Fróðskaparrit - 01.01.1971, Blaðsíða 90
98
Kanningar av gongdini hjá fjarðarsild í Føroyum
virSum ber til at meta ljósmegina í mínum kanningum at
vera:
Dagur 103 lux
Skýming 10 lux
Nátt 10-s lux
Sildagongdin um samdøgrið
Á 3. mynd síggjast ekkogrammini av teimum 6 farleiðunum
sum sigldar vórðu gjøgnum eitt samdøgur. Bert helvtin av leið
nr. 6 varð sigld. Eyðsýndur munur er á viðurskiftunum um
dagin og um náttina. Á báðum teimum fyrstu leiðunum vald-
aðu dagvánir. Sildin stóð í væl avmarkaðum torvum frá botn-
inum og upp í sjógvin til um 10 m undir vatnskorpuni. 3.
farleið var í skýmingini eftir sólsetur. Meðan siglt varð, flutti
sildin seg upp frá botni og spjaddi seg meira og meira, torv-
urnar fingu ósnøgga avmarking. Seinast á hesi farleið líktist
ekkogrammið tí, sum vit fingu á næstu farleið mitt um náttina.
Her og á myndini av 5. farleið sóust ongar torvur, sildin stóð
spjadd um allan fjørðin nakað upp frá botni. 6. farleið var
sigld stutt fyri sólarrenning. Sildin var farin at savna seg
saman aftur í torvur niður ímóti botninum.
Sildagongdin upp og niður sæst eisini á 4. mynd, sum er
gjørd eftir ekkogrammunum.
Fyri at vita, hvat tað var, sum sást á ekkoloddinum varð
veitt við berum húkum bundnir upp í snøri. Aftaná at 2.
farleið var sigld, vórðu 8 sildir veiddar. Tær vóru 1,2 og 3 ára
gamlar. Sundurgreining av tí, sum í maganum var, sýndi, at
meginparturin var Acartia, umframt vóru nakrar fáar Temora
longicornis. Copepodurnar vóru nógv sodnaðar. Allar sild-
irnar høvdu æti í maganum.
Aftaná at 6. farleið var sigld, vórðu aftur nakrar sildir
krøktar, 17 til samans. Tær vóru 1 og 2 ára gamlar. Sundur-
greining av tí, sum í maganum var, sýndi hjá øllum sildunum,
at coecum (sí 5. mynd) var tómt, men í pylorus vóru leivdir
av sodnaðum æti, sum ikki var møguligt at greina nærri.