Ungu Föroyar - 01.06.1908, Qupperneq 4

Ungu Föroyar - 01.06.1908, Qupperneq 4
44 — og leyp í somu øði yvir til Ferra. »Tú ert versti drongur, sum verið liovur í Miðvík,« segði Torsteinur, ývin og ilskur, við Ferra. — »Og tú ert góður, tá ið tú ert goymdur hjá boppu mammu tínar,« svaraði Ferri, og hann og hinir drongirnir flentu. Torsteinur var ikki mentur at svara; hann kendi á sær, at hann verri kundi stýra sær hesu ferð, enn hina ferð um veturin, tá teiinum barst orðið saman. Tá leyp hann ikki á, tí hann væntaði sær at tapa; men slíkt kom honunt ikki í huga nú. Tá tók Ferri uppaftur til orða : »Sjaldsamt! í dag er bloikapisan Torsteinur. so reyður í skortinum sum ein nýgjørdur korkaleivur . . . .« Longur kom hann ikki; tíTorsteinur leyp á hann í stund- ini, og báðir vóru teir fastir. Leingi bardust teir, og ymsum stóð til vinn- ingar. Hinir stóðu uttanum og hugdu at ógviliga alvarsamir; tí teir sógu, at hesin bardagin var meira enn vanligt drongjaklandur. At endanum fall Ferri og Torsteinur oman á. Men hann reisti seg skjótt upp aftur og bliknaði við; tí hann sá, at kjálkin á Ferra, sum var komin niður í eyrin, í tí hanndatt, var bara blóð. Ferri fór at gráta og rópa, sum lívið hevði gingið úr honum, og allir fjallmenninir, sum hoyrdú hetta an- skræmiliga ljóð, hildu onkum hava fingið skaða, og teir fóru tí rennandi niðantil drongirnar. Har sógu teir Ferra sita blóðugan um alt andlitið. Teir spurdu, hvat honum baggaði. »Torsteinur ætl- aði at drepa meg,« ýldi tað í honum, meðan hann stórgræt. Torsteinur stóð har nær hjá. Pápi hansara hugdi upp á hann; hann dugdi ikki reiðiliga at skilja, at hann skuldi vera skyldigur í slíkum óbótaverki. Men av tí, at hann hoyrdi Ferra siga fleiri ferðir upp í saman, at Torsteiuur ætlaði at drepa hann, so kundi hann ikki ivast um, at sonur hansara hevði skuld, um hann tó var langt frá at trúgva tí, sum Ferri segði. Hann tók Torstein og ætlaði at flongja hann. Men tá tóku hinir drongirnir til máls og søgdu, at Ferri hevði alla skuldina sjálvur, og at Torsteinur einki hevði gjørt, og so væl bóru teir i bøtuflaka fyri hann, at pápi hansara slepti'honúm. Hin gamli visti væl, at børn ofta eru gløggari til at skilja, hvør ið rætt hevur, og hvør órætt, enn vaxin fólk. Og revsa Torstein ósekan! nei, tað vilđi hann ikki fyri alt í verøldini. Torsteinur legði seg fram eftir rommum niður á vøllin at gráta. Hin ógviliga øsing, sum hann hevði verið í, linaði nú í táraføllum. Fjallmenninir fóru nú at fregnast eftir, hvør skuldina mundi hava, og hvussu klandrið var í komi. Men tað var teimum ikki møguligt at fáa nakra greiðu um tað; tí allir smádrongirnir fóru at snakka í munnin á hvørjum øðrum. Eitt var skililigt, og tað var, at teir høvdu nógv at finnast at Ferra, og teir untuhonum ikki illa tann sviðan, hann hevði fingið. Nú kom opinberligð fram, tað sum teir høvdu hugsað í loyndum. Tá ið Ferri var tvigin um andlitið sást, at blóðið kom úr nøkrum skeinum, sum hann hevði fingið í kjálkan; men ikki vóru tær verri enn so, at tær væl kundu vera grøddar um eina viku. Og annan skaða hevði hann ikki fingið. Fjallmenninir skammaðu hann og søgdu,

x

Ungu Föroyar

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.