Ungu Föroyar - 01.04.1908, Qupperneq 8
32
skuldi til at loysa hertiknar Føringar
undan turkaveldinum. Men fólk var
fátækt her á landi, og tess verri mundi
viljin heldur ikki vera góður til at
hjálpa. Fólk vóru so von við at síggja
neyð og vesaldóm fyri eygum, at allpr
góðar og blíðar kenslur vóru doyvdar. j
Hvør maður hugsaði mest um seg
og var lítið fúrur at hjálpa teimum, ið
neyðstødd vóru. Tí mundi tey vera fá av
hinum hertiknu, ið fingu at síggja
fosturland sítt aftur.
Hvussu Óli lærdi at rokna.
Børnini høvdu rokning í skúlanum,
og kenslukvinnan gekk við fasitlistanum
í hondini aftur og fram á gólvinum.
Hvørja ferð eitt barn hevði fingið eitt j
rokningsdømi liðugt, stedgaði hon á og
vitaði, um rætt var.
Lítli Óli sat yviri við ovnin við
sveittabrot; hann hevði nústreva nærum
ein heilan tíma, men altíð var sama
talið skeivt. Hann var illa hýrdur; tí
hann óttaðist fyri, at hann fór at verða
eftir settur. Men kenslukvinnan dugdi
væl at fáast við børn, og tey vóru altíð :
hugagóð at læra, hóast hon hvørki var j
von at »sláa« ella »seta eftir«. Tá ið j
tímanum leið at enda, fór hon til Óla
og segði við hann:
Nú skulu vit bæði royna at fáa
rokningsdømi títt rætt. Kom við talv-
uni. — Hygg: Syv gange fem er fem
og tredive, og syv gange . . .
»Á, nú síggi eg, hvat eg havi gjørt
skeivt,« rópti Óli glaður; »eg segði ikki
syv gange men sjey ferðir.
Stavatalv.
a a a a
i
a a i
r r r t
t t V V
Flyt hesar stavirnar so, at teir siga
eins, antin teir verða lisnir frá vinstru
til høgru hanđar ella frá í erva og
niður eftir. Teir merkja tá fýra orð:
1) Nakað sum smábørn hava at
súgva.
2) Amboð í báti.
3) Ein leikur.
4) Ein planta.
G-átan í Nr. 8
er
knívur — nikur — rugur — gívur —
ungi — víkingur.
'y.avja \\\ JxæÚ,
at tann, sum skunđar sær, kann fáa til
keyps ein hóp av frálíká góðum og
bíligum varum? Her skal t. d. nevnast:
Seymimaskinur, ur, barometur, kik-
arar, og ein mongd av gullstási, stovu-
og kirkjuorgul við ljómandi.. føgrum
tóna, rakiknívar, køkuføt, borðdúkar.
skjúrtitoy og mangt, mangt annað. Alt
fæst í handlinum hjá
M. Einarsson
í Havn.
Háskúlin í Figrulið.
Vetrarskúlin fyri drongir byrjar
15. oktbr. — Bønarbræv um peninga-
styrk má sendast til amtið innan 15.
august.
B. Rasmussen. Símun av Skarði.
Útgevari og blaðstýrari: Símun av Skarði, Fagralíðar háskúla, um Klaksvík.
Prentsmiðja »Fram«s, Tórshavn.