Várskot - 01.03.1905, Blaðsíða 1

Várskot - 01.03.1905, Blaðsíða 1
BLAÐ FØROYINGAFELAGS í KEYPMANNAHAVN. Nr. 3-4. MARTS-APRIL. 1905. Fámenta fólk: fylkist tú oxl móti axlum, tá ^erst tær stálkynt í jaxlum, sameinda fólk! Tjódbúniiiguriim. F/ugur manna niilluin Føroyiuganna m'i á dogum fer nieir og meir at lata 8eg til sjóndar ums at vit sjálvir eiga at starvast fyri at virðast av grannum okkara sum Føroyingar. Sjálvir vita vit tað væl, at vit enn eru Føroyingar sum vit hava verið tað í túsund ár og einki annað. Vit eiga tað, sum fyrst og fremst eyðkennir eitt fólk sum serstakan tjóðflokk, vit eiga okkara egnu søgu og okkara egið mál; landaræði eiga vit tó lítíð, og fostur- landsjorðina ikki meir enu hálva, meðan hin helmingurinn er undir kongi; aftur í móti eiga vit tó nokur lunnindir, sum fægst onnur fólk eiga, og eyð- kendastur av hesum lunnindum er tjóðbúningur okkara. ,,Tjóðbúningurinn ella føroysk klæ- ðir", vil kannske einhvor siga, ,.skal tað nú roknast uppí føroysk lands- lunnindir, eru klæðir ella tað. sum er uttan á skinninum nakað vert" ? Jú men er tað nakað vert, og mest hjá honum ið lítið hevur av at missa; tað er á sín hátt eins mikið vert at vit eiga og brúka serstok klæðir, sum tað, at vit eiga serstakar litir (reytt og blátt og svarf) og sum tað, at vit vilja eigá eitt serstakt føroyskt vápnamerki. Tí verri er tann føroyski búninn ikki so mikið umvirdur sum hann átti at verið. Allmanna „mótin" er við at koma honum á grúgvu. Tað er stórt spell; tí missa vit búnann, verða vit eitt eyðkenni fátækari, og tað er óneyð- ugt at blaka hann burtur, tí hann er sjaldsama vakur og prýðiligur, og hann hóskar sera væl bæði til fólk okkara og landslag okkara. Føroyingar eru (hava verið) eitt sjaldsama prútt og vælvaksið fólk; ei undir, um búninn er sum skaptur til slíkar limaprúðar, miðjumjáar, herða- dyggar bular. Hesir vakru kroppar eru tó (upp á mannfólkasíðuna) farnir nógv at bronglast nú, siðan siglingin kom so allment á, nú gerast menn

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.