Várskot - 01.03.1905, Blaðsíða 5
— 13 -
hugđjðrv og bráð
tinu eygur í mínum eygum tvá.
íð ei tolir opna bera pannu,
men stoðugt dylur mann fyri manni.
Kannska var tú ei svensk?
Jú, so satt var tú svensk:
Ein Svørikis dóttir við reinum mergi;
hin đýrasta tirna úr svenskum bergi;
ein fuglur, íð elskar í sól at sita,
men ikki tolir av bondum at vita.
Eremmandur var eg
av oðrum sveinum —
rætti mær hond
tó alt í einum,
virdi ei um, hvat annar segði,
— hirdi ei ganga livandi deyði,
beyð mær fund,
fjálga stund
undir himli tínum heima,
har, sól man randa
og flógv dregur anda
sál tín reina.
Tú trúði mær væl:
Hugheil og sæl
leiddi tú meg í ljósringin inn
til longsul tín eyma,
meðan smílbáran spældi løtt tær á kinn,
sum hjá barni í đreyma.
Sótu vit tá,
vit mannahorn tvá
utan hamin hin fjákuta, ljóta,
íð sjaldan hjá øðrum man tróta,
Tú trúði mær væl:
Hugheil og sæl
tú segði mær frá
hvat tær innast lá,
segði mær tína ævu ungu;
— sjálv var tú sterk gjøgnum
vónbrestir tungu,
— evnaði lívið heilagt sjá.
Svnđi mær mið,
— høgt tey sótu! —
lønaleys ei
gongur mannaleið
teim ímóti.
Og meðan tú sólarkvæðið títt kvað,
og lív og frøði var niðurlag,
tá tóktist mær sita við Eøroyastrendur
á kletti, sum út í havið vendir.
so tóktist mær ljóða tín harpustrongur
sum vænasti summaraldusongur.
A, stutta ókt við tina lið !
so stutt var ókt mær eingin,
— eg gloymdi eg var á rnold. —
Fekk ei sita við tær í frið,
tók aftur til ferðaveingin,
og streyk yvir víðu fold.
Farvæl! tú helt mær við báðum hondum,
Yit hittast aftur á fagrari londum!