Várskot - 01.03.1905, Blaðsíða 3

Várskot - 01.03.1905, Blaðsíða 3
niælti Eystein kongur: „Tað hevur ofta verið olsiður, at menn taka sær javnaðarmenn, og so vil egiata vera her“. Tá tagdi Sjúrður kongur. „Eg sígg", segði Eystein kongur, „at eg verði at taka unđir við hesum teiti; eg vil taka teg, hróðir! til javnaðarmann mín. Xevni eg so tað, at vit báðir hava sama navn og somu ogn, og heldur ongan mun geri eg á ætt okkara og uppfostran‘\ Tá svaraði Sjúrður kon- gur: „Minnist tú ikki tað, at eg tveitti teg á baki, tá eg vildi, og tú var tó ein vetur eldri?,< Tá segði Eystein kongur: „Ikki manegminnast tað minni, at tú ikki vann tann leik, iivar tað ráddi um fimleika". Tá mælti Sjúrður kongur: ,,Minnist tú, hvussu tað gekk okkum, táið vit svumu, eg kundi koyra teg unđir kav, tá eg vildi?“ Eystein kongur segði: „Ikki sva meg styttri enn tú, og ikki var eg verri at svimja unđir vatninum; eg kundi eisini so væl á ísleggjum*), at eg ongan visti tann, ið har kunđi kappast við meg, men tað kundi tú ikki helđur enn neytið“. Sjúrður kongur segði: „Hovdingligari ídrótt og nytsamiligari tykist tað mær at kunna væl at skjóta við boga. Eg ætli, at tú ikki nýtir hoga mín, um tii so spennir hann við tótunum"'. Eystein kongur svaraði: „Ikki eri eg so bogasterkur sum tú, men lítil munur man vera á, at eg eri líka beinrakin sum tú; og nógv betur kann eg stanđa á skíðum enn tú, og tað lievir tó fyrr verið liilđið fyri ein góðan ídrótt“. Sjúrður kongur segði: Mær tykist tað meira mikilsvertt og nógv hovding- ligari, at liann, íð yvirmaður skal vera yvir oðrurn monnum, er mikil í flokki, sterkur og betur vápnaførur enn aðrir menn, og eyðsæddur og eyðkendur, táið flestir eru saman“. Eystein kongur segði: „Ikki er tað minni lutur, at maður er fríður, og eisini hann er eyðkendur í mannfjold; mær tykist tað eisini hovđingaligt, tí vakurleika somir tann hesti búnaður. Eg eri umframt nógv lógkønari enn tú, og eisini hvat vit skulu tala, eri eg nógv nreiri orð- kringur“. Sjúrður kongursegði: „Tað kann vera, at tú hevir lært fleiri lóg- krókir, tí eg hevði tá annað at starvast við, og eingin noktar tær mjúkmæli; men tað siga mangir, at tú ikki ert heilt orðhaldin, leggur lítið í, hvat tú lovar, og mælir teimum eftir munni, íð hjá eru staddir, og tað er ikki konga- ligt“. Eystein kongur segði: „Tað kemur av. at táið menn bera fram mál teirra fyri meg, 'tá hugsi eg fyrst um tað, at enda hvors inans sak soleiðis, at teiinum má tykjast sum best; so kemur ofta ein annar, sum lievir sak við hann, og verður tá ofta roynt at leita um sættir, so at báðum pórtum má líka Tað er eisini ofta, at eg lovi tað, sum eg eri biðin um, tí eg vildi, at alíir skuldu fara fegnir frá mínum fundi Eg síggi eisini tann kost, unl eg vil hava tað, soleiðis sum tú gert, at lova óllum ilt: men ongan hoyri eg klaga yvir at tú ikki heh.ur tað“. Sjúrður kongur segði: ,,Tað hevir verið á máli millum manna, at tann ferðin, sum eg fór av landi, var heldur ’) Skoytur av seyðabeinum.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.