Ungu Föroyar - 01.05.1910, Blaðsíða 7

Ungu Föroyar - 01.05.1910, Blaðsíða 7
— 39 — hugdi beinan vegin fram fyri seg. Ikki sá hann livandi kykt, bara hoyrdi hin øgiliga gangin utan umseg. Einrøddin spurdi: »Hvører hasin býttlingurin, og hví kemur hann higar? Stedga honum! Latið hann ikki sleppa fram um!« Aðrar róptu: »Fallið yvir hann! Takið hatta býtisbarnið og drepið tað!« Óljóðið gjørdist harðari og harðari og varð at endanum eins og reiðartruma*), og mangar røddir ýldu í oyru hansara: »Tjóvur! Ránsmaður! Drápsmaður!« Aðrar røddir søgdu við háðandi, spak- mæltum orðum: »Latið hann vera, handa fitta piltin! Latið hann sleppa fram, tí hann skal vinna búrið við hinum talandi fuglinum.« Kongssonurin óttaðist fyri ongum, men gekk róliga beinan vegin fram við góðum dirvi. Tá ið óljóðið enn gjørdist øgiligari og eisini kom honum nærri, kom fjáltur á hann; beinini fóru at skelva undir honum, og av ræðslu gloymdi hann nú orð dervisjins og hugdi aftur um seg. Men í somu stund var hann umskap- aður at steini eins og allir teir gævu menn, ið fyrr vóru farnir somu ieið í somu ørindum. ímeðan gekk Perisada við telgju- knívinum, sum hon fekk frá beiggja sínum, í slíðranum. Síðani hann fór á hesa vanđamiklu ferð, hevði hon altíð borið knívin uppi á sær, og ofta og títt hevði hon drigið hann úr slíðranum fyri at vita, um blaðið var blankt. So hetta kvøldið, Bahman var umskapaður at steini, segði Parvis kongssonur av tiiviljum við systur sína Perisadu: »Systir góð! Rætt. mær telgjuknívin, so eg av honum kann síggja hvussu bróður *) reiðartruma (gamalt orð) = tora. okkara gongst.« Hon so gjørdi og rætti honum knívin; men tá sá hann, at bióðdropar dryppaðu úr honum. Tá ið hann var varur við hetta, slepti hann knívinum, og barmtir hansara fyltist av 1 sorg og tungum troga, og systir hansara, sutn grunaði vanlukkuna, fleyt í sjóð- i heitan grát. Hon gav seg illa og | gramdi seg: »0 bróðir mín, tað er j mín skuld, at tú nú hevur bøtt við lívi J tínum. Neyðardýrið mítt! Hví mundi | eg eisini tala til tín um hin talandi ! fuglin, hitt syngjanđi træið og hitt gylta vatnið? Hví spurdi eg hina heiiagu konuna, hvussu henni dámdi heim okk- j ara, so at eg fekk fregn uin hesar i tríggjar lutirnar? Gævi gud, at hon aldri hevði verið komin um okkara gátt! Hetta er lønin fyri blíðskapin, eg vísti | henni. Og hví spurdi eg hana, hvar og hvussu hesir tríggir lutirnir kundu fáast? j Og fái eg nakra gleði av teimum, um j teir nú koma í mína ogn, nú beiggi mín Bahman er burtur og aldri kemur aftur? Hvat skuldi eg gjørt við teir?« Og Perisada gjørdist so tung av sorg j og sút, at hon var nærum at missa bæði vón og vit, og beiggi hennara, Parvis, var ikki stórt mætari. Hann sá, at systir hansara var nær við at đoyggja av sorg, og hann sá eisini, at hugur hennara enn brann av j langtan eftir hinum trimum undurfullu ! lutunum; hann segði tá við hana: »Systir góð! Nú er tað beinast og sømir tað seg best, at eg fari av stað til at njósnast eftir, hvussu Bahman bróður man hava gingist. Eg vil vita, á hvønn í hátt lagnan hevur verið honumatbana; og er hann fallin fyri tnanndrápshond, so skal eg hevna deyða hansara.« Pe- risada bønaði og bað hann við tárum

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.