Fróðskaparrit - 01.01.1998, Qupperneq 2
8 MINNINGARORÐ UM JOHAN DJURHUUS, FV. SKRIVSTOVUSTJÓRA LANDSSTÝRISINS
Djurhuus alt fyri eitt fekk eitt tætt tilknýti
til henda nýggja stovn. Eitt setursráð varð
sett at stýra stovninum, men longu á fyrsta
fundi sínum í mai 1965 valdi ráðið eina av-
greiðslunevnd at fremja tey mál og mið,
sum ráðið setti sær. I hesa nevnd komu for-
maður og næstformaður í ráðnum og hartil
ein aðalskrivari. Aðalskrivarin var Johan
Djurhuus, ið um somu leið skuldi vera lóg-
kønur ráðgevi. Johan Djurhuus varð ver-
andi limur í avgreiðslunevndini heilt til
1984. Frá 1974 og somuleiðis til 1984 var
hann eisini limur í setursráðnum, harav for-
maður 1977-79.
Tað fyrsta stóra takið var at fáa bygt eini
hús - og ikki minst útvegað fígging til
byggingina. Ein bygginevnd varð sett, og
millum limirnar var Johan Djurhuus.
Longu á sumri 1967 varð flutt inn í húsini.
Johan Djurhuus var eisini valdur í byggi-
nevndina fyri Heilsufrøðiligu starvsstov-
una, sum upprunaliga varð ætlað sum deild
á Fróðskaparsetrinum.
í 1974 setti setursráðið 11 ymiskar
nevndir at kanna tørvin á hægri lestri í Før-
oyum. Samskipari av arbeiðinum var av-
greiðslunevndin. Millum útbúgvingar, álit-
ið mælti til, var ein útbúgving í almennari
fyrisiting.
Henni var Johan Djuhuus heitur talsmað-
ur fyri, og tað harmaði hann nógv, at hon
hóast undirtøku í landsstýrinum datt niður-
fyri. Treytirnar frá fíggjarnevndini vóru, at
hon skuldi ongan eyka kostnað bera í sær.
Johan Djurhuus slapp ikki Fróðskapar-
setrinum, tá ið hann fór úr setursráðnum og
avgreiðslunevndini. Hann varð nevniliga
valdur í ta nevnd, sum landsstýrið setti í
1985 at gera uppskot til at menna Fróð-
skaparsetrið sum hægri lærustovn. Nevndin
legði drúgt álit úr hondum longu árið eftir.
Tað mest ítøkiliga, sum spurdist burtur úr
arbeiðinum, var kanska broytingin í stýris-
skipan og bygnaði setursins. Samstundis
sum búskaparliga kreppan av álvara tók seg
upp, svunnu líkindi til at fremja tær flestu
av nýggju útbúgvingunum í uppskoti.
Eitt ávíst bjartskygni var kortini til steðar
heilt til 1990, kanska serliga í teirri nevnd,
setursráðið setti í 1987 at fyrireika bygging
av nýggjum fróðskaparsetri. Eisini í hesi
nevndini var Johan Djurhuus virkin limur.
Á sjálvum 25 ára stovningardegi setursins í
mai 1990 boðaði táverandi borgarsstjóri frá
býráðssamtykt um at lata setrinum ókeypis
grundstykki uppi í Marknagili. Eitt tað
seinasta, sum fyrireikandi bygginevndin
gjørdi, áðrenn hon gavst, var at fara niðan í
Marknagil at skoða gávuna.
Fróðskaparsetrið hevur ómetaliga nógv
at takka Johan Djurhuus fyri. Hann var ein
álitismaður út í odd og egg og altíð fúsur at
veita eina hjálpandi hond, tá ið á stóð. Sum
tann frálíki løgfrøðingurin og korrekti
embætismaðurin hann var, dugdi hann
uttan háva at skapa virðing um seg og sítt
starv millum øll, hann hevði við at gera.
Tað kann tykjast, sum um nógv av arb-
eiðinum, Johan Djurhuus saman við øðrum
góðum fólki hevur lagt í Fróðskaparsetrið,
ikki rættiliga hevur borið frukt, men tað er
avgjørt ikki rætt. Tann menning av stovnin-
um, sum hóast ymisk bakkøst hevur verið
frá 1965 til dagin í dag, ber týðulig boð um
tað. At umstøðurnar hava sett sínar forðing-
ar og seinkað henni, er ein onnur søk.
Vit lýsa frið yvir minnið um Johan Djur-
huus.