Fróðskaparrit - 01.01.1998, Qupperneq 335
341
Høvundaleiðbeining
Fróðskaparrit er tíðarritið hjá Fróðskaparfelagnum. Allar
náttúruvísindaligar og læknafrøðiligar ritgerðir, somuleiðis
allar hugvfsindaligar ritgerðir á øllum skandinávisku málun-
um ella á enskum hava áhuga um so er, at evnið, tær viðgera,
hevur samband við Føroyar.
Ritstjómin og/ella óheftir metarar viðgera øll handritini,
sum koma inn. Gjørt skal verða eftir hesi leiðbeining, annars
verður ritgerðin send høvundanum aftur, so at hann kann
endurskoða hana.
Send upprunaritið og tvey avrit av handritinum til rit-
stjóran, helst eisini sum fílu á 31/2” diskli f WordPerfect ella
Word ella sum ASCII-fflu.
Høvundarnir fáa rættlestrar sendandi, og teir eiga at verða
sendir ritstjóranum aftur innan eina viku. Sum minst eigur at
verða broytt; eru ógvisligar broytingar, verður kravt fyri tað.
Fyrsti høvundur fær 50 serprent fyri einki.
Leiðbeining:
Handrit eiga at lúka tær treytir, sum em vanligar innan tey
ymisku vísindaligu økini. Kortini má so lítið sum gjørligt
vera av ískoytisviðmerkingum, serliga eigur at vera roynt at
sleppa undan undirgreinum - tá átti heldur at verið komið við
allari frágreiðingini í sjálvari ritgerðini.
Skákstavir (kann eisini verða víst á í tekstinum við at vera
undirstrikað) eiga at verða nýttir til:
1) At vísa til heitið á bókum og tíðarritum
2) Plantu-og djóraheiti á latíni
Heitið á ritgerðini: Feitir stavir, stórir og smáir stavir og
navnið á høvundanum/unum: Skákstavir, stórir og smáir
stavir og so tvær tómar reglur.
Stig 1 undirheitið: Feitir stavir, stórir og smáir stavir og so
ein tóm regla.
Stig 2 undirheitið: Feitir stavir, stórir og smáir stavir,
eingin tóm regla aftaná.
Stig 3 undirheitið: Skákskrift, stórir og smáir stavir, eingin
tóm regla aftaná.
Heitið á greinini, tekstir til myndir og tabellir skulu
standa á føroyskum og enskum.
Heitið og navnið á høvundanum eiga at standa á fyrstu
síðu, síðani kemur samandráttur av ritgerðini, ið ikki má vera
meiri enn 175 orð, ið víðka um heitið uttan at endurtaka tað.
Samandrátturin vísir í stórum á endamálið við ritgerðini,
greiðir frá arbeiðinum, staklutum og týdningarmiklum
úrslitum og niðurstøðum. Umframt eigur enn eitt úrtak at
vera tøkt til at týða annaðhvørt til føroyskt ella enskt alt eftir,
hvørjum máli ritgerðin er á. Fult navn og bústaður hjá
høvundanum/unum eiga at standa aftan á tilvísingarlistan,
somuleiðis telefon- og faksnummar og hvagar snarpostur
kann sendast.
Best var, um hetta stóð í tekstinum: Inngangur, tilfar og
mannagongd, úrslit, kjak og niðurstøður, men onnur hugtøk
munnu fara at verða góðkend. I tekstinum verða altjóða skip-
anir og eindir nýttar (Sl-Units, sum til dømis metur skrivaður
m; Celcius-stig skrivað °C). Myndir: Talvur og myndir
(eisini fotomyndir) eiga at standa aftan á tekstin, og frá-
greiðing um tær eigur at standa í myndatekstinum (ikki sum:
...sí tekst). I talvunum eigur teigari at verða nýttur, ongantíð
glopp. Myndir eiga at verða sendar sum ein EPS ella TIFF
fíla ella prentaðar á hvítt pappír. Allir stavir og øll tøl verða
sett við telduni hjá prentaranum. Svart/hvítar fotomyndir ella
litmyndatalvur mugu sendast sum diasmyndir (6cm x 6cm)
ella sum glansprent, ikki størri enn A4 til støddar.
I tekstinum eiga tilvísingar ikki at verða talmerktar, men
navngivnar sum Joensen (1963) ella tá ið tað liggur betur fyri
sum (Joensen, 1963). Er meiri enn ein tilvísing, eigur at
verða skrivað soleiðis: Joensen (1963; 1970), ella: (Joensen,
1963; 1970), ella: (Svabo, 1783; Joensen, 1963). Soleiðis
eigur at verða víst til ávísar síður: (Joensen, 1963: 123-134).
Soleiðis eigur at verða víst til tveir høvundar: (Joensen og
Táning, 1970) og soleiðis til meiri enn tveir høvundar:
(Enckell et al., 1986). Longri niðri stendur tilvísing í fullum
orðaljóði. Tilvísingarlistin eigur ikki at verða settur í
nummarrøð, men skrivaður í bókstavarøð, heiti á bókum í
fullum líki, tfðarrit við teimum styttingum, sum tíðarritið
nýtir í løtuni, so sum:
Benjaminsen, T. og Christensen, I. 1980: The natural history of
the bottlenose Whale, Hyperoodon ampullatus (Foster). In:
Winn, H.E. and Olla, B.L. (eds.). Behavior of Marine Animals
vol 3: 143-158.
Enckell, P.H., Bengtson, S.-A., Douwes, P., Niklasson, M.,
Stille, B. og Wiman, B. 1986. The dispersal pattern of an
anthropochorous species: Genetic variation in populations of
Lumbricus terrestris L. (Lumbricidae) in the Faroe Islands.
Hereditas 104: 253-261.
Joensen, A.H. 1963. Ynglefuglene pá Skúvoy, Færøerne, deres
udbredelse og antal. Dansk Ornith.Foren. Tidskr. 57: 1-18.
Joensen, H.D. 1970. Fuglamyndir eftir Díðrik á Skarvanesi.
Fróðskaparrit 18: 275-296.
Joensen, J.S. og Táning, Á.V. 1970. Marine and Freshwater
fishes. In: Spárck, R.+ and Tuxen, S.L. (eds.). 1928-1971. The
Zoology ofthe Faroes III(I): LXII-LXIII. 1-241.
Svabo, J.C. 1783 (1959). Indberetninger fra en Reise i Færøe
1781 og 1782. Selskabet til Udgivelse af Færøske Kildeskrif-
ter og Studier. København.
Udkast til Lov for Færøeme om Jagt, Fuglefangst m.m. 1911.
Forslag og Betænkninger afgivne af Den Færøske Landbo-
kommision. København: 303-314.
Williamson, K. 1970. (2nd ed). The Atlantic Islands. A study of
the Faroe Life and Scene. London.
Sendið handritini til Dorete Bloch, ritstjóra, Føroya Nátt-
úrugripasavn, 100 Tórshavn, tlf.: 318588, faks: 318589,
Snarpostur: doreteb@ngs.fo.