Várskot - 01.03.1905, Blaðsíða 8
— 16 —
So hendi tað ein morgun, at
høvuðsmaðurin, hin viðgitni 75 ára
gamli Eirikur Dahlberg hoyrdi áhald-
andi skjóting. Uskur og ótolin reistist
hann i'ra sínum landkortum og byg-
ningsskapilsum av voxi. Sum minnir
frá ungdómsárunum, tá hann sveimaði
í vakurleikans ríkjum og londum,
liingu tey sjáldsamastu bilætir av teim
niðurdottnu stáðsbygningum, Rom
eigur; men eygur hans, sum fyrr
skoðaðu so frítt, vóru nii mei kt av
tungsinni og varrar hans, tunnar og
blóðleysar, tyktust at frysta í hans
kalda anđliti. Hann beinkaði sína stóru
allongeparykk við skelvandi hondum
og kínđi skegginum; tá liann steig
niður av gáttini, setti hann stav sín
fast á steinarnar og suffaði.
0, vit Svenskarir, vit ættarmenn
hina Yasakonganna, sum í teirra alđur-
dómi bert dugdu atklaga og biðja illt,
og sum sótu myrkaræddir í teirra egnu
salum vit bera í okkara sál so svart
eitt fræ, og upp av tí vil so líðandi
vaksa so krókut eitt træ, ið bera vil
beiska frukt.
Hann oystist upp meir og meir,
tess longur hann geklc, og táið hann
endiliga stóð úti a skansanum, var
tungan læst. Nakrir bólkar av hermon-
num gingu framm við fløggum og
fullum spæli, menn skotuni vóru tag-
naðu, og gjøgnum liðið komu spreiddir
flokkar av móðum og særđum monnum
sum høvdu sligið fíggindan. Allarattast
kom ein lágur, útlúgvaður oldingur,
sum hevði fingið eitt høggið tvørt yvir
bringuna og nú við møði drassaði ein
íhelskotnan drong í føvninginum. Eiri-
kur Dahlberg skuggaði fyri eygunum
fyri betur at síggja: — var hettaikki
Pípara-.Tógvan, drongurin innan av
skansanum ? Hann kendi hann á tí
brúna, purluta hárinum.
I einum skansaliðanum hoyknaði
tann útlúgvaði gamli niður á steinarnar
og varð sitanđi harvið sári sínum, og
við tí deyða dronginum á fanginum.
Nakrir soldátar rættu seg niður at
hyggja at sárinum og skræddu tað
blóðsprændu skjurtuna burt frá bróst-
inum.
Teir fóru aftur eftir hala. „Hetta
er eitt konufólk!“ Teir rættu seg
aftur niður yvir hana at hyggja at
andliti hennara. Høvdið var dottið inn
móti múrinum, og húgvan fell av, so
teir hvítu hártrevsarnir sógust.
„Tað er tann frammsýnta Gunhild
skaffarakona!“ Hon dró andan tung-
liga og opnaði tey slóknandi eyguni:
„Eg vildi ikki lata drongin vera
einsamallan í hesi óndu verð, og tá eg
læt meg í mansklæðir, og bæði nátt
sum đag tænti úti á skansanum, so
helt eg meg tora at eta av tykkara
kosti!“
Undir- og yvirmenn hugdu í ráð-
loysi yvir á Eirik Dahlberg; hon
hevði sett seg mót boði hans. Hann
stóð líka innibyrgdur í sær sjálvum,
tungsintur og harður, og undur hond
hansara skalv stavurin, so hann gnelti
móti túnasteinunum. Tungliga vendi
hann sær móti liðinum, og hans tunnu
varrar opnaðust.
„Strúkið fløggini á lialva stong!“
segði hann. (Týtt hevur M. M.)
— Føroyingafelag gevur út. —
Yalentia & Lund, Niels Juelsjíado 'J .