Ungu Föroyar - 01.05.1910, Blaðsíða 3
vildu gera føðilandi hansara og lands-
monnum ónáðir.
VII.
Magnus í bardøgum.
Um várið 1580 legði Magnus í
havið við herskipi sínum, og hann
hevði mangan harðan dystin í bardøgum
við fíggjandur sínar, sum ofta vóru
líka væl, kann vera betur, útgjørdir j
til hernaður enn hann, og mangar
søgur eru um hann frá hesi tíðini*).
Søgn er, at einaferð Magnus lá við
skipi sínum á Havnar vág, var ein sjó- j
rænari komin higar undir landið; hann
var ógviliga væl útbúgvin og ætlaði at j
veita Magnusi álop og oyðileggja skip j
hansara. Magnus fekk tó stundir til at
goyma burtur øll skipsamboð síni og at
flýggj3- Hann fór út í Hest, og har
fór hann niðan á tindin og sankaði !
grót saman bæði stórt og smátt. Sjó-
rænarin hevði tó fingið ein snevil av
hælaferð hansara, og fór við sínum
monnum eftir honum út í Hest. Mag- 1
nus sá teir og læt teir sleppa væl niðan
í fjallið; men tá fór hann at bolta grót
oman eftir t.eimum, og teir vóru so illa
staddir, at toir tóku til at renna oman
aftur. Sumir fingu mein, men flestir
teirra sluppu toliliga heilskapaðir burtur.
Tann sjórænarin tordi ikki uppaftur at
gera Magnusi ónáðir. Teir hittust tó
einaferð seinri, og tá var Magnus við
yvirlutan.
Oftast dugdi Magnus at bjarga sær
úr vanda, og tað mundi vera av tí, at j
hann aldri var ráðleysur, at hann altíð j
var róligur, og at dirvið ongatíð sveik j
hann. — Eina ferð skip hansara lá
fyri akkeri, fór hann á land við sumum j
*) Síggj »Ungu Føroyar* 1. árg. bls. 78.
av monnum sínum. Bygdarfólkið sýndi
teimum blíðskap og endin var tann, at
Magnus og menn hansara drukku seg
fullar og duttu av. Um náttina kom
ein sjórænari hagar; hann fekk fregn
um, hvussu statt var hjá Magnusi, fór
á land, tók hann sovandi og hevðihann
síðani út á skip við sær. Tá ið Magnus
vaknaði úr drykkjuskapi sínum, fór
hann at tinga við sjórænarin um lív
sítt, og endin var tann, at sjórænarin
slepti hann leysan, eftir at hann hevði
givið tað lyfti aldri at hevna seg.
Bygdarfólkið væntaði sær aldri at síggja
Magnus aftur livandi; tí var gleðin
stór, tá ið hann út ímóti kvøldi kom
aftur á land. Magnus helt seg ikki
vera bunđnan av tvingaðum lyfti; hann
gjørdi seg tí skundiiiga til, fór av stað
við skipi sínum eftir sjórænaranum, sum
hann vann í hørðuin stríði.
Eisini eina aðra ferð var Magnus
komin í hendurnar á fíggjanđa sínum,
sum ætlaði at drepa hann í stundini;
tó spurdi hann hann fyrst, hvussu hann
nú var hýrdur. Reystliga svaraði Mag-
nus: »Hevði tú verið í mínum hondum,
sum eg nú eri í tínum, so skuldi tú
fingið harðasta deyða, sum eg veit.«
Sjórænarin var so bilsin av at hoyra
hetta djarva svar, at hann læt Magnus
sleppa leysan í stundini.
Fólkið, sum Magnus hevði á skipi
sínum, var ofta sankað saman úr mong-
um londum; tað var illskufúst og ikki
lætt at temja. Eina ferð hevði mann-
skap hansara tikið seg saman um at
leggja hendur á hann og drepa hann.
Magnus fekk njósn um hetta; hann dró
svørð sítt úr slíðra, fór einsamallur
móti øllum flokkinum, og gav trettan
monnum banahøgg. Á henda háttlærdi