Ungu Föroyar - 01.06.1908, Qupperneq 7

Ungu Föroyar - 01.06.1908, Qupperneq 7
47 — er at sleppa heim at ferðast, og síðani skal eg koma aftur til tygara.« Bak- arin gav honum loyvi at fara og læt hann fáa ta løn, sum hann átti. Ung- lingurin fór so til gongu burtur frá bakarabúðini og kom til høllina hjá sultaninum. Har sá hann eini hundrað avhøgd manshøvur hanga oman fyri dyrnar. Fyri at hvíla seg hallaði hann sær upp við durastavinum á smáttuni hjá einum vínhandlara, og hann spurdi handilsmannin: »Meistari, hví eru so mong manshøvur hongd upp her?« Vínhandlarin svaraði: »Vinur mín, fregnast ikki eftir slíkum, sum barst til áður.« Men tá í unglingurin kom aftur við somu spurning, svaraði maðurin: »Vinur mín, gev gætur! Sultanin eigir eina dóttur, sum er ein mynd nv vakurleika og yndi; hon er smidlig av vaxtrarlag eins og bambus- rør. Men á hvønn tann, sum hættir sær at bera upp bønarorð fyri hana leggur pápi hennara treytir.« Táspurdi fiskimanssonurin: »Og hvørjar eru tær ?« Hin svaraði: »Undir netgluggunum á høllini hjá sultaninum liggur ein øsku- dungi, og við hvønn tann, sum ynskir at fá dóttur hansara til konu, ger hann tann sáttmála, at hann skal beina øskudungan burtur. Fjøruti dagar fær hann til hetta arbeiði, og er hann ikki tá liðugur so verðnr høvdið av honum høgt.« Tá spurdi unglingurin: »Er dungin høgur?« Vínhandlarin svaraði: »Sum eitt fjall.« (Meira.) Kikarin 300 ára gamal. I ár eru 300 ár síðani kikarin varð uppfunnin. Tað var ein hollendskur glaseygnabrýnari, nevndur Lippershey, sum fyrstur gjørdi ein kikara, og tað var í árinum 1608. Brátt frættist hetta víða hvar, eisini til Italiu. Har livdi tá hin um allan heimin gitni Galilei, sum var fremstur manna í vísindum. Honum ranníhuga, hvussu hent tað hevði verið at hava ein kikara, sum kundi hjálpa eygunum so frálíka væl at síggja allar lutir — ikki einans á jørðini, men eisini á stjørnuhimninum. Men hann hevði ikki sæð hetta amboðið og visti ikki, hvussu tað var gjørt; hann hevði bara frætt frá tí. Hann fór so í holt við at smfða ein kikara, sum skjótt varð liðugur, og sum var sjaldsama góður. I honum fekk Galilei at síggja mangt, sum menn- iskjan alđri hevði sæð áður. Hann fekk at síggja, at gongustjørnan Jupiter hevði fýra mánar, sum fara í kring um hana. Hann sá, at á mánanuin er ein hópur av fjøllum, og hann vísti á, hvussu hædd teirra kann útroknast. í kikarinum sást ein mongd av fastastjørnum, sum hann ikki sá við berum eygum. Hann rakti eisini við, at á sólini vóru đøkkir blettir, sum ofta broyttust, hvurvu stundum og komu aftur stundum. Av hesum sólar- blettunum og teirra røringum kom hann til ta hugsan, at sólin melur um mondul j sín. Tað, sum myndabókin er fyri barn- inum, var nátúrin fyri Galilei; hann »blaðaði« aftur og fram í henni, og altíð fann hann okkurt nýtt, sum hann var hugtikin av til lítar. Við hjálp kikarans ferðaðist hann viða um í himnarúminum, og hann sá gjølla, at nógv av tí lærdómi, sum á hansara døgum galt fyri at vera hægsti sann- leikur um nátúrina, var ein stór villa. Galilei var vísur í, at sannleilcur um i nátúrina vinnisi einans við at venda scer j til nátúrina og rannsaka hana. Fá hava andsevni til at rannsaka so nógv og so víða sum Galilei, og fá ! hava eygu og oyru so væl upplatin fyri øllum í nátúrini sum hann. Men í kunna vit tó hava gagn og gleði av

x

Ungu Föroyar

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.