Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 24

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 24
UM IKKI AT FLYTA ANNAN FÓTIN... 27 ráðið av at seta Gudfrøðideildina á stovn. Ætlanin við hesi deild var umframt at skipa fyri undirvísing, at hon eisini skuldi koma at virka sum granskingarstovnur innan føroyska kirkjusøgu og føroyskt trúarlív og sum bíbliu- týðingarstovnur. Tað varð bert roknað við einum hálvum føstum starvi á deildini, og ein samskipan fekst tí í lag við Føroya Lærara- skúla, soleiðis at deildarleiðarin helvtina av arbeiðstíð síni skuldi undirvísa á læraraskúl- anum. 1. august 1980 varð Lisbeth Michelsen, cand. theol., sett sum deildarleiðari á Gud- frøðideildini. Hon sat í hesum starvi til 1983. Eftirmaður hennara er Petur Martin Rasmus- sen, cand. theol., ið varð settur í starvið 1. august 1983. Gudfrøðilesturin var til og við 1983 skip- aður sum ein partur av gudfrøðiligum embætisprógvi; endaligt prógv mátti takast aðrastaðni. Frá heystið 1983 er skipað so fyri, at tað nú eisini ber til at taka hjágrein ella exam.art.-nám í kristni/religión við Fróðskaparsetrið. Hægri útbúgvingar, sum ongantíð komu Tær áður umrøddu 11 nevndirnar, sum eftir tilmæli frá setursráðnum og við góðkenning landsstýrisins vórðu settar í juli 1974, fingu til setning at kanna tørvin á hægri lestri her heima i Føroyum, tá ið hugsað verður um framtíðararbeiði í tí føroyska samfelagnum. vánirnar at fáa rikið tílíkan lestur her heima, tá ið hugsað verður, fyrst og fremst um læraratilboðið, men eisini um aðrar um- støður — eitt nú stovnar, kostnaðin av slíkum tiltaki. Nevndirnar gjørdu eitt dygdararbeiði, og 1.11.1975 kundi setursráðið leggja tilmæli fyri landsstýrið, har uppskotini vóru býtt í tríggjar bólkar: Útbúgvingar at byrja september 1976: Fiskiídnaður, edv, fyrisiting og gudfrøði Útbúgvingar at kanna framvegis: Lærarastørv, læknafrøði, ravmagnstøkni og bókasavnskunnleiki. Útbúgvingar at útseta fyri fyrst: Sjúkrasystrastørv, blaðmanna-, útvarps- og sjónvarpsvirki og landbúnaður. Landsstýrið tók undir við at fremja út- búgvingarnar í fyrsta bólki, tó so at fiski- ídnaður og edv vegna hølistrot skuldu stegða eitt ár. í fyrstu atløgu valdi løgtingsins fíggj- arnevnd fyrisitingarútbúgvingina, men treyt- að av at játtanin til setrið ikki varð økt í tí sambandinum. Samstundis hevði fíggjar- nevndin kravt munandi niðurskurð í fíggjar- ætlan setursins sum heild. Sostatt datt henda útbúgving niðurfyri. Tá ið av tornaði, sam- tykti tingið at játta eina lítla peningaupp- hædd til gudfrøðideild við setrið. Magnus Danielsen, sum í 2 ár var lærari á Støðisútbúgvingini og aftur starvaðist á Danmarks tekniske Højskole, beyð sær til at halda fram við kanningini av útbúgving í ravmagnstøkni. í 1977 greiddi hann vala álit úr hondum um 3 ára hægri útbúgving í tøkni (fleiri greinir). Tríggjar ferðir søkti seturs- ráðið um játtan til útbúgvingina, seinastu ferðina til eina avmarkaða 3 ára hægri út- búgving við ravmagns- og maskintøkniligum innihaldi og orku sum sergrein. Men eingin játtan fekst. í sínum lagi hevur Støðisútbúgvingin gjørt royndir at fáa í lag edv-útbúgving í framhaldi av og saman við støðisútbúgving. Tær hava ikki eydnast. Setursráðið hevur viðgjørt uppskot um serligt ársnám í mentanarfrøði, serliga før-
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.