Ungu Föroyar - 01.04.1908, Síða 5

Ungu Föroyar - 01.04.1908, Síða 5
— 29 kongsdótturin, sum út var loyst úr rúnum. Hin ungi veiðimaðurin fekk hana so til konu, og hann var kongur yvir einum stórum ríki, og livdu tey sosaman í góðari semju til teirra đeyða. Finnur hin lítli týddi. Ger ikki fuglunum ónáðir. Eitt kvøldið fór eg heiman í frá út at ganga. Veðrið var frálíka gott, sólin, sum hevði sett sína gomlu leið í havið, vóð í sjálvari havsbrúnini og sendi logandi geislar inn móti oyaklett- inum og litaði teir allar gyltar. Leiðin, eg tók inær, var út á upsina, tí haðani kundi eg síggja langt til havs, og eisini kundi eg venda mær á og líta y vir allar hinar monga fjallaknúkar, sum logandi reyðir av sólarroðanum horvdi móti himli; stinnir og sterkir tóktist mær teir standa, sum um einki kundi herja á, utan tað mátti lúta. Eg gekk mær dygst út á upsina, fyri at eg kundi líta niður fyri bergið. Eg hoyrdi ljóð sum ljóðaði hvøllari og hvøllari, tess longur eg kom og eg gjørdist forvitin eftir at fáa at vita, hvat tað var. Eg legði meg út á upsina og hugdi niður fyri. Har sá eg, rætt í álvara, eina ógviliga mongd av fuglum, sum sótu lið um lið so vinaligir. Teir sótu og rætti nevið hvør at øðrum og karraðu; tað kom mær soleiðis fyri, sum teir dugdi at tosa. Eg helt vera nógv fyri at fara heimaftur, tí eg var so hugtikin av hesi yndisligu sjón, sum eg her sá. Eftir at sólin var horvin legði seg um havs- j brúnina ein rond av mjørka, sum meir og meir breiddi seg yvir havoghimmal | og skjótt var tað at alt var avbikað við mjørka. Tó kundi eg enn hóma niður at sjóvarmálanam. So hoyrdi eg ! ljóð, sum árar høvdu gelt móti tollum, og gav tí gætir. Jú, fram við hellini kom ein bátur, og eg hómaði, at ein maður var frammi í skuti og at hann hevði eina byrsu í hondini. Eg grunaði ilt og óttaðist fyri, at hann skuldi fara at skjóta teir vænu gestir, sum landið nú hevði fingið, og sum vóru mær so góðir vinir. Eg kendi mær eina brennandi trá, | ein logandi elskhuga til vakurleikan í nátúrini, og eg kendi, sum ein stórur klettur var lyftir av mær, og ein mjúkur svalandi andi var á meg breiddur aftur í staðin. Eg kendi meg heima í einari aðrari verð, hvar alt er gott og hugna- ligt. Jú, umskipað var! Hin nývandi kaldi vetur var feldur fyri hini mjúku summarlýtku. Mítt ynski var, at hesin vakurleiki, sum nú var komin til landið, | skuldi halda við og aldri fáa enda. Buldó! — ljóðaði niðri undir mær; eitt ræðuligt buldur hoyrdi eg, tað var J eins og ógviliga harður torusláttur, tað dunaði eftir í fjøllunum, — tað neit mær at hjartanum. Eitt døkt, tungt lyndi legði seg yvir meg; eg óttaðist fyri at onkur av hinum góðu vinum mínum var lamløstaður. — Brátt hoyrdi ! eg ljóðið: Buldó! Buldó! . . . og tað svaraði aftur úr øllum ættum. Mjørkin byrjaði nú at lætta og tað tók at ljósna fyri sjón míni. Eg hóm- aði hópin av bátum fram við helluni. Fuglurin tusti kring um teir. Við hvørt fell onkur úr flokkinum og vend- ist opin á sjónum. Men mangur var

x

Ungu Föroyar

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.