Ungu Föroyar - 01.05.1910, Blaðsíða 4
— 36 —
hann skipsfólk sítt at lýða, og eingin
tordi uppaftur at gera uppreist móti
honum. Meira.
Verið góð við Heiðafuglin.
Vita tit nakað meira hugtakandi !
vakurt enn at koma út í haganog hoyra ;
fuglaljóðið víða hvar? Tað er hátíðar- J
stund fyri mannasálina at síggja fug- !
larnar sveima í loftinum, og at hoyra
sjongin ljóða úr einum fjalli í annað.
Ella tá ið fuglurin pjøkin ber til reiður
sítt sand og gras og mosa. Másttúikki
taka í tín egna barm og spyrja, um tú
— sum tó helđur teg vera dýrmætasta |
skapning á foldini — við líka heitum
kærleika, ídnum starvi og ótroyttandi
huga byggir og verjir heim títt og land
títt sum hann reiður sítt? lítið gagnar
tað okkum at vísa á, at vit eru guðs
mynd fram um aðrar skapningar, um
vit ikki eisini sýna tað í verki. Tað
fellur lættliga at hava vøkur orð á
munni og at syngja fagrar songir um at
elska heimið og land sítt; men tað er
lítil dugur í tí, um ikki verk fylgir
orðum. «Jú vit elska land okkara og
vit gleða okkum við vakurleika tess,«
sigir tú. Tað er gott og vónríkt, um
hasi orðini eru søgd í sannleika. Men
fuglarnir, teir sakleysu og trúlyndu
skapningar, teir sum hvørt sumar vitja
oyggjar okkara og eru landsins prýði,
hví fáa teir ikki frið fyri mannahond?
Hví fer fólkið, sum tó vil hava orð
fyri at elska land sítt, fram á ránsmans
vís móti heiðafuglunum? Rósi eingin
sær av at elska land sítt, og at gleða
seg við vakurleika tess, so longi sum
hann skjýtur heiðafugl.
Tit góðu børn! Verjið fuglarnar,
sum eru landsins prýði og vakurleiki.
Hornabjøl£urin.
Tíðliga ein morgun leitar Per
sær eftir húðarskónum
og rópar á Hanus, at hann sær
ein reka úti á sjónum.
»Hatt,a er eitt óført rekatræ,
løgið mær tykir tað litað.
Hanus kom og verð kvikur av stað,
áðrenn aðrir tað vita.«
So runnu teir at sjóarstrond
á sínum stinnu kongum;
ein gamal maður stóð liar í nánd,
men hann visti av ongum.
Hann hondina upp fyri eygu tók
og hevði sær fyri munni,
tá ið hann hoyrđi báturiu ók,
otnan á turrum lunni:
»At berjast og beistast tað duga tit
og fylla tey gomlu við sorgum;
hatta man vera til nyttugt slit
tit fara í øði í morgumN
So kvikir teir tóku árar í hond,
og síðan teir løgdu frá landi,
við bógvin seg legði ein snjóhvít rond,
og rokið frá stevni sprændi.
Per hann leyp so fram á rong,
og leggur lógvar at vangum:
»Hoyr Hanus, rógv! eg verði til kong,
hatta er ein kista við pengum.«