Ungu Föroyar - 01.04.1908, Síða 8

Ungu Föroyar - 01.04.1908, Síða 8
32 skuldi til at loysa hertiknar Føringar undan turkaveldinum. Men fólk var fátækt her á landi, og tess verri mundi viljin heldur ikki vera góður til at hjálpa. Fólk vóru so von við at síggja neyð og vesaldóm fyri eygum, at allpr góðar og blíðar kenslur vóru doyvdar. j Hvør maður hugsaði mest um seg og var lítið fúrur at hjálpa teimum, ið neyðstødd vóru. Tí mundi tey vera fá av hinum hertiknu, ið fingu at síggja fosturland sítt aftur. Hvussu Óli lærdi at rokna. Børnini høvdu rokning í skúlanum, og kenslukvinnan gekk við fasitlistanum í hondini aftur og fram á gólvinum. Hvørja ferð eitt barn hevði fingið eitt j rokningsdømi liðugt, stedgaði hon á og vitaði, um rætt var. Lítli Óli sat yviri við ovnin við sveittabrot; hann hevði nústreva nærum ein heilan tíma, men altíð var sama talið skeivt. Hann var illa hýrdur; tí hann óttaðist fyri, at hann fór at verða eftir settur. Men kenslukvinnan dugdi væl at fáast við børn, og tey vóru altíð : hugagóð at læra, hóast hon hvørki var j von at »sláa« ella »seta eftir«. Tá ið j tímanum leið at enda, fór hon til Óla og segði við hann: Nú skulu vit bæði royna at fáa rokningsdømi títt rætt. Kom við talv- uni. — Hygg: Syv gange fem er fem og tredive, og syv gange . . . »Á, nú síggi eg, hvat eg havi gjørt skeivt,« rópti Óli glaður; »eg segði ikki syv gange men sjey ferðir. Stavatalv. a a a a i a a i r r r t t t V V Flyt hesar stavirnar so, at teir siga eins, antin teir verða lisnir frá vinstru til høgru hanđar ella frá í erva og niður eftir. Teir merkja tá fýra orð: 1) Nakað sum smábørn hava at súgva. 2) Amboð í báti. 3) Ein leikur. 4) Ein planta. G-átan í Nr. 8 er knívur — nikur — rugur — gívur — ungi — víkingur. 'y.avja \\\ JxæÚ, at tann, sum skunđar sær, kann fáa til keyps ein hóp av frálíká góðum og bíligum varum? Her skal t. d. nevnast: Seymimaskinur, ur, barometur, kik- arar, og ein mongd av gullstási, stovu- og kirkjuorgul við ljómandi.. føgrum tóna, rakiknívar, køkuføt, borðdúkar. skjúrtitoy og mangt, mangt annað. Alt fæst í handlinum hjá M. Einarsson í Havn. Háskúlin í Figrulið. Vetrarskúlin fyri drongir byrjar 15. oktbr. — Bønarbræv um peninga- styrk má sendast til amtið innan 15. august. B. Rasmussen. Símun av Skarði. Útgevari og blaðstýrari: Símun av Skarði, Fagralíðar háskúla, um Klaksvík. Prentsmiðja »Fram«s, Tórshavn.

x

Ungu Föroyar

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.