Ungu Föroyar - 01.05.1910, Blaðsíða 6

Ungu Föroyar - 01.05.1910, Blaðsíða 6
Tá ið dervisjurin sá, at ikki var at hugsa um at vika kongssonin frá ætlan hansara, so stakk hann hondina inn í einn pjøka, sum lá har undir liðini á honum, og út úr pjøkanum tók hann ein knøtt, sum hann rætti kongssyninum og segði við hann: »Tá ið tú, sonur min, ikki vilt lýða míni orð, so má eg lata lagnuna ráða yvir tær so harð- vunnin sum tú ert. Tak henda knøttin og far á hest tín; tveit so knøttin fram um teg, og ríð aftan á honum, so longi sum hann heldur á at rulla. So kemur tú at einum fjalli og har sted- gar knøtturin, tá skalt tú fara av hesti tínum og leggja teymarnar tvørtur um hálsin á honum; tí so verður hann standandi har einsamallur, til tess tú kemur aftur. Far so óræddur niðan stíggin; báðu megin við hann fært tú at síggja ein hóp av stórum og svørtum steinum liggja. Her fært tú knappliga at hoyra avskræmiligt óljóð av ótaldum røddum, sum ætla at loypa angist og ótta á teg fyri at forða tær at koma longur niðan. Síggj tá til, at tú ikki rópar neyðarróp, og ansa eftir, eg sigi tað eina ferð enn, ansa eftir, at tú ikki vendir tær á fyri at hyggja aftur um teg. Tí í sormt stund tú fert at ræðast ella tú kveitir aftur um teg, verður tú umskapaður at svørtum steini. Tú skalt vita, kongssonur, at allir teir svørtu stejnarnir, sum tú fært at síggja í fjall- inum, vóru eina ferð eins og tú reystir og djarvir unglingar, sum fóru út at leita eftir hinum trimum dýrabaru lut- unum; teir óttaðust, tá ið teir fingu hinar ræðiligu røddirnar at hoyra, og mistu teirra manna útsjónd; nu liggja teir sum steinar har í fjallinum. Um tað hendur, at tú í heilum líki kemur niðan á tindin, so finnur tú har eitt búr, sum hin talandi fuglurin situr inni- stongdur í, og hann vil geva tær svar uppá allar spurningar tínar. Spyr hann, hvar hitt syngjandi træið er at finnna og hitt gylta vatnið, og liann vil geva tær frágreiðing um alt. Tá ið tú hevur fingið allar hesar tríggjar lutirnar í tína varðveitslu, tá verður allur vandi horvin av tínum veg, og tú hevur einki at óttast fyri. Tú ert tó ikki enn farin av stað, og eg vil tí biðja teg um at leggja orð míni í geyma: Rek hesa ferð burtur úr huga tínum og vent heimaftur í friði nú tað enn er tær møguligt.* Kongssonurin svaraði dervisjinum: »Heilagi maður! Aldri vendi eg aftur, so longi eg ikki havi rikið ørindi míni til lítar; tí sigi eg farvæl!« Hann segði ikki meir, men leyp á hest sín og tveitti knøttin fram um. Knøtturin fór so skjótur rullandi sum ein hvirla og kongssonurin aftan á við somu ferð, og hann ansaði væl eftir, ikki at missa hann úr eygsjón. Tá ið knøtturin kom til fjallið, sum dervisjurin hevði sagt frá, stedgaði hann; síðani fór kongssonurin av hestinutn og legði teymarnar tvørtur um háls hansara. Hann fór so frá honum til gongu niðan stíggin, og víða hvar, sum hann bar eyga við, líka frá tindinum og oman ígjøgnum, var fult av stórum svørtum gróti báðumegin við stiggin; tó var tað so eiðasørt, at hann ræddist. Hann hevði ikki gingið utan nøkur fá spor, tá ið hann fekk at hoyra avskræmilig geyl og øgiligar røddir duna úr fjallinum, eins og der- visjurin frammanundan hevði sagt honum frá. Men hugreystur og óttaleysur gekk Bahman kongssonur sína leið og

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað: 5. nummar (01.05.1910)
https://timarit.is/issue/49461

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.

5. nummar (01.05.1910)

Aðgerðir: