Várskot - 01.03.1905, Blaðsíða 5

Várskot - 01.03.1905, Blaðsíða 5
— 13 - hugđjðrv og bráð tinu eygur í mínum eygum tvá. íð ei tolir opna bera pannu, men stoðugt dylur mann fyri manni. Kannska var tú ei svensk? Jú, so satt var tú svensk: Ein Svørikis dóttir við reinum mergi; hin đýrasta tirna úr svenskum bergi; ein fuglur, íð elskar í sól at sita, men ikki tolir av bondum at vita. Eremmandur var eg av oðrum sveinum — rætti mær hond tó alt í einum, virdi ei um, hvat annar segði, — hirdi ei ganga livandi deyði, beyð mær fund, fjálga stund undir himli tínum heima, har, sól man randa og flógv dregur anda sál tín reina. Tú trúði mær væl: Hugheil og sæl leiddi tú meg í ljósringin inn til longsul tín eyma, meðan smílbáran spældi løtt tær á kinn, sum hjá barni í đreyma. Sótu vit tá, vit mannahorn tvá utan hamin hin fjákuta, ljóta, íð sjaldan hjá øðrum man tróta, Tú trúði mær væl: Hugheil og sæl tú segði mær frá hvat tær innast lá, segði mær tína ævu ungu; — sjálv var tú sterk gjøgnum vónbrestir tungu, — evnaði lívið heilagt sjá. Svnđi mær mið, — høgt tey sótu! — lønaleys ei gongur mannaleið teim ímóti. Og meðan tú sólarkvæðið títt kvað, og lív og frøði var niðurlag, tá tóktist mær sita við Eøroyastrendur á kletti, sum út í havið vendir. so tóktist mær ljóða tín harpustrongur sum vænasti summaraldusongur. A, stutta ókt við tina lið ! so stutt var ókt mær eingin, — eg gloymdi eg var á rnold. — Fekk ei sita við tær í frið, tók aftur til ferðaveingin, og streyk yvir víðu fold. Farvæl! tú helt mær við báðum hondum, Yit hittast aftur á fagrari londum!

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.