Ungu Föroyar - 01.05.1910, Blaðsíða 2
— 34 —
Søga Magnusar Heinasonar.
(Framhald.)
Her stóð illa til hjá Magnusi, og
mangur, sum hevði verið í hansara stað,
hevði ivaleyst farið á húsagang. Men
tað var ongatíð honum fyri at falla í
fátt, heldur ikki hesa ferð. Hann bað
løgmannin, próstin, nakrar prestar og
aðrar menn um at rannsaka, hvussu
nógv Klerck hevði rænt av ymissum
vørum.
VI.
Magnus fær herskip at føra.
Magnus fór út til kongs og bað
hann um at bera skaðan, sum hann
hevði notið av Klerck, fyri seg. Kongur
lovaði at bera hálvan skaðan, og Mag-
nus mátti verða við hálvan, og tað
mundi eina mest vera av teirri grund,
at Kristoffer Valkendorf hevði lagt ilt
fyri hann hjá kongi.
Á hesi somu ferð kom í lag ein
samtykt millum Magnusar og kongs.
Samtyktin var so, at Magnus skuldi
búgva skip sítt út sum herskip, og so
skuldi hann við tí elta sjórænarar og
aðrar illgerðarmenn, sum vóru vanir
at vera Føroyum og Føroyafólki at
meini. — Eisini fekk Magnus av kongi
loyvi til at taka hollendsk skip, sum á
handilsferðum sigldu norður um Noregi
íil at handla við Russland. Orsøkin
var tann, at Fríðrikur kongur annar
fleiri ferðir hevði hækkað um Oyrar-
sunds tollin, fyri at vinna størri inn-
tøkur sær og ríkinum til handa. Men
nú hevði kongur gjørt tollin so stóran,
at Hollendingar, sum høvdu flestar
siglingar til londini við Eystursjógv,
heldur vildu sigla norður um Noregi
og so suður aftur í Hvítahav til at
handla við Russland, enn sigla gjøgnum
Oyrarsund og gjalda hin mikla skatt.
Fríðrikur kongur helt seg hava líka góðan
rætt til at ráða yvir havinum utan um
Noregi, sum yvir Noregis landi sjálvum,
og hann segði tað tí vera óløgligan at-
burð av Hollendingum at sigla taun
vegin norður. Kongur var tí fúsur at
geva Magnusi Heinasyni loyvi til at
búgva skipið út sum herskip og síðani
til at taka sjórænarar og Hollendingar,
ið sigldu á fyrirbodnum leiðum.
Tey skip, sum Magnus kom í bar-
daga við á opnum havi og vann sigur
á, skuldi hann føra til Bjørgvinjar.
Helvtin av fonginum skuldi vera hans-
ara og helvtin kongs.
Ei dáni í at Magnus var fegin, tá
hann skildist frá kongi og fór av stað aftur
úr Danmark. Tað var ikki eiti av
veldi, sum hann var komin í sum yvir-
maður á væl útgjørdum herskipi í egn-
ari tænastu og kongs, ið mest var at
kalla vinmaður hansara. Hugtikin man
hann hava verið, tá iðtaðhevur runnið
fram fyri hann, at nú var hevndar-
stundin komin, at nú skuldu sjórænarar
og ófriðarkroppar fáa aftur goldin
teirra illvirki og óbótaverk, at nú
skuldu Føroyingar einaferð sleppa at
liva óttaleysir og at røkja teirra gerning
í friði. Og Magnus var eisini maður
fyri við dugnaði at røkta tað verk,
sum kongur hevði latið honum upp í
hendur. Tí hann hevði fyrr verið í
víggjum staddur, tá ið hann var í
hollendskari hertænastu, sum áður er
frágreitt. Mangir vóru eisini teir, ið
fingu at kenna, at Magnus var ikki
dælur at koma í holt við, og at hann
ikki fór við mýkindum móti teimum, sum