av leið nr. 6 varð sigld. Eyðsýndur munur er á viðurskiftunum um dagin og um náttina. Á báðum teimum fyrstu leiðunum vald- aðu dagvánir. Sildin stóð í væl avmarkaðum torvum frá botn- inum og upp í sjógvin til um 10 m undir vatnskorpuni. 3. farleið var í skýmingini eftir sólsetur. Meðan siglt varð, flutti sildin seg upp frá botni og spjaddi seg meira og meira, torv- urnar fingu ósnøgga avmarking. Seinast á hesi farleið líktist ekkogrammið tí, sum vit fingu á næstu farleið mitt um náttina. Her og á myndini av 5. farleið sóust ongar torvur, sildin stóð spjadd um allan fjørðin nakað upp frá botni. 6. farleið var sigld stutt fyri sólarrenning. Sildin var farin at savna seg saman aftur í torvur niður ímóti botninum. Sildagongdin upp og niður sæst eisini á 4. mynd, sum er gjørd eftir ekkogrammunum. Fyri at vita, hvat tað var, sum sást á ekkoloddinum varð veitt við berum húkum bundnir upp í snøri. Aftaná at 2. farleið var sigld, vórðu 8 sildir veiddar. Tær vóru 1,2 og 3 ára gamlar. Sundurgreining av tí, sum í maganum var, sýndi, at meginparturin var Acartia, umframt vóru nakrar fáar Temora longicornis. Copepodurnar vóru nógv sodnaðar. Allar sild- irnar høvdu æti í maganum. Aftaná at 6. farleið var sigld, vórðu aftur nakrar sildir krøktar, 17 til samans. Tær vóru 1 og 2 ára gamlar. Sundur- greining av tí, sum í maganum var, sýndi hjá øllum sildunum, at coecum (sí 5. mynd) var tómt, men í pylorus vóru leivdir av sodnaðum æti, sum ikki var møguligt at greina nærri.
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.