Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 98
FØROYAR í SLUPPTÍÐINI
101
ildarfólk hava latið, av teimum eru 72 kvinnur
og 155 menn. Tað eru samanlagt 71 bandaðar
samrøður á 97 bondum. Bondini verða av-
skrivað so við og við, og avskriftirnar verða
skrásettar í frásagnasavninum, har frásagn-
arnummar er bílagt hvørjum bandi.
Av øllum tilfarinum eru 175 beinleiðis
svar upp á spurnablaðið, summi av hesum
svarum eru á bandi, men meginparturin er
uppskrivaður. Hesum partinum av tilfarinum
er greitt frá frammanundan. Hini 52 fólkini
hava latið tilfar, sum ikki beinleiðis er skipað
eftir spurnablaði.
Støddin á tilfarinum roknað í blaðsíðum
Av tí at alt tilfarið er av handskrivaðum upp-
skriftum, maskinskrivaðum uppskriftum, av-
skrivaðum bandupptøkum og leyslig blað-
síðuútrokning av teimum bandupptøkum,
sum enn ikki eru avskrivaðar, er torført at
rokna seg fram til eina vanliga blaðsíðu. Tí
hava vit roknað eina blaðsíðu sum eina blað-
síðu uttan mun til, um hon er handskrivað,
maskinskrivað, avskrivað eftir bandi ella
5. Talva
Býtið av heimildarfólkum eftir blaðsíðutali.
Síðutal: Heimilaarfðik:
Minni enn 10 21
10-30 97
31-50 67
51-70 24
71-90 8
91-110 3
111-130 1
131-150 1
151-170 3
171-190 1
191-210 0
211-230 0
231-250 1
Samanlagt 227
6. Talva
Aldursbýtið á heimildarfólkunum.
Føðingarár: Heimildarfólk:
1880—85 2
1886—90 5
1891—95 11
1895—00 19
1901—05 41
1906—10 59
1911—15 36
1916—20 30
1921—25 19
Ikki upplýsl 6
Snmanlagt 227
óavskrivað bandupptøka roknað um til
blaðsíður. Roknað soleiðis er alt tilfarið
8.354 bls. Miðalblaðsíðutalið fyri tey ein-
støku heimildarfólkini er 36 bls. Hvussu
blaðsíðutalið annars býtir seg eftir heimildar-
fólkunum sæst á talvu 5.
Aldurs- og starvsbýtið hjá heimildarfólkunum
Heimildarfólkini eru sum longu nevnt til-
vildarliga vald millum fólk fødd til og við
1925. Størsti parturin av heimildarfólkinum
er føddur í tíðarskeiðinum 1901—-1915. Hvus-
su aldursbýtið annars er, sæst á talvu 6.
Teir flestu vanligu føroyingar hava verið í
vinnu av ymiskum slag, tí er ofta torført at
geva teimum eitt ávíst starvsheiti, t.d. gevur
onkur heimildarmaður okkum 6 ymisk starvs-
heiti at velja ímillum. Maður kann hava verið
fiskimaður sum ungur og er seinni vorðin
arbeiðsmaður, ella hevur fingið sær onkra
útbúgving. Ein húsmóðir kann hava verið
fiskagenta sum ung og so hildið uppat, með-
an ein onnur kann hava arbeitt í fiski mest-
sum alt lívið. Á talvu 7 er gjørt eitt yvirlit yvir
starvsheitini hjá heimildarfólkunum. Tað
sæst av hesum, at tey yvirhøvur umboða
miðalføroyingin.