Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 101

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 101
Yrkisvanlukkur í Føroyum Frágreiðing um eina kanning av yrkisvanlukkum í Føroyum í tíðarskeiðinum 1975—1979. Høgni Debes Joensen og Pál Weihe Endamálið við kanningini er at lýsa yrkis- vanlukkur í Føroyum á tann hátt, at sum tilfar verða nýtt øll mál um vanlukkur, ið eru viðgjørd í Føroya Vanlukkutryggingar- ráði í árunum 1975—79. Tilfarið er allar tær vanlukkur, ið verða fráboðaðar Føroya Vanlukkutrygging. Vanlukkutryggingin í Før- oyum fevnir lutvíst um lógbundna vanlukku- trygging, lutvíst sjálvbodnar, frítíðartrygging- ar, ítróttatryggingar o.a., tilsamans 8 sløg. Lógbundna tryggingin tekur við, tá ið ó- arbeiðsførið hevur vart 14 dagar, og tekur hon við bæði, tá tað snýr seg um vanlukku- tilburðir, ið henda undir arbeiði og áleiðis til ella frá arbeiðsplássi. Sum støðan er í dag, eru at siga eingi hagtøl viðvíkjandi vanlukkutilburðum í Føroyum. Vanlukkutilburðirnir í nevnda tíðarskeiði verða í hesi kanning fyri landið sum heild lýstir á tann hátt, at eitt blað (4 foliosíður) verður útfylt eftir teimum upplýsingum, ið eru at finna í málinum hjá Føroya Vanlukku- tryggingarráð fyri hvønn tilburð sær. Til fiskimenn er gjørt eitt blað fyri seg, av tí at hesin yrkisbólkur á so mangan hátt víkur frá arbeiðandi fólkinum á landi. Tilfarið er fingið til vega á tann hátt, at hvørt einstakt mál er nágreiniliga eftirhugt av oman- fyrinevndu læknum, ið síðan hava fylt bløðini út. Hetta arbeiðið var lokið í november 1983. Alt tilfarið var knappliga 1300 mál. Av hesum snúgva um leið 30 % seg um vanlukku- tilburðir hjá fiskimonnum. Tilfarið er nú sambært avtalu sent til Lærda háskúlan í Bergen, og verður tað nú EDV- viðgjørt har. Ætlanin er fyrst og fremst at fáa til vega vitan um yrkisvanlukkur í Føroyum viðv. aldri og kyni á teimum, ið vóru fyri vanlukku, yrki teirra nærri lýst, slag av vanlukku, sjúku- avgerð, undir hvørjum umstøðum vanlukkan nágreiniliga hendi o.s.fr. Hjá fiskimonnum snýr tað seg um 30 ymiskar bólkar av upplýsingum á útfylling- arblaðnum, hjá øllum hinum 26. Petur Zachariasen, lektari cand.scient. á Støðisútbúgvingini er knýttur at hesum kanningararbeiði sum EDV-kønur, og hevur hann verið í Bergen at kunna seg við EDV- tólini, ið nýtast skulu at viðgera tilfarið við. Tað veldst um orku og tíð, nær alt kann- ingarúrslitið er komið á prent, men er ætlan- in, at fyrstu úrslitini kunnu prentast á sumri 1984, og at arbeiðið er lokið um 2 ár. Mett verður, at úrslitið av hesi kanning kann fara at fáa heilt stóran týdning í sam- bandi við, at farið verður undir økt arbeiði viðv. spurninginum um fyribyrgjandi at- gerðir innan føroyskt arbeiðseftirlit í rúm- astu merking. Fróðskaparrit 31. bók (1983): 104.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.