Várskot - 01.03.1905, Qupperneq 7
— 15 —
kvinnurnar, ungar og gamlar, sjúkar
sum heilsusterkar — allar skulu burt
higani innan næstu kvølðsetu — tit
mugu ikki minka um kostin, sum allur
skal verða til herfólkið. Tær, sum
ikki akta. skulu lata lívið. Og hvussu
skulu nú tygum, sum í tíggjuárberthava
gingið liigani og yvir um túnið til
matgoymsluna, kunna fara um skógv
og haga í hesum vetrarkulđa!'1
Hon læði, meðan rokkurin gekk
kvikligari og kvikligari. „A ja, á ja.
Hetta væntaði eg júst fór at vera
lønin afturfyri, at eg so trúliga havið
farið um matgoymsluna hjá tí høga
harraiium, og ansað øllum tí, hans
var! Og nú tú, Jógvan! Stúrir tú
ikki, nú eingin verður at heita tær ein
gloypubita í orminum ella reiða tær
upp í bonkinum? Annað đuga børn
ikki at hugsu um. — Lovaður verði
Harrin, Harrin sum sló okkum til
jarðar við koyrlum, hann brá í síni
vreiði!“
\
Jógvan fór við hondunum um sítt
brúna, purluta hár: ,,Omma — omma!“
„Pakka teg og lat meg sita í frið;
lat meg sita og spinna, til eg sjálv leiti
iil dyrs og verði útloyst av hesum
jarðalívi!~
Hann steig nøkur spor yvir móti
ommuni. vendi sær so á og fór út av
holvinginum.
Rokkurin surraði og surraði, til
eldurin slóknaði. Morgunin eftir, tá
Jógvan vendi aftur, stóð holvingurin
tómur.
Saksarnir uttanfyri, Svenskarnir
innanfyri Riga — hvørginpaturin gavst,
og illa stóð til. Tá ið gudstænastan
var endað, fjakkaðu øll konufólkini út
av staðnum í tí kavamikla februar-
mánaði, og tær sjúku og ússaligu vóru
lagđar á vagnar ella børur. Riga varð
eitt mannaklostur, sum einki átti at
geva teimum bólkum av biddarakvin-
num, sum av og á hættaðu sær framm
at skansanum. Mennirnir áttu neyvan
breyð at leggja í egnan munn, og í
stallinum skræddu teir útsvøltaðu
hestarnir hvønannan sundur, ótu krub-
burnar og gnaðaðu stór hol í træveg-
girnar. Roykurin hekk niður yvir
teir avbrendu býlingarnar uttan urn
Riga, og um næturnar stukku soldát-
arnir upp ur svøvni av tí kallandi
klokkuringing og trivu byrsu og svørð
frá vegginum.
Táið Jógvan píparadrongur um
kvøldið kom heim til holvingina, hvar
hann og omman høvdu búð, fann hann
sum oftast bonkin uppreiddan og eitt
ílát við hálvspiltum mati frammanfyri.
Hann firnaðist fyri at tosa við hinar
um hetta, menn ræddur var hann.
Hann trúði, omrnan mundi vera deyð
í kavafonnunum, og at lion nú gekk
aftur í friðloysi og angraði harðsinni
sítt- Angist loypti skjólta á hann og
manga náttina svav hann heldur
svangur úti á skansanum. Seinri stilla-
ðist áttin, tá hann hevði biðið hvølđ-
bøn sína, og at endanum undraði tað
hann, um hann upp í millum fann
bólið órørt og matílátið tómt. So
kundi hann seta seg at traðka rokkin
so varliga og lurta eftir tí kenda
surrinum, sum hann hevði hoyrt frá tí
degi, hann var føđdur.