Várskot - 01.03.1905, Blaðsíða 2

Várskot - 01.03.1905, Blaðsíða 2
10 — meiri brókasíðir, krýknir í herðum og dravlorkuttir á fóti; slíkir brong- maðir kroppar fjálast betur í frakka og longuin brókum, tað er satt, men tað ertó spell, atteir bronglast. Sjómenn okkara áttu at tikið sær spøl fyri um veturin, so kundi kroppur teirra ikki farið so illa av lagi. Spøl sum at spæla bolt, đystaleik, sól og mána, verja lonđ o. s. fr. eru góð venjing l'yri kroppinn, at „berjast við kýk“ er eisini góður leikur, men hví gera í leikum sum í ðllum oðrum: einans at taka upp tað útlendska og kasta alt tað góða gamla ? Tað eru pláss, hvar Føroyingar nógv koma, sum føroysk klæðir ikki altíð hóska so væl, tað er til skips og á ferðum í útlondum; men heima er eingin grund til at leggja tey av. Tað er ikki beint av Havnarmonnum, Suðr- oyingum og einumkvórjum óðrum at leggja tey so av í stórum, sumteir gera. Enn ber tó nakað væl av mann- fólki í Føroyjum búnað sín, men konufólkið er av leið. Hðvðu tey havt eins mikla umhyggju fyri tí heimliga búnaði sínum, sum tey hava fyri Parísar klæðunum, skuldu tit bara sæð, hvussu væl hann hevði hóskað teim, og hvussu vðkur tey hðvðu verið í honum; tí um eifthvat var, sum teirn ikki đámdi, vilđu tær broytt tað til bæta; og at broyta ein fólkabúnað eftir tíð og lívi, er sjálvtsagt loyviligt, tí tað hevur allastaðni og um allar tíðir verið gjðrt. Bæði hvónndags- klæðini: troyja og skjurt, og hátíðar- búninn: stakkurinn, vildu, um konu- fólkið hevði elskað og unnt teirra føroysku klæðurn eins væl sum tey elska og unna teim útlendsku, havt fingið eitt so lagaligt snið nú, at hvðr og ein nokurlunda væl vaksin føroysk kvinna kundi verið errin at verið í teim í mannfjðld. Føroyskar konir og føroyskir rnenn, farið nú og liugsið eit syndur meir um tey gomlu klæðini, enn tit hava gjðrt! J- P- Kongarnir Eystein og Sjúrður. ystein kongur og Sjúrður kongur vóru ein vetur báðir á vitjingarferð á Upplondum, og hvðr teirra átti sín garð. Men táið skamt var ímillum teir garðarnar, hvar kongarnir skuldu liava innivist, so tóku menn tað ráð, at teir skulđu báðir liava innivist saman og vera til skiftis á garðinum hjá hvðrjum ððnim. Vóru teir so fyrst báðir saman á tí garði, sum Eystein kongur átti. Men um kvðlđið táið menn tóku at drekka, tá var ðlið ikki gott, og vóru menn tigandi. Tá mælti Eystein kongur: ,,Menn eru jú so tigandi. Tað er tó betri ðlsiður, at menn gera sær gleði. Latum okkum fáa okkurt til teitis við ðlið, so man tó enn gaman birtast í millum manna. Sjúrður bróðir! Tað man tykjast ðllurn sámiligt, at vit báðir halda eina skemtanarrøðu". Sjúrður kongur svarar heldur stutt: „Ver tú so orðførur, sum tú vilt; men lat meg sleppa at tiga fyri tær“. Tá

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.