Várskot - 01.03.1905, Síða 8

Várskot - 01.03.1905, Síða 8
— 16 — So hendi tað ein morgun, at høvuðsmaðurin, hin viðgitni 75 ára gamli Eirikur Dahlberg hoyrdi áhald- andi skjóting. Uskur og ótolin reistist hann i'ra sínum landkortum og byg- ningsskapilsum av voxi. Sum minnir frá ungdómsárunum, tá hann sveimaði í vakurleikans ríkjum og londum, liingu tey sjáldsamastu bilætir av teim niðurdottnu stáðsbygningum, Rom eigur; men eygur hans, sum fyrr skoðaðu so frítt, vóru nii mei kt av tungsinni og varrar hans, tunnar og blóðleysar, tyktust at frysta í hans kalda anđliti. Hann beinkaði sína stóru allongeparykk við skelvandi hondum og kínđi skegginum; tá liann steig niður av gáttini, setti hann stav sín fast á steinarnar og suffaði. 0, vit Svenskarir, vit ættarmenn hina Yasakonganna, sum í teirra alđur- dómi bert dugdu atklaga og biðja illt, og sum sótu myrkaræddir í teirra egnu salum vit bera í okkara sál so svart eitt fræ, og upp av tí vil so líðandi vaksa so krókut eitt træ, ið bera vil beiska frukt. Hann oystist upp meir og meir, tess longur hann geklc, og táið hann endiliga stóð úti a skansanum, var tungan læst. Nakrir bólkar av hermon- num gingu framm við fløggum og fullum spæli, menn skotuni vóru tag- naðu, og gjøgnum liðið komu spreiddir flokkar av móðum og særđum monnum sum høvdu sligið fíggindan. Allarattast kom ein lágur, útlúgvaður oldingur, sum hevði fingið eitt høggið tvørt yvir bringuna og nú við møði drassaði ein íhelskotnan drong í føvninginum. Eiri- kur Dahlberg skuggaði fyri eygunum fyri betur at síggja: — var hettaikki Pípara-.Tógvan, drongurin innan av skansanum ? Hann kendi hann á tí brúna, purluta hárinum. I einum skansaliðanum hoyknaði tann útlúgvaði gamli niður á steinarnar og varð sitanđi harvið sári sínum, og við tí deyða dronginum á fanginum. Nakrir soldátar rættu seg niður at hyggja at sárinum og skræddu tað blóðsprændu skjurtuna burt frá bróst- inum. Teir fóru aftur eftir hala. „Hetta er eitt konufólk!“ Teir rættu seg aftur niður yvir hana at hyggja at andliti hennara. Høvdið var dottið inn móti múrinum, og húgvan fell av, so teir hvítu hártrevsarnir sógust. „Tað er tann frammsýnta Gunhild skaffarakona!“ Hon dró andan tung- liga og opnaði tey slóknandi eyguni: „Eg vildi ikki lata drongin vera einsamallan í hesi óndu verð, og tá eg læt meg í mansklæðir, og bæði nátt sum đag tænti úti á skansanum, so helt eg meg tora at eta av tykkara kosti!“ Undir- og yvirmenn hugdu í ráð- loysi yvir á Eirik Dahlberg; hon hevði sett seg mót boði hans. Hann stóð líka innibyrgdur í sær sjálvum, tungsintur og harður, og undur hond hansara skalv stavurin, so hann gnelti móti túnasteinunum. Tungliga vendi hann sær móti liðinum, og hans tunnu varrar opnaðust. „Strúkið fløggini á lialva stong!“ segði hann. (Týtt hevur M. M.) — Føroyingafelag gevur út. — Yalentia & Lund, Niels Juelsjíado 'J .

x

Várskot

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.