Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 15

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 15
18 UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... Yvir 50 vísindafólk hittust í Føroyum hesar dagarnar og hildu fund um norrøn evni. Fundurin fór fram í Studentaskúlanum í Floydølum. Frágreiðing um fundin og fyri- lestrar hildnir á fundinum eru givin út í bók- ini »The Fifth Viking Congress, Tórshavn, July 1965«, sum Bjarni Niclasen legði til rætt- is (1968). Tað skal ikki verða gjørt meira burtur úr hesum fundi her uttan at siga frá, at hann var sera væl umtóktur, og søgur ganga enn frá honum. Fróðskaparsetur Føroya Fróðskaparsetrið verður sett á stovn Føroya Fróðskaparfelag hevði miðvíst lagt lunnar undir eitt vísindaligt umhvørvi, fyrst við Fróðskaparritum og bókabýtinum, síðan við málsliga savningararbeiðinum og at enda við hægri undirvising fyri lærarum, fyriskip- aðari av Málstovninum og Náttúrugripa- savninum. f 1965 eydnaðist tað eisini at fáa ein hægri lærdómsstovn í Føroyum. Á aðalfundinum 17. desember 1964 boðaði formaður felagsins frá, at teir nú høvdu eitt liðugt uppskot til stovnseting og lóg fyri Fróðskaparsetur Føroya (Academia Færoen- sis), og 18. februar 1965 kom uppskotið á tingborð. Niels Winther Poulsen, landsstýris- maður, legði uppskotið fram. Lógin var í 7 greinum. Viðmerkingarnar til uppskotið vóru drúgvar. Víst varð til tað arbeiði, sum var farið fram í felagnum og á øðrum gransk- ingarstovnum. Tað er vert at geva gætur, at menn ikki hugsaðu sær, at Fróðskaparsetrið skuldi standa einsamalt, men at tað skuldi »fremja rannsóknararbeiði og skipa fyri hægri undirvísing í Føroyum í sambandi við søvn landsins: Landsbókasavnið, Lands- skjalasavnið, Fornminnissavnið, Náttúru- gripasavnið og Fiskirannsóknarstovuna.« Hetta vóru granskingarstovnarnir, ið tá vóru. Eftir uppskotinum hjá Fróðskapar- felagnum skuldi felagið sjálvt byggja hús, sum skuldi fíggjast við gávum og lagaligum lánum frá peningastovnunum og møguligum pen- ingi, sum felagið sjálvt kundi útvega. Lands- stýrið skuldi bert rinda sjálvan raksturin. Fróðskaparfelagið hevði havt samráðingar við peningastovnarnar frammanundan. í tinginum varð málið beint í eina 5-manna- nevnd, sum hevði hesar limir: Sigurð Joensen, Marius Johannesen, Poul Petersen, J. H. Danbjørg og Johan Poulsen. í uppskotinum frá Fróðskaparfelagnum var mælt til, at Fróðskaparsetrið varð stýrt av einum setursráð við 5 limum. Fróðskapar- felagið skuldi velja tríggjar, og sitandi lands- stýrismaðurin í mentamálum og skrivstovu- stjórin á Landsfyrisitingini skuldu verða føddir limir; eisini vóru reglur fyri, hvussu limir felagsins skuldu veljast. Løgtingsnevnd- in býtti seg í ein meiriluta og ein minniluta. Meirilutin helt ikki, at tað bar til, at lands- stýrismaður og skrivstovustjóri landsins vóru føddir limir í setursráðnum. Eisini høvdu teir okkurt at finnast at í sambandi við val av limum felagsins í setursráðið, m.a. vildu teir tryggja sær, at bert limir búsitandi í Føroyum komu í setursráðið. Teir skutu upp, at § 3 í lógini varð broytt til: »Fróðskaparsetrið verður stýrt av einum setursráði við 5 limum. Landsbókavørðurin og rektarin við Føroya hægri skúla skulu vera limir í ráðnum. Føroya Fróðskaparfelag velur 3 limir í ráðið, hvønn fyri eitt ár, tó soleiðis, at við 3.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.