Fróðskaparrit - 01.01.1983, Síða 33
GREINIR OG RITGERÐIR:
Yvirlit yvir Føroya fuglar
Dorete Bloch og Søren Sørensen
Eyðun Winther týddi
Síðsta yvirlit yvir føroyskar fuglar stóð hjá
Salomonsen (1963), ført til dags hjá Joensen
(1966) og Williamson (1970). Tey 12 árini,
sum síðan eru liðin, hevur bráðkomin menn-
ing verið føroyska samfelagnum fyri, og hevur
hetta elvt til, at náttúran er vorðin øðrvísi
nýtt.
Hvat fuglalívi viðvíkur er eisini mangt hent
síðan 1970. I 1972 vórðu súlan og lomviga-
búfuglurin tald (Dyck & Meltofte 1973, Olsen
og Permin 1974). Hetta bar við sær, at lom-
vigi og álka vórðu friðað í 6 ár frá 1980
(Olsen 1980).
í 1977 kom út bókin »Úr bjargasøguni«
(Nørrevang 1977) við dyggari og nágreinilig-
ari viðgerð av treytunum fyri og týdningin-
um av fuglaveiðini. f 1981 varð kortlagt,
hvar allur fulgur uttan bjargafuglur heldur
til (Bloch 1981, Bengtson & Bloch 1983),
og á heysti 1982 varð gjørd ein frumkanning
við tí í hyggju at fáa setta á stovn eina fugla-
støð í Akrabergi (Bloch og Sørensen 1983
a og b).
Samstundis eru sendir inn fuglar og somu-
leiðis fráboðanir um fuglar, summpart frá
fuglahugaðum fólkum um alt landið og
Henda ritgerðin fæst sum bóklingur í føroyskari og
enskari útgávu við at venda sær til Føroya Náttúru-
gripasavn, 3800 Tórshavn. Tlf. 1 2306.
summpart frá føroysku savnvørðunum. Um-
framt hava fráboðanir verið bæði frá Dansk
Ornithologisk Forenings Sjældenhedsudvalg
(SU) og frá fuglafrøðingum, sum annað-
hvørt hava verið her alt árið ella á vitjan
um summarið (sí yvirlitið yvir bókmentir).
Allar hesar upplýsingar eru framhaldandi
skrásettar í fuglafrøðiliga seðlasavninum á
Føroya Náttúrugripasavni.
Av hesum sást, sum frá leið, at ymisk
fuglasløg, sum vitja henda vegin, eru ikki tey
somu, sum árini líða, samstundis sum kunn-
leikin millum manna um fuglar er vorðin
øktur. Hetta er galdandi bæði fyri búfuglin
og ferðafuglin. Hartil er talið av sløgum um
alt landið vorðið økt, og kemst tað eyðvitað
av tí, at ansurin fyri fuglafrøði er í menning.
Nýfingin vitan hevur helst økt kunnleikan
um føroyska fuglameingið, men samstundis
víst, hvussu neyðugar meiri upplýsingar eru á
fleiri økjum. Tí má yvirlitið fyribils vera
eyðkent av, at orðini »ætlandi« og »helst«
verða ofta nýtt, eins og tað yvirhøvur hevur
verið vikið frá at skila til neyvari tíðarskeið,
nær ið tey ymisku sløgini hava verið har.
Vegna plásstrot er ikki frágreitt, hvar tey
einstøku sløgini og greinirnar eru sædd at
halda til. Viðmerkt er í yvirlitinum, um eitt
slag, ein grein er nýggj her á landi, ella um
Fróðskaparrit 31. bók (1983): 36-66.