Várskot - 01.03.1905, Blaðsíða 6

Várskot - 01.03.1905, Blaðsíða 6
14 — Eitt stjðrnuskot kom tú — so hvarv- tú, tú bjarta! men ljósrípan situr mær eym enn í hjarta. Títt smíl vil eg fjala í innarsti vrá, og aldrin títt minni mær víkja skal frá. ‘ivøríki, 2i/a IlJ°S- Gunhild skaffarakona. (Ur »Karolinerne« av V. von Heidenstam.) nni í einum av holvingunum á Kiga skansa sat tann 80 ára gamla Gunhikrskaft'arakona og spann. Arinar hennara vóru tær beru ægrar og speng- rir, barmur hennara rak og slættur sum á mannfólki. Nakrir tunnir, hvítir hártrevsar hingu henni niður í eyguni og eitt turruklæði hevði lion sett runt um høvdið sum eina húgvu. Fótarokkurin surraði og ein pípa- radrongur lá á gólvinum framman fyri grúgvuni „Omma“, bað hann, „syngið eina løtu, meðan tygum spinna! Eg havi aldrig hoyrt tygum annað enn blóta og deila“. Hon rendi eitt eygablikk sínutroyttu og køldu, óndskapsfullu eygur at honum. „Syngja! ? Skal tað vera um mammu tína, sum varð tikin at verða Moskovitinum til vildar. Ella um pápa tín, sum varð hongdur upp í bryggjarhúsljóðarin. Banna vil eg ta stund, eg varð fødđ, og hanna vil eg meg sjálva og hvørt eitt fólk, eg havi haft við at gera. Nevn mær eittans, sum ikki er nógv verri eun tað orð, tað hevur á sær“! „Syngja tygum eina vísu, verða tygum glað, Omma, og eg vil fegin síggja tygum glaða í hvøld“. „Tann. tú sært skemta ella læga, hann dugur bert at bera seg so at. Alt er tann rama vanlukka og ræðsla, og tað er til løn fyri okkara syndir og skammloysi, at Saksarfólkið nú er komið og læsir staðin Hoyrir tú brestirnar? lat teir løða og skjóta! — Hví liggur tú annars her og dovnar og ikki sum vanligt gert nyttu úti á skansanum?“ „Omma, kunna tygum ikki siga mær eitt blíðligt orð, áðrenn eg fari?“ „Buga og banka teg skuldi eg, um eg ikki var so ússalig og so bogin av a{dri, at eg ikki longur eru ment so frætt sum at venda andlit mítt móti himmalinum. Skal eg spáa tær? Sigist eg ikki at vera frammsýnt? Skal eg siga tær, at handan rukkan tvørt yvir eygnabrúnum tínum lovar tær bráð- deyða! Eg skoði ár framm í tíðina, menn hvussu langt eg enn skoði — tann rami óndskapur og vanlukka. Tú ert óndari enn eg, og eg óndari, enn móður mín var, og alt, sum føðist, er verri enn tað, sum doyr.“ Hann reistist upp av gólvinum og kikaði á grúgvuni. „Omma, eg vil siga tygum frá, hví eg í hvøld settist her og bað tygum verða blíða við meg. Høvuðsmaður okkara hevur í dag páboðið, at allar

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.