Ungu Föroyar - 01.04.1908, Qupperneq 5
— 29
kongsdótturin, sum út var loyst úr
rúnum.
Hin ungi veiðimaðurin fekk hana
so til konu, og hann var kongur yvir
einum stórum ríki, og livdu tey sosaman
í góðari semju til teirra đeyða.
Finnur hin lítli týddi.
Ger ikki fuglunum ónáðir.
Eitt kvøldið fór eg heiman í frá
út at ganga. Veðrið var frálíka gott,
sólin, sum hevði sett sína gomlu leið í
havið, vóð í sjálvari havsbrúnini og
sendi logandi geislar inn móti oyaklett-
inum og litaði teir allar gyltar. Leiðin,
eg tók inær, var út á upsina, tí haðani
kundi eg síggja langt til havs, og eisini
kundi eg venda mær á og líta y vir allar
hinar monga fjallaknúkar, sum logandi
reyðir av sólarroðanum horvdi móti
himli; stinnir og sterkir tóktist mær
teir standa, sum um einki kundi herja
á, utan tað mátti lúta. Eg gekk mær
dygst út á upsina, fyri at eg kundi líta
niður fyri bergið. Eg hoyrdi ljóð sum
ljóðaði hvøllari og hvøllari, tess longur
eg kom og eg gjørdist forvitin eftir at
fáa at vita, hvat tað var. Eg legði
meg út á upsina og hugdi niður fyri.
Har sá eg, rætt í álvara, eina ógviliga
mongd av fuglum, sum sótu lið um lið
so vinaligir. Teir sótu og rætti nevið
hvør at øðrum og karraðu; tað kom
mær soleiðis fyri, sum teir dugdi at
tosa. Eg helt vera nógv fyri at fara
heimaftur, tí eg var so hugtikin av hesi
yndisligu sjón, sum eg her sá. Eftir at
sólin var horvin legði seg um havs-
j brúnina ein rond av mjørka, sum meir
og meir breiddi seg yvir havoghimmal
| og skjótt var tað at alt var avbikað
við mjørka. Tó kundi eg enn hóma
niður at sjóvarmálanam. So hoyrdi eg
! ljóð, sum árar høvdu gelt móti tollum,
og gav tí gætir. Jú, fram við hellini
kom ein bátur, og eg hómaði, at ein
maður var frammi í skuti og at hann
hevði eina byrsu í hondini. Eg grunaði
ilt og óttaðist fyri, at hann skuldi fara
at skjóta teir vænu gestir, sum landið
nú hevði fingið, og sum vóru mær
so góðir vinir.
Eg kendi mær eina brennandi trá,
| ein logandi elskhuga til vakurleikan í
nátúrini, og eg kendi, sum ein stórur
klettur var lyftir av mær, og ein mjúkur
svalandi andi var á meg breiddur aftur
í staðin. Eg kendi meg heima í einari
aðrari verð, hvar alt er gott og hugna-
ligt. Jú, umskipað var! Hin nývandi
kaldi vetur var feldur fyri hini mjúku
summarlýtku. Mítt ynski var, at hesin
vakurleiki, sum nú var komin til landið,
| skuldi halda við og aldri fáa enda.
Buldó! — ljóðaði niðri undir mær;
eitt ræðuligt buldur hoyrdi eg, tað var
J eins og ógviliga harður torusláttur, tað
dunaði eftir í fjøllunum, — tað neit
mær at hjartanum. Eitt døkt, tungt
lyndi legði seg yvir meg; eg óttaðist
fyri at onkur av hinum góðu vinum
mínum var lamløstaður. — Brátt hoyrdi
! eg ljóðið: Buldó! Buldó! . . . og tað
svaraði aftur úr øllum ættum.
Mjørkin byrjaði nú at lætta og tað
tók at ljósna fyri sjón míni. Eg hóm-
aði hópin av bátum fram við helluni.
Fuglurin tusti kring um teir. Við
hvørt fell onkur úr flokkinum og vend-
ist opin á sjónum. Men mangur var