Ungu Föroyar - 01.05.1910, Síða 7
— 39 —
hugdi beinan vegin fram fyri seg. Ikki
sá hann livandi kykt, bara hoyrdi hin
øgiliga gangin utan umseg. Einrøddin
spurdi: »Hvører hasin býttlingurin, og
hví kemur hann higar? Stedga honum!
Latið hann ikki sleppa fram um!« Aðrar
róptu: »Fallið yvir hann! Takið hatta
býtisbarnið og drepið tað!« Óljóðið
gjørdist harðari og harðari og varð at
endanum eins og reiðartruma*), og
mangar røddir ýldu í oyru hansara:
»Tjóvur! Ránsmaður! Drápsmaður!«
Aðrar røddir søgdu við háðandi, spak-
mæltum orðum: »Latið hann vera,
handa fitta piltin! Latið hann sleppa
fram, tí hann skal vinna búrið við
hinum talandi fuglinum.« Kongssonurin
óttaðist fyri ongum, men gekk róliga
beinan vegin fram við góðum dirvi.
Tá ið óljóðið enn gjørdist øgiligari og
eisini kom honum nærri, kom fjáltur á
hann; beinini fóru at skelva undir
honum, og av ræðslu gloymdi hann nú
orð dervisjins og hugdi aftur um seg.
Men í somu stund var hann umskap-
aður at steini eins og allir teir gævu
menn, ið fyrr vóru farnir somu ieið í
somu ørindum.
ímeðan gekk Perisada við telgju-
knívinum, sum hon fekk frá beiggja
sínum, í slíðranum. Síðani hann fór á
hesa vanđamiklu ferð, hevði hon altíð
borið knívin uppi á sær, og ofta og títt
hevði hon drigið hann úr slíðranum
fyri at vita, um blaðið var blankt. So
hetta kvøldið, Bahman var umskapaður
at steini, segði Parvis kongssonur av
tiiviljum við systur sína Perisadu:
»Systir góð! Rætt. mær telgjuknívin, so
eg av honum kann síggja hvussu bróður
*) reiðartruma (gamalt orð) = tora.
okkara gongst.« Hon so gjørdi og
rætti honum knívin; men tá sá hann, at
bióðdropar dryppaðu úr honum. Tá ið
hann var varur við hetta, slepti hann
knívinum, og barmtir hansara fyltist av
1 sorg og tungum troga, og systir hansara,
sutn grunaði vanlukkuna, fleyt í sjóð-
i heitan grát. Hon gav seg illa og
| gramdi seg: »0 bróðir mín, tað er
j mín skuld, at tú nú hevur bøtt við lívi
J tínum. Neyðardýrið mítt! Hví mundi
| eg eisini tala til tín um hin talandi
! fuglin, hitt syngjanđi træið og hitt gylta
vatnið? Hví spurdi eg hina heiiagu
konuna, hvussu henni dámdi heim okk-
j ara, so at eg fekk fregn uin hesar
i tríggjar lutirnar? Gævi gud, at hon
aldri hevði verið komin um okkara gátt!
Hetta er lønin fyri blíðskapin, eg vísti
| henni. Og hví spurdi eg hana, hvar og
hvussu hesir tríggir lutirnir kundu fáast?
j Og fái eg nakra gleði av teimum, um
j teir nú koma í mína ogn, nú beiggi
mín Bahman er burtur og aldri kemur
aftur? Hvat skuldi eg gjørt við teir?«
Og Perisada gjørdist so tung av sorg
j og sút, at hon var nærum at missa
bæði vón og vit, og beiggi hennara,
Parvis, var ikki stórt mætari.
Hann sá, at systir hansara var nær
við at đoyggja av sorg, og hann sá
eisini, at hugur hennara enn brann av
j langtan eftir hinum trimum undurfullu
! lutunum; hann segði tá við hana:
»Systir góð! Nú er tað beinast og sømir
tað seg best, at eg fari av stað til at
njósnast eftir, hvussu Bahman bróður
man hava gingist. Eg vil vita, á hvønn
í hátt lagnan hevur verið honumatbana;
og er hann fallin fyri tnanndrápshond,
so skal eg hevna deyða hansara.« Pe-
risada bønaði og bað hann við tárum