Ungu Föroyar - 01.06.1908, Blaðsíða 4
44 —
og leyp í somu øði yvir til Ferra. »Tú
ert versti drongur, sum verið liovur í
Miðvík,« segði Torsteinur, ývin og ilskur,
við Ferra. — »Og tú ert góður, tá ið
tú ert goymdur hjá boppu mammu
tínar,« svaraði Ferri, og hann og hinir
drongirnir flentu. Torsteinur var ikki
mentur at svara; hann kendi á sær, at
hann verri kundi stýra sær hesu ferð,
enn hina ferð um veturin, tá teiinum
barst orðið saman. Tá leyp hann ikki
á, tí hann væntaði sær at tapa; men
slíkt kom honunt ikki í huga nú. Tá
tók Ferri uppaftur til orða : »Sjaldsamt!
í dag er bloikapisan Torsteinur. so
reyður í skortinum sum ein nýgjørdur
korkaleivur . . . .« Longur kom hann
ikki; tíTorsteinur leyp á hann í stund-
ini, og báðir vóru teir fastir. Leingi
bardust teir, og ymsum stóð til vinn-
ingar. Hinir stóðu uttanum og hugdu
at ógviliga alvarsamir; tí teir sógu, at
hesin bardagin var meira enn vanligt
drongjaklandur. At endanum fall Ferri
og Torsteinur oman á. Men hann reisti
seg skjótt upp aftur og bliknaði við; tí
hann sá, at kjálkin á Ferra, sum var
komin niður í eyrin, í tí hanndatt, var
bara blóð.
Ferri fór at gráta og rópa, sum
lívið hevði gingið úr honum, og allir
fjallmenninir, sum hoyrdú hetta an-
skræmiliga ljóð, hildu onkum hava fingið
skaða, og teir fóru tí rennandi niðantil
drongirnar. Har sógu teir Ferra sita
blóðugan um alt andlitið. Teir spurdu,
hvat honum baggaði. »Torsteinur ætl-
aði at drepa meg,« ýldi tað í honum,
meðan hann stórgræt.
Torsteinur stóð har nær hjá. Pápi
hansara hugdi upp á hann; hann dugdi
ikki reiðiliga at skilja, at hann skuldi
vera skyldigur í slíkum óbótaverki.
Men av tí, at hann hoyrdi Ferra siga
fleiri ferðir upp í saman, at Torsteiuur
ætlaði at drepa hann, so kundi hann
ikki ivast um, at sonur hansara hevði
skuld, um hann tó var langt frá at
trúgva tí, sum Ferri segði. Hann tók
Torstein og ætlaði at flongja hann.
Men tá tóku hinir drongirnir til máls
og søgdu, at Ferri hevði alla skuldina
sjálvur, og at Torsteinur einki hevði
gjørt, og so væl bóru teir i bøtuflaka
fyri hann, at pápi hansara slepti'honúm.
Hin gamli visti væl, at børn ofta eru
gløggari til at skilja, hvør ið rætt hevur,
og hvør órætt, enn vaxin fólk. Og
revsa Torstein ósekan! nei, tað vilđi
hann ikki fyri alt í verøldini.
Torsteinur legði seg fram eftir
rommum niður á vøllin at gráta. Hin
ógviliga øsing, sum hann hevði verið í,
linaði nú í táraføllum.
Fjallmenninir fóru nú at fregnast
eftir, hvør skuldina mundi hava, og
hvussu klandrið var í komi. Men tað
var teimum ikki møguligt at fáa nakra
greiðu um tað; tí allir smádrongirnir
fóru at snakka í munnin á hvørjum
øðrum. Eitt var skililigt, og tað var,
at teir høvdu nógv at finnast at Ferra,
og teir untuhonum ikki illa tann sviðan,
hann hevði fingið. Nú kom opinberligð
fram, tað sum teir høvdu hugsað í
loyndum.
Tá ið Ferri var tvigin um andlitið
sást, at blóðið kom úr nøkrum skeinum,
sum hann hevði fingið í kjálkan; men
ikki vóru tær verri enn so, at tær væl
kundu vera grøddar um eina viku.
Og annan skaða hevði hann ikki fingið.
Fjallmenninir skammaðu hann og søgdu,