Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 104

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 104
Limir í Føroya Fróðskaparfelag farnir seinastu 10 árini: 107 Niels á Botni varð føddur 30. mars 1895 í Nólsoy og andaðist 20. juli 1982. Hann virk- aði sum fuglakonservator í Nólsoy næstan alla ævi sína. Niels á Botni var millum teirra, sum tóku stig til at stovna Føroya Fróð- skaparfelag, og í Fróðskaparritum 1. bók hevur hann latið prenta greinina Hugskot um hvítravnin. Hann hevði stóran kunnleika um fuglar og hevur saman við øðrum, serliga bretanum Kenneth Williamson, skrivað fleiri greinir um fuglafrøði í útlendsk vísindalig tíðarrit. Niels á Botni var kendur millum fugla- frøðingar, og hann var tann, sum útlendskir fuglafrøðingar fyrst av øllum vendu sær til, tá teir vitjaðu Føroyar. Hann hevði bræva- samband við vísindamenn í nógvum lond- um. Leif Dahl, føddur 17. oktober 1910 í Vági. Hann tók læknaprógv í Danmark í 1938 og starvaðist sum lækni í Føroyumfrá 1940—46 og seinni á Eiði í tíðarskeiðinum 1952—59. Síðani arbeiddi hann sum lækni i Danmark. Limur í Føroya Fróðskaparfelag gjørdist hann í 1954. í Fróðskaparrit, 3. bók, skrivaði hann greinina Firvaldar í Føroyum. f 1956 gav Føroya Náttúra — Føroya Skúli út bók hansara Firvaldar. Leif hevði firvaldar sum frítíðarítriv. Bæði her í Før- oyum og aðrastaðni savnaði hann firvaldar, og hann átti tíðliga eitt stórt savn av teimum. Leif Dahl gav hetta mikla savn, ið at enda taldi einar 3.000 firvaldar, við testamenti til Føroya Náttúrugripasavn í Havn. Tað var hansara týðiliga ynski, at hetta lívsverk hans- ara skuldi enda í Føroyum. Leif andaðist 15. mai 1982. Pauli Dahl, føddur 9. november 1898 í Vági. Hann tók læknaprógv í Keypmannahavn i 1923 og virkaði síðani sum lækni ymsastaðni bæði í Føroyum og Danmark, til hann í 1931 gjørdist yvirlækni við Dronning Alexandrines Hospital, seinni Landssjúkrahúsið. Hetta starv røkti hann, til hann fór frá í 1967. Lim- ur í Fróðskaparfelagnum gjørdist hann longu árið eftir, at tað var stovnað. f Fróðskapar- rit 1953 skrivaði hann greinina Cholesterol- pleuritis. Umframt læknaarbeiðið, ið mang- an var ógvuliga strævið, serliga tey fyrru árini, hevði hann eisini politiskt medvit. Hann var m.a. valdur inn á Føroya Løgting í 1943—45 og 1946. Eisini seinni gjørdi hann politiskt vart við seg, m.a. tá hann var stillari hjá Karsteni Hoydal við fólkatingsvalið í 1962. Pauli Dahl doyði 3. mai 1977. Petra Djurhuus varð fødd 11. august 1892 í Nólsoy og andaðist 1. desember 1975. Hon var útbúgvin sum konservator. Petra Djur- huus var ikki limur í Føroya Fróðskapar- felag, men var alla sína tíð ein av ídnastu stuðlum felagsins. Saman við manni sínum Hans Andrias Djurhuus skipaði hon so fyri, at Náttúrugripasavnið og Bátahøllin fingu
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.