Várskot - 01.03.1905, Blaðsíða 7

Várskot - 01.03.1905, Blaðsíða 7
— 15 — kvinnurnar, ungar og gamlar, sjúkar sum heilsusterkar — allar skulu burt higani innan næstu kvølðsetu — tit mugu ikki minka um kostin, sum allur skal verða til herfólkið. Tær, sum ikki akta. skulu lata lívið. Og hvussu skulu nú tygum, sum í tíggjuárberthava gingið liigani og yvir um túnið til matgoymsluna, kunna fara um skógv og haga í hesum vetrarkulđa!'1 Hon læði, meðan rokkurin gekk kvikligari og kvikligari. „A ja, á ja. Hetta væntaði eg júst fór at vera lønin afturfyri, at eg so trúliga havið farið um matgoymsluna hjá tí høga harraiium, og ansað øllum tí, hans var! Og nú tú, Jógvan! Stúrir tú ikki, nú eingin verður at heita tær ein gloypubita í orminum ella reiða tær upp í bonkinum? Annað đuga børn ikki at hugsu um. — Lovaður verði Harrin, Harrin sum sló okkum til jarðar við koyrlum, hann brá í síni vreiði!“ \ Jógvan fór við hondunum um sítt brúna, purluta hár: ,,Omma — omma!“ „Pakka teg og lat meg sita í frið; lat meg sita og spinna, til eg sjálv leiti iil dyrs og verði útloyst av hesum jarðalívi!~ Hann steig nøkur spor yvir móti ommuni. vendi sær so á og fór út av holvinginum. Rokkurin surraði og surraði, til eldurin slóknaði. Morgunin eftir, tá Jógvan vendi aftur, stóð holvingurin tómur. Saksarnir uttanfyri, Svenskarnir innanfyri Riga — hvørginpaturin gavst, og illa stóð til. Tá ið gudstænastan var endað, fjakkaðu øll konufólkini út av staðnum í tí kavamikla februar- mánaði, og tær sjúku og ússaligu vóru lagđar á vagnar ella børur. Riga varð eitt mannaklostur, sum einki átti at geva teimum bólkum av biddarakvin- num, sum av og á hættaðu sær framm at skansanum. Mennirnir áttu neyvan breyð at leggja í egnan munn, og í stallinum skræddu teir útsvøltaðu hestarnir hvønannan sundur, ótu krub- burnar og gnaðaðu stór hol í træveg- girnar. Roykurin hekk niður yvir teir avbrendu býlingarnar uttan urn Riga, og um næturnar stukku soldát- arnir upp ur svøvni av tí kallandi klokkuringing og trivu byrsu og svørð frá vegginum. Táið Jógvan píparadrongur um kvøldið kom heim til holvingina, hvar hann og omman høvdu búð, fann hann sum oftast bonkin uppreiddan og eitt ílát við hálvspiltum mati frammanfyri. Hann firnaðist fyri at tosa við hinar um hetta, menn ræddur var hann. Hann trúði, omrnan mundi vera deyð í kavafonnunum, og at lion nú gekk aftur í friðloysi og angraði harðsinni sítt- Angist loypti skjólta á hann og manga náttina svav hann heldur svangur úti á skansanum. Seinri stilla- ðist áttin, tá hann hevði biðið hvølđ- bøn sína, og at endanum undraði tað hann, um hann upp í millum fann bólið órørt og matílátið tómt. So kundi hann seta seg at traðka rokkin so varliga og lurta eftir tí kenda surrinum, sum hann hevði hoyrt frá tí degi, hann var føđdur.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.