Ungu Föroyar - 01.06.1908, Blaðsíða 7
47 —
er at sleppa heim at ferðast, og síðani
skal eg koma aftur til tygara.« Bak-
arin gav honum loyvi at fara og læt
hann fáa ta løn, sum hann átti. Ung-
lingurin fór so til gongu burtur frá
bakarabúðini og kom til høllina hjá
sultaninum. Har sá hann eini hundrað
avhøgd manshøvur hanga oman fyri
dyrnar. Fyri at hvíla seg hallaði hann
sær upp við durastavinum á smáttuni
hjá einum vínhandlara, og hann spurdi
handilsmannin: »Meistari, hví eru so
mong manshøvur hongd upp her?«
Vínhandlarin svaraði: »Vinur mín,
fregnast ikki eftir slíkum, sum barst
til áður.« Men tá í unglingurin kom
aftur við somu spurning, svaraði
maðurin: »Vinur mín, gev gætur!
Sultanin eigir eina dóttur, sum er ein
mynd nv vakurleika og yndi; hon er
smidlig av vaxtrarlag eins og bambus-
rør. Men á hvønn tann, sum hættir
sær at bera upp bønarorð fyri hana
leggur pápi hennara treytir.« Táspurdi
fiskimanssonurin: »Og hvørjar eru tær ?«
Hin svaraði: »Undir netgluggunum á
høllini hjá sultaninum liggur ein øsku-
dungi, og við hvønn tann, sum ynskir at
fá dóttur hansara til konu, ger hann tann
sáttmála, at hann skal beina øskudungan
burtur. Fjøruti dagar fær hann til
hetta arbeiði, og er hann ikki tá liðugur
so verðnr høvdið av honum høgt.« Tá
spurdi unglingurin: »Er dungin
høgur?« Vínhandlarin svaraði: »Sum
eitt fjall.« (Meira.)
Kikarin 300 ára gamal.
I ár eru 300 ár síðani kikarin varð
uppfunnin. Tað var ein hollendskur
glaseygnabrýnari, nevndur Lippershey,
sum fyrstur gjørdi ein kikara, og tað
var í árinum 1608.
Brátt frættist hetta víða hvar, eisini
til Italiu. Har livdi tá hin um allan
heimin gitni Galilei, sum var fremstur
manna í vísindum. Honum ranníhuga,
hvussu hent tað hevði verið at hava
ein kikara, sum kundi hjálpa eygunum
so frálíka væl at síggja allar lutir —
ikki einans á jørðini, men eisini á
stjørnuhimninum. Men hann hevði ikki
sæð hetta amboðið og visti ikki, hvussu
tað var gjørt; hann hevði bara frætt
frá tí. Hann fór so í holt við at smfða
ein kikara, sum skjótt varð liðugur, og
sum var sjaldsama góður. I honum
fekk Galilei at síggja mangt, sum menn-
iskjan alđri hevði sæð áður. Hann fekk
at síggja, at gongustjørnan Jupiter hevði
fýra mánar, sum fara í kring um hana.
Hann sá, at á mánanuin er ein hópur
av fjøllum, og hann vísti á, hvussu hædd
teirra kann útroknast. í kikarinum sást
ein mongd av fastastjørnum, sum hann
ikki sá við berum eygum. Hann rakti
eisini við, at á sólini vóru đøkkir blettir,
sum ofta broyttust, hvurvu stundum og
komu aftur stundum. Av hesum sólar-
blettunum og teirra røringum kom hann
til ta hugsan, at sólin melur um mondul
j sín.
Tað, sum myndabókin er fyri barn-
inum, var nátúrin fyri Galilei; hann
»blaðaði« aftur og fram í henni,
og altíð fann hann okkurt nýtt, sum
hann var hugtikin av til lítar. Við
hjálp kikarans ferðaðist hann viða um
í himnarúminum, og hann sá gjølla, at
nógv av tí lærdómi, sum á hansara
døgum galt fyri at vera hægsti sann-
leikur um nátúrina, var ein stór villa.
Galilei var vísur í, at sannleilcur um
i nátúrina vinnisi einans við at venda scer
j til nátúrina og rannsaka hana.
Fá hava andsevni til at rannsaka
so nógv og so víða sum Galilei, og fá
! hava eygu og oyru so væl upplatin
fyri øllum í nátúrini sum hann. Men
í kunna vit tó hava gagn og gleði av